Denne lov gælder ikke for skippere

In: Hugleiðingar

17 Jan 2015

IMG_2806.JPG

Hevur Annfinnur í Garðalíð formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum etið seym?
Ella er korruptiónin og mafiastøðan í samfelagnum bara so rótfest, at hann ikki fatar, hvat hann í roynd og veru sigur?

Í Sosialinum, ið vit øll fingu í postkassan mikudagin, er ein grein, ið fekk meg at stúrsa við.

Nývaldi formaðurin í skipara- og navigatørfelagnum harmast um, at hansara limir ikki longur eru fullkomiliga leysir av allari ábyrg, og í realitetinum – omanfyri lógina.

Hann breiðir sín vanvitsboðskap út fyri Føroya fólki, sum um tað var tað mest natúrliga í verðini, og hann fær ikki so frætt sum ein kritiskan spurning frá blaðmanninum.

Tað er eingin loyna, at umsitingin av føroyskari fiskivinnulóggávu mest hevur mint mest ein sunnudagsskúlalærara, ið noktar kúllunum at fáa eina stjørnu í bókina.

Tað hevur loyst seg at fiska við rækjutrolum inni í trolposunum á stongdum leiðum og annað líka groft, tí revsingin var so lítil í mun til vinningin. Tað tykist næstan, sum um man hevur kalkulera við bótum

Summi skip eru vorðin so gromm, at fólk í grannabygdini hava flutt gullfiskarnar úr vindeygunum, og søgur ganga um, at okkurt reiðarí hevur roynt at tryggja sær skipið móti omanlopið. Men Trygginin helt tað vera ov risikofult.

Hetta eru sjálvandi skemtisøgur, men tær vísa eisini, at fiskirán ikki verður tikið í serliga stórum álvara. Hetta er sum rúsdrekkakoyring var í 80’unum. Hetta hóast vit liva at fiskivinnu, og ránsveiða, umframt at vera ein hóttan móti stovnunum,  eisini kann fáa avleiðingar fyri okkum sum land í altjóða handilssamstarvi.

Fyrstu ferð, at eitt mál um brot á fiskivinnulóggávuna hevur havt nakran nevnivert at siga, er í málinum um garnaskipið Anitu, og her var talan um ópopulerar útlendingar alíkavæl, so tað kostaði kanska ikki so nógv, at taka fiskiloyvið frá teimum.

Men hetta fall ikki í góða jørð hjá Annfinni Garðalíð. Hann ræðist, at reiðarí fara at halda skiparan til ábyrgds fyri ránsfiskiskap og lógarbrot, og at hetta kann føra til húsagang hjá skiparanum.

Lat okkum líka taka hatta umaftur: Skipara- og navigatørfelagið rópar varskó, tí vandi er fyri, at limir hjá teimum, ið hava brotið lógina, fáa revsing fyri hetta?

Hann sigur sambært Sosilainum:

“- Tað rætta hevði verið at tað verður ein greið avtala gjørd ímillum reiðaran og skiparan um, at skiparin ikki skal hefta persónliga, verður skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap”

Hvørjari verð liva vit í, tá eitt fakfelag vil hava, at limirnir framhaldandi ótarnaðir skulu sleppa at bróta lógina?

Kanska enn meira ræðandi er, at blaðmaðurin, ið skrivaði greinina als ikki setur spurnartekin við úttalilsi.

Sjálvandi, skalt tú revsast og standa til ábyrgd, um tú brýtur lóggávuna. Tað er orsøkin til, at vit hava eina lóggávu.

Vanliga kalla vit hetta, at liva í einum rættarsamfelag. Okkara rættarskipan er bygd á almentfyribyrgjandi hugsjón, har vit hava lógir, ið gera, at tað ikki loysir seg at vera kriminellur, fyri at fólk á tann hótt vera eggja til ikki at verða kriminell.

Hví skuldi hetta ikki verið galdandi fyri skiparar eisini?

Nú kenni eg nógvar skiparar, og havi ofta hoyrt teir siga, at har kann bara vera ein skipari umborð. Skiparin bestemmar og hevur ábyrgd. Hetta er eitt heiðursstarv, og tað líkist svartasta ongum, at formaðurin fyri eitt heiðursfelag, sum Skipara- og navigatørfelagið, roynir at ómyndiggera sínar limir á hendan hátt. Sjálvandi skulu skiparar, ið bróta lógina standa til svars fyri ta!

Mest um í einum hjá-setningi nevnir formaðurin, at tá skip verða tikin fyri ólógligan fiskiskap, so er tað skiparin, ið fær bótina, men at vanligt er, at reiðaríið rindar bótina fyri skiparan.

Eg vil sanniliga vóna, at hetta verður inntøkuført hjá skiparunum, so hann rindar skatt av hesi eykaløn, ið hann fær frá reiðarínum.

Nei, tú tað nyttar einki at hava ein sheriff í Fiskimálaráðnum, um teir, ið hann umsitur eru omanfyri lógina.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives