Hetta er stórt fyri meg!

In: Samrøður

17 Oct 2006

Jóhanna av Steinum í samrøðu við Wendy Scott

Jóhanna av Steinum sleppur ikki inn á London Fashion Week sum áskoðari, so tá onkur sigur, at hon kundi sýnt fram har, er hon sannførd um, at betri kompliment kundi hon ikki fingið.

 

Funky Faroe Islands

 

Jóhanna av Steinum var nógv minst viðurkenda navnið av føroysku sniðgevunum, ið sýndu fram á Funky Faroe Islands. Hóast hetta vóru nøkur av sniðunum hjá Jóhannu av mótatíðindakvinnuni Wendy Scott tikin fram sum verandi millum tey bestu hendan dagin, og hon helt at okkurt av teimum kundi farið beint á London Fashion Week.

 

– Tað er ótrúligt, at fólk, sum hevur skil á tí, sigur sovorðið, sigur Jóhanna sjónliga væl nøgd.

 

– Vanliga sleppa fólk sum eg, slettis ikki framat hesum fólkum. Eg sleppi til dømis ikki inn á London Fashion Week sum áskoðari, og tá ein kvinna sum Wendy Scott sigur, at eg kundi sýnt fram har, so er tað ordiliga gott. Eg haldi ikki eg kann fáa betri kompliment. Vanliga fær man ikki feedback uppá síni design, so hetta er stórt fyri meg, greiðir Jóhanna frá.

 

Á Funky Faroe Islands valdi Jóhanna at sýna fram ymiskt, ið hon hevur arbeitt við seinastu tíðina. Hon var ikki heilt greið yvir, hvussu heildin fór at rigga saman, og snýkti seg tí inn á skúlan tað eina kvøldið, har  lat hon ginir í klæðini og lukkutíð riggaði alt saman.

 

– Eg havi ein nokkso kommersiellan stíl. Fólk skal kunna vera í klæðunum, sum eg geri. Alt er bundið, so nógv arbeiði er av tí, so tí vil eg sleppa av við tað, sum eg geri, greiður Jóhanna frá.

 

Umleið helvtin av klæðunum, ið Jóhanna sýndi fram í London var bundin við hond, hin helvtin við maskinu.

 

– Eg vil vil gjarna brúka binding til okkurt annað enn vetrartroyggjur, gera okkurt, sum er eitt sindur  meira elegant.

 

Jóhanna lesur á St. Martins sniðgevanar skúlanum og er júst byrja á síðsta árið har. Hon hevur grundútbúgving av London College Of Fashion. Í næstum ferð hon undir kollektiónina, ið er hennara síðsta verkætlan á skúlanum, um henda kollektíon er nóg góð, so sleppur hon við á eina mótasýning, nakað ið Jóhanna vónar. Síðan skal avgerast, hvat hon víðari ger.

 

Hon heldur, at Funky Faroe Islands er eitt sera væleydnað tiltak.

 

– Eg fekk eitt sindur burtur úr, eg kendi øll støðini og fólkið, ið tey tosaðu um við pallborðið. Serliga áhugavert var at hitta Hilary Riva (ið er forkvinna í British Fashion Council og høvuðsfyriskipari av London Fashion Week), og hoyra “first hand” hvussu tú gert, sigur Jóhanna.

 

Hon heldur ráðstevnuna vera eitt sera jaligt átak, og gott er at onkur setur fokus á okkurt annað enn t.d. fótbólt heldur hon, stutt sagt metur hon, hetta vera eitt fantastiskt tiltak.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives