Gestir á bryggjuni

In: Ummæli

2 Oct 2006

Konsertin við Gestum á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn gjørdist ein innilig og heit útferð í ymiskar partar av rokkinum.

Mynd: Sìmun Jóanesarson Hansen

Gestir hava seinastu árini spælt heyst konsertir í Keypmannahavn. Í fjør og fyrra árið var tað í sambandi við AME tiltøkini og pallurin var Vega. Men í ár var tað ovasta hæddin á Norður Bryggjuni, ið var karmur um Gestir, ið vitjaðu leygarkvøldið. Hóast Gestir í ár vóru einsamallir á spæliskránni, so var rættiliga fitt av fólki savnað á gamla pakkhusloftinum. Stólarøðini, ið vanliga geva rúminum ein eitt sindur stirvnan dám vóru burtur, og í staðin stóðu stólar úti við veggin, nøkur borð stóðu mitt í rúminum, og annars var gólvið tómt framman fyri pallin. Um ætlanin var at skapa eina standi konsert, so miseydnaðist tað. Tí fólk setti seg beint á gólvið. Men til hesa konsertina tyktist hetta hóskandi og stólarøðini høvdu verið ov reglulig til heitu og inniligu upplivingina, ið konsertin gjørdist

 

Tveir samleikar.
Konsertin var býtt í tvey sett. Eg skilti á trummuleikaranum Jógvan Andreas á Brúnni, at hetta var ikki upprunaliga ætlanin hjá bólkinum, men at fyrireikararnir høvdu kravt, at teir høvdu ein steðg. Hvussu er og ikki, so tyktist steðgurin sera hóskandi, og settini tyktust eisini at hava hvør sín samleika.

 

Í fyrra settinum spældu strúkararnir Angelika og Tóri ein stóran leiklut, løgini vóru sum heild heldur friðarligari enn løgini í seinna setto. Tað var merkisvert hvussu væl bólkurin spældi. Hetta vísti veruliga tí stóru menningina Gestir eru farin í gjøgnum, bæði hvør tónleikari í sær og sum bólkur, hetta síðan bólkurin kom fram á føroyska tónleikapallinum.

 

Knút traðkaði í karakter
Strúkararnir lyftu løgini og gjørdu tey uppaftur meira innilig. Men bólkurin vísti eisini, at hann dugdi at larma hetta kom til sjóndar í larmuttum pettum, t.d í Úr undirgrundini, ið var tað fyrsta lagið, har Knút Háberg Eysturstein traðkaði ordiliga í karakter, sum vit eru von at síggja hann í eitt nú Marius. Hetta skal ikki síggjast sum kritikkur av spælinum hjá Knúti, ið var gott alt kvøldið, men í Marius er man farin at vænta øgiliga nógv av honum, og í pørtum av konsertini leygarkvøldið, tyktist hansara leiklutur ikki eins týdningarmikil sum í Marius. Strúkararnir stjólu eitt sindur av hansar toru. Men so í øðrum løgum var Knút sera markantur. Hetta var t.d. galdandi í Úr undirgrundini og í fyrra parti av seinna setti, tá strúkararnir ikki vóru við. Konsertin fekk eina løtu ein eitt sindur punkkendan dám, og Gestir rokkaðu væl og virðiliga.

 

Sterkt seinna sett
Øll løgini í seinna setti stóðu sterk, nevnast kunnu løg sum Hvørt Fótafet, Synd, Heimloysi, ið vóru sera sterk, og tú sat við eini kenslu av, at í larmutta rokkinum eru Gestir bestir. Tá strúkararnir komu við aftur í seinnu helvt av øðrum setti, sluppu vit endiliga at uppliva strúkararnar villar í villu pettunum, hetta hevði eg saknað í støðum. Tó so, henda uppliving gjørdist ikki optimal. Ljóðmaðurin, ið annars gjørdi eitt gott arbeiðið alt kvøldið, gloymdi hvørja ferð at skrúva strúkararnar harðari frá, tá hini ljóðførini fóru at larma, og tí druknaði spæli hjá Angeliku og Tóra fleiri ferðir í larminum.

 

Konsertin endaði við eini sera góðari útgávu av Burtur frá Toftunum, áðrenn ein rokkútgáva av Døgg varð spæld sum eykalag. Fyrra sett var endað við eini friðarligari útgávu av Døgg, ið Ólavur og strúkararnir spældu einsamøll. Men í eykalagnum varð lagið rokkað, sum ongantíð áður. Tað var inniligt og ógvisligt, og tú vart ikki í iva um, at hetta var endin á konsertini, eitt veruligt brak. Tað taldi tí ikki upp fyri konsertupplivingina, at Ólavur lat seg klappa inn aftur á pallin enn einaferð, har hann framførdi eitt av sínum gomlu løgum.

 

Stórt fjølbroytni
Samanumtikið var konsertin sera fjølbroytt. Hon skiftið millum tað inniliga, tað gandakenda og tað ógvilisliga og larmanandi og Gestir meistraðu alt.

 

Visuelt er bólkurin vorðin nógv meira úteftir vendur, og tú verður nú drigin við sum áskoðari. Á konsertini leygarkvøldið koyrdi filmur á lørifti aftan fyri bólkin. Hesin riggaði í støðum væl, men tyktist í stóran mun ikki at hava so nógv uppá seg.

Myndir tiknar av Símuni Jóanesarson Hansen

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives