Jólakalendarin 15. desember – dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

15 Dec 2014

Kalendaragávan í dag er aftur úr jólakalendaranum hjá Anders Matthesen, hesaferð er tað ein sangur hjá Igor, ið er ein av øllum teimum nógvu leiklutunum, ið Matthesen spælir í kalendaranum. Russarin Igor syngur um sínar kvinnur. Jul på Vesterbro liggur á Youtube, og kann viðmælast. Partarnir eru umleið 12 minuttir, so hóast vit longu eru komin til 15. ber væl til at hyggja at øllum pørtum, uttan at tað tekur allar ævir.

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives