Avlurtingarpakkin er dýnulyftan av fúlasta kalibur

In: Hugleiðingar

13 Apr 2014

DynulyftanFøroyar eru eitt alt ov lítið land til at geva løgregluni so víðfevndar heimildir, sum avlurtingarpakkin gevur. Hetta er og verður dýnulyftan. Lat meg forklára hví.

 

Eg tosaði við eina góða vinkonu nú ein dagin, hon helt, at tað var fínasta slag at fáa handan avlurtingarpakkan, tí um man einki hevði at goyma, so var einki at ræðast. Hetta er umleið sami boðskapur, sum Elsebeth Mercedis í øði royndi at brøla út í Løgtinginum.

Kaj Leo hevur eisini roynt at prædika boðskapin, um at tað bara eru kriminell, sera kriminell fólk, ið vera rakt av hesum pakkanum. Well, Kaj Leo, Elsebeth og vinkonan, tað er tað so slett og aldeilis ikki.

Hvussu langt síðan er tað, at tú hevði eina persónliga samrøðu við onkran, ið tú veruliga ikki vil, at nakar annar skal hoyra. Fyri mítt viðkomandi var tað mikudagin, ein góð og long samrøða við ein góðan vin, um tað, ið fyllur hjarta. Her vóru konufólk, børnini, arbeiði, vinir og trupulleikar hjá mær og honum á lofti. Nógv av hesum skal eingin annar sleppa at hoyra. Tit hava ivaleyst sjálvi havt líknandi samrøður.

Men so siga Elsebeth og Kaj Leo, at um eg ikki eri undir illgruna fyri ógvisligan kriminalitet, so eri eg ikki í vanda. Tí so hava tey ikki atgongd til mínar telefonsamrøður.

Well, hetta er svartasta lygn!

Eina telefonsamrøða er millum tveir partar, og bert ein av pørtunum nýtist at vera undir illgruna fyri kriminalitet, fyri at tey skulu sleppa at lurta.

Sostatt kann eg risikera, at mínar djúpastu kenslur verða eftirlurtaðar av løgreglumonnum, ið eg kenni og møti til dagligt. Ikki tí eg eri undir illgruna, men tí eg ringi til ein vinmann, ið er undir illgruna fyri kriminalitet. Hetta hóast eg eri púra ósekur, og hóast vinmaðurin eisini er ósekur, men undir illgruna.

ST hevur mett hesa lógina ov víðfevnda, og víst á, at hon ikki er í trá við mannarættindi. Men her velur Elsebeth Mercedis so at gera sína egnu definitión av, hvat mannarættindi eru:

”tit tosa um mannarættindini, men eg haldi tað er mannarættindi at hava tað trygt og fyribyrgja kriminaliteti”

Jú vit kunnu øll vera samd um, at vit eiga at fyribyrgja kriminaliteti, men hvussu nógv vilja vit lata av okkara rættindum, fyri at man møguliga klárar at avdúka onkran kriminellan?

Hetta málið er sera prinsipielt, og m.a. loyvir tað løgmanni at seta eina kunngerð í verk, um at alt okkara telesamskifti skal goymast í t.d. eitt ár, so farast kann afturumaftur og lurta at tí.

Elsebeth Mercedis brølaði ferð eftir ferð í tinginum, at tingið ikki við hesari lóggávu gav hesa heimild, men tað passar ikki, tað er bara Mercedis, ið ikki skilur orðið heimild.

Ein tílík loggning, sum tey nevna hetta, flytur markið fyri okkara privatlívi, okkara samrøður við vinir, familju, konur, børn, elskarar, elskarindur, prestar, sakførar, sálarfrøðingar og fíggindar eru ikki longur millum okkum og tey, tær eru millum okkum og tey og samfelagið. Til einhvørja tíð, kann løgreglan, fáa atgongd til alt hetta tilfar, og vil ein hackari sleppa framat tí, so ger hann eisini tað.

Kritikarar av uppskotinum vísa eisini á, at enn eru ikki nevniverd dømi um, at hendan avlurting hevur havt konkret úrslit við sær, ið man ikki kundi fingið á annan hátt. Ístaðin er talan um, at vit brúka nógvar pengar, ið kundu verið brúktir nógv betur og at vit geva rættin til okkara privatlív frá okkum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives