Kunnu tey politiskt korrektu ikki tiga, til líkini eru kølnaði?

In: Aðrar greinar|Hugleiðingar

14 Nov 2015

Nøkurlunda soleiðis skrivaði ein av mínum Facebook vinum í kvøld. Eg eri nokk ein av hesum, ið hann lýsir sum politiskt korrektan. Um alternativið er “pøbil við hvísl”, so vil eg fegin vera politiskt korrektur.

 

Haldi tó tíanverri als ikki, at tolsemisboðskapurin er politiskt korrektur. Alsamt fleiri eru farin at dansa eftir pípunum hjá ISIS og høgraveinginum. Ja eg meti, at hesir partar púra ótilvitað eru í einum hugsjónarligum samstarvi og melodiurin í teirra pípum er tann sami.

 

Eg hoyrdi einaferð í einum filmi, ein høgra ekstremist, ið virdi svartar rastistar, tí teir eisini gingu inn fyri skilnað millum rasur. Tað er tíanverri so, at ISIS og nógvir høgravendir ekstremistar hava nógv til felags.

Tað er so eingin ivi um, at tað, sum vit upplivdu í París fríggjakvøldið, er kríggj.

 

12208713_10153266585732799_3438885784116229740_nÍ Evropa og Norður Amerika liva 1,2 mia fólk. So tá ISIS loypir á og drepur 120-150 fólk, so er tað ikki kríggj í vanligum forstandi, har tú ætlar at minka um talið av evropearum, ateistum ella kristnum.

 

Hetta er eitt taktiskt álop á Vesturheimin. Tað er fyri at skapa ræðslu, og fyri at fáa okkum at broyta okkara lívsstíl, og fyri at fáa okkum at sleppa okkara tolsemismentan.
Størsti sigurin hjá ISIS, Al Qaeda og øðrum islam baseraðum terroristum er vaksandi fremmandahatrið, og muslimahatrið í Vesturheiminum.

Megnar ISIS, at gera hetta til eitt mál, har Vesturheimurin fer í kríggj við Islam, so er kríggi ikki longur millum svakar ekstremistar og vesturheimin, men eitt regulert heimskríggj millum Vesturheimin og eina mia. muslimar.
Ein dag sum í dag, er tað av alstórur týdningi, at vit øll taka frástøðu frá ekstremistum. At moderatir muslimar, kristin, ateistar og onnur standa saman, og tryggja okkum, at okkara samfelag berjir niður relisgiøsar ekstremistar. Tí hetta kríggið er í veruleikanum millum radikal og moderat. Um vit moderatu ikki skilja, hvønn hetta stríðið er ímillum, og um vit ikki fara inn í stríðið, so verður endin galin.

 

Ein dama skrivaði á Facebook í kvøld, at vit hava verið ov tolsom og ikki sett okkum inn í, hvat tað vil siga at loyva muslimum at byggja moskeir og harvið at dyrka tað ekstremu síðuna av islam.

 

Júst tað, at ein vanlig føroysk dama skrivar og meinar hatta, er ein sigur fyri ISIS. Sjálvandi skulu muslimar sleppa at byggja moskeir (kirkjur), og líka sjálvandi skulu muslimar ikki góðtaka, at ekstremisma sleppur at trívast í teirra moskeum.

 

Vit gráta og syrgja í dag um tey nógvu deyðu og um tey nógvu særdu. Men vit, sum berjast móti ekstremistum, skulu ikki tiga, í dag! Vit skulu vera har, og tryggja, at øðin vendur rættan veg. Tryggja at ótilvitaðu skutilssveinarnir hjá ISIS á høgraveinginum ikki sleppa at seta dagsskránna, og gera hetta til eitt stríð millum okkum og islam.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives