Hetta er so forbiðið gott!

In: Samrøður

17 Oct 2006

– Funky Faroe Islands hevur givið okkum beinleiðis atgongd inn í enska mótaheimin, ein hurð er blivin sparka inn, og hetta verður ikki gloymt, sigur Barbara í Gongini, ið stóð fyri villasta innslagnum á Funky Faroe Islands.

 

Funky Faroe Islands

 

Barbara í Gongini kom til London at luttaka á Funky Faroe Islands, beinleiðis úr París, har hon hevði sýnt fram á Zipzone Gallery beint undir Eiffel torninum. Har sýndi Barbara fram saman við nøkrum av teimum meira progressivu nøvnunum á heimsins størstu mótaviku. M.a. dananum Jens Laugesen, ið fekk heiðursløn frá fronsku delegatiónini, sum týdningarmiklasti sniðgevi á á mótavikuni.

 

– Eg arbeiðið við eini smalari linju til ein smalan málbólk, sigur Barbara um sniðini, ið hon sýndi fram bæði í París og London og heldur fram:

 

– Mítt vørumerki er at binda og flætta ymisk tekstilir saman, og at brúka rættiliga heftiga styling. Hetta sást millum annað á stóru og villu hárstýlingini við eitt nú balónum og pútum í hárunum á modellunum.

 

Barbara heldur ikki, at tær nýtist at kategorisera móta í millum brúkbarheit og list, eins og onkur róði fram ímóti á pallborðsfundinum.

 

Barbara sigur tó, at hennara áhugi liggur ikki í at vinna nógvan pening upp á síni snið:

 

– Eg vil tilføra okkurt nýtt til mótan, og lagið meg ikki eftir marknaðarkreftunum, sigur hon.

 

Barbara ferðast í yvirhálingarbreytini, og er uppi ímóti teimum stóru sniðgevunum, hetta skapar virðing fyri hennara arbeiði, men teir stóru eru fíggjarliga sterkir, og kunnu lætt útkonkurera hana. Tí tekur hon eina sesong í senn.

 

– Kann lítla eg koma og gera meg galdandi? Her er talan um at vita, hvussu lítil tú kanst vera og hvussu stórar søgur tú kanst fortelja, hetta krevur raffiniment, greiður Barbara frá.

 

Hon er sera væl nøgd við tiltakið, ið menningarstovan hevur skipað fyri í London.

 

– Hetta er so forbiðið gott! Vit designarar hava ikki miðlar til at skipa fyri tílíkum tiltøkum. Funky Faroe Islands hevur givið okkum beinleiðis atgongd inn í enska mótaheimin, ein hurð er blivin sparka inn, og hetta verður ikki gloymt, sigur Barbara í Gongini um tiltakið.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives