Vit vilja verja frælsið!

In: Hugleiðingar

8 Jan 2015
Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.

Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.

Ræðuleikarnir í París vísa alt ov væl, at okkara samfelagsskipan og okkara mannarættindi eru hótt. Vit mugu ongantíð góðtaka, ella bera í bøtuflaka fyri tílíkum álopum sum hesum. Tí hetta er ikki bara eitt hópdráp, hetta er eitt álop á okkara grundvirði sum samfelag.

Talufrælsið er ein av grundarsteinunum, ið vit byggja okkara fólkaræði á, hetta er eini mannarættindi, og mannarættindi skulu virðast! Tey eru ikki til forhandlingar!

Tí velji eg eisini at deila omanfyristandandi mynd, Je Suis Charlie, ið merkir stutt “Eg eri Charlie”. Í nátt eru vit, sum vilja frælsi og mannarættindi, Charlie.

Charlie Hebdo er vorðið ímyndin av talufrælsinum, og stríðnum fyri hesum frælsi.

Í kjalarvørðinum av ræðuligu hendingini hava høgravendir ekstremistar válgað sær í henni, og brúkt hana sum eitt kærkomið amboð  í sínum ófantaliga ágangi móti øllum muslimum.

Í besta ekstremist anda, skera tey allar muslimar yvir ein kamb, og brúka hesa ræðuligu hending sum bensin til hatrið móti fremmandum. Hetta er ikki í Charliesa anda, tí blaðið hevur nevniliga speirikið alla ekstremismu, og arbeitt fyri frælsi og móti allari kúgan.

Eg haldi tað vera fúlt, at ekstremistar brúka hesa hending til gagns fyri sína hatursherferð.

Vit moderatu mugu standa saman móti ekstremistum, bæði teimum muslimsku og teimum, ið vit hava innanfyri okkara egnu bøgarðar.

Tónin á Facebook millum føroyingar seinastu dagarnar, síðan løgmaður boðaði frá, at hann vildi, at vit skuldu taka í móti flóttarfólki, ræðir meg. Tað rákið, ið tónin umboðar er eksploderaði aftaná álopið á Charlie Hebdo. Eg eri sannførdur, at hetta rák, er ein stór hóttan móti mannaættini.

Eg skilji ikki hvat projektið hjá føroysku hatursprofetunum er, nógv av teimum hava ongantíð hitt ein muslim, hava búð í Føroyum alt sítt lív, men er hjartaliga sannførd um, at islam og sostatt allir muslimar eru eitt problem, tað er ræðuliga viktikt, at siga hetta so ofta sum tilber. Men hvat ætla tey, tað loysir so einki at svína fólk til. Hvat er teirra loysn? Vilja tey avrætta allar muslimar? Læsa teir inni í Miðeystri og so bumba Miðeystur? Hvat er teirra projekt?

Eg havi skilt, at føroyskir ekstremistar hava eina hemmiliga losju á Facebook, har tey undir heitinum “Frælsi frá kúgan” øsa hvønn annan upp. Eg endaði í kjaki við nógvar av hesum ekstremistum á Facebook í gjár, og ein teirra viðgekk, at hann hevði eitt ynski um, at læsa allar muslimar inni í Miðeystri og atombumba teir, men ein av fremstu talsmonnunum hjá ekstremistunum var skjótur at strika boðini.

Eg ræðist!


Lat okkum ístaðin gevast at krúpa út í ekstremismuna. Lat okkum øll, óansæð átrúna, politiska sannføring ella húðarlit savnast um næstrakærleikan og tolsemi,. Lat okkum ikki gera mun á fólki, soleiðis at vit ikki stoyta eitt nú muslimskan ungdóm frá okkum, so tey enda í ekstremum islamiskum felagsskapum, har tey fáa pláss og kenna seg vird. Lat okkum síggja hesi menniskju sum týdningarmiklar ressursir.

Størsti sigurin hjá teimum lallandi svøku islamisku yvirgangsmonnunum, ið lupu á World Trade Center, var ikki at drepa 2.966 fólk, men at vit slakaðu persónliga frælsið í okkara samfelag, vit sluppu virðingini fyri mannarættindum, sum áðrenn tað var ein grundarsteinur í okkara samfelag.

Fyrr í ár kom hetta eisini til Føroyar, tá Osama Bin Laden kundi smíla í grøvini, tá Elsebeth Mercedes og Føroya løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, stóu á odda fyri hópneyðtøkini hjá samgonguni av okkara privatlívi við sonevnda avlurtingarpakkanum.

Latið okkum veruliga vera Charlie, og saman stríðast fyri mannarættindum og frælsi.

Latið okkum byggja okkara stríð móti ekstremistum á virðing og kærleika.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives