Jólakalendarin 16. desember – dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

16 Dec 2014

Í hesum jóltíðum, har næstrakærleikin blómar, sæst tíanverri uppaftur størri munur á ríkum og fátøkum enn vanligt. Felagsskapurin “Í Menniskjum góður tokki”, hevur við síni jólahjálp bjarga jólunum hjá mongum familjum, og man vera eitt tað mest jaliga og ja, kristna, átakið, ið vit hava uppliva í longri tíð í okkara samfelag.

Tjóðin hevur bakkað upp umm átakið, og nógvur peningur er komin inn til okkara veikastu. Í ár hava vit tó uppliva, at kreftir hava roynt at skatt innsavningina, roynt at tikið jólini frá teimum veikastu um tað er tilvitað ella ótilvitað.

Tá er gott, at við eiga ein góðan bisp. Okkara bispur hevur á Fólkakirkjan.fo lagt út sína áheitan á føroyingar, um at standa saman um at hjálpa okkara veiku.

Tykkara kalendaragáva í dag eru orðini hjá bispi:

 

“Tað tykist greitt, nú eitt persónligt og individualistiskt rák fer um allan heimin, at vit í Amerika og Evropa eru ávegis aftur til eitt samfelag, har hvør hugsar um seg og síni, og so ikki nógv afturat. Soleiðis er tað úti í heimi. Svá eigur ikki at vera hjá okkum. Vit mega seta okkum eitt mál, eitt sosialt og menniskjansligt mál, at tað er liviligt hjá øllum borgarum landsins í Føroyum.

(…)  Mær tørvar eingin tøl, tí eg livi millum fólki, kenni fólki. Eingin frástøða er. Ferðist millum rík, ið eru dugnalig, fitt og blíð. Ferðist millum fátæk, ið eru dugnalig, fitt og blíð.

Vit kunnu hyggja eftir hondbólti ella aðrari ítrótt, tá ið børnini spæla. Munurin á fátækum og ríkum sæst aftur í klæðunum og tí útgerð, ið børnini hava. Okkum tørvar ikki tøl. Okkum tørvar síggjandi eygu og heit hjørtu. ”

 

Les alla greinina hjá bispi her

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives