Isadora blásti alt um koll

In: Ummæli

3 Aug 2006

Isadora and The Rebels spældi ein frálíka konsert í Virkishúsinum, bólkurin er líka føroyskur sum Týr og líka altjóða sum Portishead.

 

Eftir eina heldur treka byrjan á upphitingina til Summarfestivalin við The Story Ends, blásti Isadora and The Rebels Virkishúsið í Klaksvík um koll. Eg mangli lýsingarorð at lýsa framførsluna, sum stutt sagt var frálík.

 

Eg havi ongantíð uppliva Isadoru og rebellarnar áður, og hóast eg bert havi hoyrt jalig viðmælir, so varð eg fullkomiliga tikin av bóli. Isadora and the Rebels er ein framúrskarandi bólkur. At songkvinnan Guðrið Hansen er frálík visti eg væl, men í hesum bólkinum er hon veruliga í essinum. Talan er um teirra heilt egna sera gjøgnumførda tónleikabland, sum vevur m.a. spælimanstónleik, vísusang, 70’ára tung málm, 90’ára rokk, indi rokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran vavstur. Eg haldi á onkran hátt, at hetta er líka føroyskt sum Týr og líka altjóða sum Portishead. Eg havi ikki hoyrt tílíkan tónleik áður, men hann er bergtakandi. Ljóðumstøðurnar eru ikki verðins best í Virkishúsinum, men Isadora and the Rebels megnaði at spæla uppum umstøðurnar, og við eini sera dedikeraðari framførslu leveraðu tey vøruna 200%.

 

Tað var serliga stuttligt at síggja hvussu Guðrið er á pallinum, hon er miðdepilin í bólkinum, og stýrir honum við eini sterkari hond, hon er ikki bangin fyri at taka ábyrgd av framførsluni. Hetta kom t.d. til sjóndar, tá trupulleikar vóru við gittaranum hjá gittarleikaranum Bartali. Í staðin fyri langan og keðiligan steðg, skar Guðrið ígjøgnum og spældi saman við restini av bólkinum pausutónleik, hetta hóast onkur tónleikari tyktist at hava hug til at muta ímóti. Hetta vísti innlit í tað, at ein framførsla leggur ábyrgd á herðarnar hjá teimum í standa á pallinum, at undirhalda tey, ið lurta, eitt innlit sum forbiðið nógv føroysk listafólk ikki hava.

Tað er eisini heilt ótrúliga lekkurt at hoyra blokkfloytu í rokktónleiki, takk fyri tað Guðrið.

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives