Søgan um MC-Hár – Fyrstu árini

In: Hugleiðingar

6 Jul 2014
Niels Uni til venjing í Djónastovu.

Spark Buzz N til venjing í Djónastovu.

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so plagdu teir heldur at rappa, tá teir gingu í býnum. Allan spældi klarinett í GHM og Niels Uni hevði rappað og dansað break dance upp gjøgnum 80’ini í spírandi hip hop umhvørvinum í Havn.

Hetta kvøldið vóru teir troyttir av at rappa sangir hjá Grand Master Flash, MC Einar, Fat Boys og øðrum hip hop nøvnum og byrjaðu tí at yrkja sjálvir:

“Hvør er tað, hvør er tað, hvør er tað, sum er her
jú, tað er teir feitastu rapparnir í hesi verð…!

MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.

MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.

Komnir niðan til Kondittaríið varð ein plakat skrødd niður, og teksturin skrivaður aftanfyri á henni.

Fyrsta framførðslan var sama kvøld á Ebenezertrappuni, sangurin, ið seinni fekk heitið Jomfrúð rapp (ja við ð, eingin segði, at teir dugdu væl at stava), var ikki liðugur, men komandi dagarnar skrivaðu teir nøkur vers afturat.

Stutt eftir framførdu teir á einum veruligum palli fyrstu ferð í pausuni á Ársins songrødd kappingini í diskotek Tiffany í Tórshavn.

Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár

Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár

Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við Paria á eini konsert, sum Paria spældi í Gundadalshøllini. Men skjótt komu Emil Hermansen á gittar, Eddie Joensen Næs á trummum, Johannes Danielsen á bassi uppí bólkin. Eivin Warberg (ljómborð) vandi eisini við nakrar ferðir, men gavst skjótt aftur.

Longu áðrenn fyrstu framførðsluna við egnum tónsleikarum, vóru allir tónleikararnir avloystir av C-987B(Torkil Olsen) á gittar, Jan Guttesen á bassi og Dr. D(Petur Dalsgaard á trummum. Teir spældu við bólkinum á fyrstu konsertini við bólki, ið var Stjørnukonsertini í Badmintonhøllini frammanfyri yvir 1.000 fólkum. Men eisini á Norrønt Dagsverk konsertini í Djónastovu.

Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu

Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu

Stutt eftir kom TjÈ (Tróndur Bogason) á ljómborð uppí bólkin og næsta konsertin var nýttársaftan í diskotek Hollywood. Her vóru tað bert teir tríggjir Spark Buzz N, MC-Allah og TjÈ sum spældu, lønin var 500 kr. + ein pizza í part, og var hetta fyrsta lønta jobb teir spældu.

MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.: Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)

MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.:
Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)

Eftir hetta komu nøkur ár við nógvum tónleikara útskiftingum og nógvum konsertum, t.d. Útvarpskonsertin 1992, Tungmálmur 92-93,  og Ólavssøkukonsertin 92, umframt nakrar í Djónastovu og í Bládýpinum. Í 1993 fóru MC-Allah og Spark Buzz N til Danmarkar í lestrarørindum, og bólkurin gavst fyrilbils at spæla live.

Teir høvdu sent eitt lag inn til sangkappingina hjá Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Ungtemplarasambandi Føroya, og hóast lagið slapp við í kappingina, og bleiv lutvíst innspælt, so bleiv tað ongantíð liðugt innspælt, og var sostatt heldur ikki við á fløguni “Turelvandi Drøgg”.

Fyrsta útgivna lagið, kom ístaðin á “Rock í Føroyum” fløguni, ið TUTL gav út, har spældu teir lagið Symhony of Irony inn, og á Rock í Føroyum konsertunum spældu teir eisini, á hesum konsertum vóru tó hvørki MC-Allah ella Spark Buzz N við, og bólkurin var í roynd og veru hin bólkurin hjá Tróndi Bogasyni Lisa Sær Dupult. Hetta gjørdi, at longu eftir 5 ár, var tað eingin limur, ið hevur luttikið á øllum konsertunum hjá bólkinum.

 

MC-Hár venjing Millum Horna.

MC-Hár venjing Millum Horna.

Eftir Rock í Føroyum, fóru TjÈ, Spark Buzz N og MC-Allah at skriva nýggj løg,  rappararnir sótu í Danmark og skrivaðu tekstirnar, meðan TjÈ, ið búði í Føroyum skrivaði tónleikin, og spældi inn ráar demoir av teimum. Symphony of Irony hevði vakt ans fyri bólkinum, og F.U.T. var tí klárt við tilboð um at spæla á  Ólavsøkukonsertini 1996. Í hesum sambandi komu C-987B og Dr. D. aftur í bólkinum og nýggjur maður var www.shakespeare (Heri Reynhiem) á bass. Í venjingarhølinum fingu demoirnar av “Tú ert deyðir”, “Sangurin um orð, tøl og tos”, “Tú ert deyðir” og “Endiliga tað ordentliga ólavsøkurappið” endaligt skap.

MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)

MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)

Henda manning gjørdist eisini tann, ið myndaði bólkin á fyrstu fløguútgávuni. 1996-97 vóru nýtt til at skriva tónleik til fløguna “Framvegis uttan vit”, hetta varð nemmari, tí Tróndur eisini flutti til Keypmannahavnar. Fløgan var innspæld í West River Recording, við Havnará í Havn summarið 1997. Upprunaliga skuldi bólkurin spæla á ólavsøkukonsertini í 1997, men fyriskipararnir broyttu meining. Tí spældi MC-Hár í staðin í Grasagarði ólavsøkuaftan. ein konsert, ið er avmynda á fløguhúsanum. Harumframt varð øll fløgan spæld live Sjónleikarahúsinum, beint eftir loknar upptøkur.

Ljóðblandingin varð gjørd í heimskendu Sun Studios í Keypmannahavn, har tríggir ljóðblandarar arbeiddu við henni, Jón McBirnie, Bjarne Hansen og Freddy Albrechtsen. “Framvegis uttan vit” varð útgivin 10. februar í 1998.

Fløgan fekk blandaða móttøku, serliga fúlu tekstirnir østu nógv. Sangir um hasj og sperm vóru ikki gerandiskostur í Føroyum. Onkrir ummælarar vóru als ikki glaðir, og hóast fløgan vann nógvar fjepparar og seinni er nevnd sum íblástur hjá nøkrum av okkara fremstu tónleikanøvnum, so var tað bert Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið ummældi hana jaliga, tá hon kom út.

Arbeiðsheitið á fløguni var “Vit renna kapp” og var ætlanin, at fara inn á rennibreytina á Svangaskarði at gera eina myndatøku til fløguhúsan. Endaliga heitið virkaði onkursvegna hóskandi. Heitið kemur úr Barlast sanginum “Morguntúr”, har niðurlagið er:

“Komið vár, gráir dagar fáa lit
MC-Hár gongur framvegis uttan vit”

Niclas Johannesen skrivaði hesi orðini, eftir at hann hevði sæð eitt klipp í sjónvarpinum, har MC-Hár spældu á ólavsøkukonsertini 1991, og samrøða var við Niels Una.

 

Myndir frá teimum fyrstu árunum

Framhald her

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives