Meðan eg hugdi at landsdysti

In: Hugleiðingar

12 Oct 2014

Eg fór at hugleiða eitt sindur í gjárkvøldið (ja, eg veit væl, at tað er skítfarligt). Men eg byrjaði at keða meg aftur við landsdystinum, eftir at seinna málið var komið.

 

Eg mintist aftur á Landskronadystin móti Eysturríki, og kanska serliga javnleikin móti Norður Írlandi, tá Kári Reynheim var í velmaktini. Eftir dystin vóru Havnargøtur fullar av bilum, ið koyrdu runt og floytaðu. Veitsla var í gøtunum, tí  í svárastu niðurgangstíðum fingu vit okkurt at gleðast um, og vit gleddust øll.

 

Síðan tá hevur landsliðið havt fleiri aldudalar, men tað er nokk eingin ivi um, at djúpasta dalin vóru vit í, beint áðrenn Brian Kerr tók við venjarastarvinum. Fólksligi uppbakningur var nærum burtur, og tað var ofta beinleiðis deprimerandi at hyggja at laka innsatsinum hjá okkara monnum. Landsliðsbrandið hevði tað ikki gott.

Men við Kerr kom fightaraviljin aftur, og sum Eli Hentze segði í sjónvarpsstovuni í gjár, so krevja vit bara av okkara monnum, at teir kempa.

 

Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.

Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.

Eg var eisini ein av teimum nógvu, ið fyltu Tórsvøll, tá Finland vitjaði her fyri, og tað var fantastiskt at síggja, hvussu nógv var broytt, fólksligi uppbakningurin var veruliga aftur, og FSF hevði enntá megna at savna føroysku fjepparafeløgini, so okkara menn blivu drivnir fram av sangi og rópum.

 

Landsliðið hevur fingið flutt sítt image so ófatiliga nógv seinastu árini, ikki minst orsakað av eldhugaða arbeiðinum, hjá mínum fyrrverandi starvsfelaga Tróndi Vatnhamar, marknaðarføringin um brandbyggingin hevur verið sera væl eydna, og tað kulmineraði á Tórsvølli móti Finlandi. Tá stóri skarðin av syngjandi fjepparum heiðraði Trónd eftir Finlandsdystin, var eingin í iva um, at Tróndur eisini var headmaður fyri at savna feløgini at heppa.

 

Fyrsti hálvleikur í gjár, gav mær flashback til farnar tíðir, tí sum Eli segði, vit krevja bara at tit kempa, og alt ov nógvir gjørdu ikki tað í gjár. Seinni hálvleikur var klárt betur, og tí vóni eg, at hetta var ein of- hálvleikur, og at vit aftur síggja landsliðið kempa á Tórsvølli mótir Ungarn.

 

Eg má tó siga, at eg stúri eitt vet, tí teir báðir, ið framum onnur hava lyft brandið hjá landsliðnum frá at vera ímyndin av tapi, til aftur at vera stoltleiki fyri tjóðina, eru ikki longur umborð.

 

Fyrst megnaði FSF at spæla sær av við Brian Kerr, og nú fyri nøkrum vikum síðan, slapp sama FSF sær av við Trónd Vatnhamar, fáa vikur eftir at hansara arbeiði hevði kulminera við Finlandsdystinum.

 

Eg vóni ikki, at mín stúran er røtt, men har tykist at vera okkurt galið í FSF, hví heldur man ikki uppá síni sterkastu kort?

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives