Jólakalendarin 20. desember – Dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

20 Dec 2014

Eg arbeiði við marknaðarføring, og tí er upplagt, at onkur av kalendaragávunum, ið eg gevi tær er hoyrir til mítt virksøki. Herfyri vóru bestu lýsingarnar funnar, eg saknaði tó onkrar ímillum tær tilnevndu, og serliga tær sum Dávur Djurhuus gjørdi fyri WTF á G! vóru framúr. Nú veit eg væl, at eg kann tykjast eitt sindur ógegnigur, eftir sum eg var partur av marknaðarføringini av G! í fjør, men hesa lýsing hevði eg einki at gera við.

 

Men tit kunnu í øllum førum sleppa at síggja lýsingina her.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Jólanissi

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives