The Rasmus fekk lív í fjøldina

In: Ummæli

5 Aug 2006

Høvuðsnavnið á Summarfestivalinum fríggjakvøldið, finski The Rasmus, spældi eina fína konsert, ið  veruliga fekk økið frammanfyri pallin á kók.

Summarfestivalurin.fo

 

Finski rokkbólkurin The Rasmus kom rættiliga væl frá framførsluni fríggjakvøldið á Vágsbøi. Alla konsertina hevði The Rasmus væl fatur á fremstu áskoðarunum, men av tí at annleggið als ikki maktaði stóra økið, og ljóðið tí var ov spakuligt frá, rokkaði allur Vágsbøur ongantíð veruliga, fyrr enn hittið In the Shadows fekk lív í øll.

 

Ljóðið var annars rættiliga gott hjá bólkinum. Her er talan um ein væl samanspældan og toppproduseraðan bólk, ið longu hevur spælt eina langa konsertferð, og við egnum dugnaligum ljóðmanni ljóðaði alt flott, men tað gjørdist ongantíð veruliga fantastiskt.

 

Tónleikurin er melidiøsur rokkur, rættiliga poppkent tó við greiðum ávísingum til 80’ára rokkin, har serliga gittarspæli var dekan ov 80’ára kent. Hæddarpunktini vóru hittini Sail Away, No Fear og In The Shadows, meðan eisini løg sum Bullets og Keep Your Heart Broken, eisini riggaðu serliga væl.

 

The Rasmus spældi væl, og hóast sangarin ikki telist millum heimsins bestu, so hevði hann jaliga útstráling, og fekk gott lív í fólk. Haldi tó, at sangskrivingin var eitt sindur ivasom í støðum. Nógv av løgunum tyktust stutt sagt ikki nóg sterk, tó vóru nógv undantøk.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives