Jólakalendarin 22. desember – Dagsins gáva til tín

In: Aðrar greinar

22 Dec 2014

Amerikanski skemtarin Weird Al Yankovic er best kendur fyri sínar parodiir, har hann ger spott burturúr kendum sangum, eitt nú hevur hann havt risa hitt við løgum sum “Smells like Nirvana”, “Eat it”, “I’m fat” og “Like a surgeon”. Men Yankovic ger eisini egin løg, og felags fyri hesi er, at tey eru øgiliga klikkaði.

 

Dagins kalendaragáva verður eitt kykmyndalag, ið Weird Al hevur gjørt til jólini, men honum so vant, so er ein sera skeivur vinkul í lagnum, ið eitur “The Night Santa went crazy”.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Jólanissi

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives