Vaksnamannasjónleikur av tí stuttliga slagnum

In: Ummæli

6 Sep 2014

orsakaLeikurin “Orsaka, ið tey spæla á Tjóðpallinum í løtuni er eitt stuttligt og undirhaldandi innlit í verðina, sum vaksin í okkara samfelag, ja, tað er yvirdrivið, ja tað prikar, men tú kennur teg heilt víst onkuntíð aftur.

 

Hvat handlaði hann um, spurdi smílandi bartendarin í Sirkus?

Ja, hvat handlaði hann um? Tað er forbiðið ringt at siga, um leikin “Orsaka”, ið eg júst hevði sæð á Tjóðpallinum.

Tað er nógv nemmari at siga, at leikurin er góður, at siga, at hann er serstakliga væl spældur, at pallmyndin er framúr góð, og at hann er væl settur upp, hóast okkurt smávegis kundi verið betri.

Tað hevur ljóðað, at leikurin hevur verið seinkaður eitt sindur, tí tey ikki vóru klár, og tað kann illa undra. Tí hetta er ein ótrúliga krevjandi leikur fyri leikararnar.

Hann fysiskt krevjandi, tí tær tríggjar, ið spæla hann, skulu ígjøgnum so ótrúliga nógv, meðan tær spæla. Her er koreografi av ymsum slag, her er beinleiðis fitness, her er klatran og kastan og standan á høvdinum, alt meðan dialogar og monologar vera framførdir sannførandi og inniliga.

Hetta prikar teg, tí tú av og á kennur aftur tínar ringastu síður, tínar mest ólógligu tankar. Hetta er erligt og fer beint inn í hjarta. Hetta er so beinrakið, at man kann ikki lata vera við at flenna.

Men hetta er eisini ein leikur fyri vaksin fólk. Evnini, ið leikararnir so meistarliga framføra eru vaksin evni, hetta eru kenslur og støður, ið foreldur kenna, íð fráskild kenna, ið gift fólk kenna og sum vaksin fólk kenna. Okkurt frá heilt skeivum, yvirdrivnum og beinleiðis undarligum vinklum, ið gera tað uppaftur meira undirhaldandi.

orsakabeintaclothierTær tríggjar Jensina Olsen, Beinta Clothier og Gunnvá Zachariassen lýsa tankar, støður og tulkingar av kenslum, nakað so meistarliga, vit eru heppin at eiga so dugnaligar sjónleikarar.

Men aftur í Sirkus. Svarið til smílandi bartendaran bleiv, at sjónleikurin handlar nokk ikki ordiliga um nakað, hetta eru gerandismyndir, ið mest minna um eina røð av smá leikum.

Um tað er av tíðarneyð, ella um orsøkin er onkur onnur, so sat eg tó onkra løtu við eini kenslu av, at summar scenur kundu verið strammaðar upp og gjørdar nakar styttri, tí tær takað ferðina út úr leikinum. Tað vóru enntá onkrar, ið beinleiðis fingu áskoðarar at skeita eftir klokkuni á fartelefonskermum, ið tendraðu runt í áskoðaraplássunum. Tað er ikki eitt gott tekin.

Eisini er endin á leikinum eitt alvorligt antiklimaks, ið er keðiliga langt og serliga kiksað í mun til stuttliga og livandi leikin. Hetta er ein ommer, og skuldi kanskað bara verið skorið burt. Men eg havi nú eisini eina serliga andstygd fyri tí Barbara Cartlands/Hallmark kort kenda.

Men hetta eru detaljur, ið ikki oyðileggja heildarinntrykkið av einum fantastiskum leiki.

Leikurin er stutt sagt eitt must, fyri okkum vaksnu, ið orka at flenna at okkara samfelag og tí leikluti, ið vit hava í tí. Skundið tykkum oman á Tjóðpallin.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives