Prix Føroyar er trupult at avloysa

In: Samrøður

18 Sep 2006

Fyriskiparin av Nibe Festivalinum hevur seinnu árini havt nógvar føroyskar bólkar á skránni, og hann er ikki í iva, um stóra týdningin, ið Prix Føroyar hevur fyri marknaðarføring.

 

Eg haldi, at tað hevði verið øgiliga syrgiligt, um fyrireikararnir góvust við at skipa fyri Prix Føroyum, sigur Peter Møller Madsen, ið seinastu tríggjar Prix Føroyar finalurnar hevur umboðað Nibe Festivalin í Føroyum. Nibe Festivalurin er tann festivalurin, ið hevur havt flest føroyskar bólkar á skránni seinastu árini, líka síðan framførsluna hjá Clickhaze í 2001. Ein framførsla, ið royndi festivalfyriskiparin metur vera eina av størstu tónleikaupplivingunum, ið hann nakrantíð hevur havt.

 

– Hetta er eisini, ein tann framførslan, ið eg havi fingið flest jaligar afturmeldingar fyri, sigur Peter Møller Madsen í prátinum, ið vit gjørdu við roynda fyriskiparan, áðrenn tað var endaliga staðfest, at Prix Føroyar var avlýst.

 

Føroysku bólkarnir hava uppiborið luttøkuna
Síðan Prix Føroyar finaluni 2001, hevur Peter Møller Madsen havt eitt serligt forhold til føroyskan tónleik, og hetta er komið bólkum sum Gestir, Eivør, Høgna Lisberg, Brandi Enni og Messell til góðar. Men Peter Møller Madsen leggur dent á, at eingin føroyskur bólkur er komin á skránna uttan at hava uppiborið tað.

 

– Allir møguligir bólkar bæði danskir og útlendskir vilja fegin luttaka á festivalinum, so eg vænti ikki, at eg hevði havt lagt merki til føroyskan tónleik, hevði eg ikki havt verið til Prix Føroyar finaluna í 2001. Sjálvandi hevði eg ivaleyst havt hoyrt, um Teitur, tí hann er eisini eitt navn her í Danmark, men tað skerst heldur ikki burtur, at fyrstu ferð eg sá Teitur spæla var á Prix Føroyar finaluni í 2001, sigur Peter Møller Madsen.

 

Sera gjøgnumført og professionelt
– Tær tríggjar Prix Føroyar finalurnar, ið eg havi verið til, hava veruliga gjørt djúpt inntrykk á meg. Eg tosi nógv um Prix Føroyar í Danmark. Fyrst og fremst tí her er talan um eitt konsept, sum heldur. Prix Føroyar er sera gjøgnumført og professionelt fyriskipað. Tað er ikki bara eg, sum haldi tað, tað haldi eg, at alt danska ferðalagið tykist samt um, sigur hann og heldur fram:

 

– Vit hava havt nógvar rokkkappingar í Danmark, ið eru komnar og farnar – Men eingin hevur varað við. Her haldi eg, at Prix Føroyar er munandi betri fyriskipað. Fyriskipararnir hava veruliga rós uppiborið, tiltakið er veruliga flott.

 

Ein fantastisk søga
Peter Møller Madsen vísir á, at tað er sera torført at avloysa Prix Føroyar og tann týdning, ið Prix Føroyar hevur  fyri føroyskan tónleik.

 

– Um man veruliga vil út at fortelja hesa fantastisku søguna um tí høgu góðskuna, ið føroyskur tónleikur hevur, so er tað ikki nóg mikið at fara á messur, senda teldubrøv og pressutilfar. Hetta gera so nógv onnur. Har er Prix Føroyar eitt dømi um eina nógv betur tilgongd. Tú tekur fólk við á staðið, og vísir teimum tónleikin í praksis, tað fært tú ikki gjørt betur enn við Prix Føroyum.

 

Ikki sannførdur av AME
Peter Møller Madsen vitjaði á Prix Føroyar finaluni í 2001, 2003 og 2005, hann er tó ikki sannførdur um, at leisturin, ið varð valdur á AME tiltakinum í 2005 var tann heilt rætti.

– Hesin leisturin klæddi ikki Prix Føroyar so væl. At einans hava tríggjar Prix bólkar í finaluni er ikki nóg mikið, antin gerst tað ov einstátta ella ov skizofrent, ið fjør gjørdist tað t.d. eitt sindur ov nógv ein blúskonsert. Mær dámdi væl tónleikin, men Prix Føroyar datt eitt sindur á gólvið, sigur Petur Møller Madsen og heldur fram

 

– Annars er hugskotið við at hava teir bestu bólkarnar við fyri at krydda finaluna ikki heilt burturvið, t.d. kundu hesir spælt í millum Prix Føroyar finalistarnar, ið áttu at verið eini 6 í tali, soleiðis fingu miðlarnir og útlendsku gestirnir eisini uppliva teir, sigur Peter Møller Madsen.

 

Hann greiðir frá, at hann øll árini eisini hevur verið tikin á bóli av hvussu væl framleidd sjónvarpssendingin hevur verið, støðið hevur verið sera høgt.

 

Fáa tey røttu fólkini til Føroyar
– Nú veit eg ikki, um fíggjarlig atlit eru orsøkin til, at fyrireikararnir nú hugsa um at sleppa Prix Føroyum, men hetta hevði verið synd, sigur Peter Møller Madsen.

 

– Sjálvt um eitt tiltak ikki ber seg her og nú, so mugu vit eisini hugsa í framtíðar prognosum. Miðlarnir eru jú nógv uppi í Prix Føroyar tiltakinum, og teir hava eina skyldu, at bera nýggja mentan fram fyri hyggjarum og lurtarum sínum. Eg trúgvi eisini, at hetta er við til at geva teimum nýggjar hyggjarar, lurtarar og lesarar, sigur Peter Møller Madsen. Hann heldur eisini, at til hevði borðið at gjørt tiltakið eitt sindur bíligari, uttan at tað fór fyri skeytið.

 

– Eitt dømið er útlendsku gestirnir, við at gera útveljanina av hesum eitt sindur meira málrættaða, soleiðis, at tú fekst tey heilt røttu fólkini til Føroyar. Kanska havt eitt sindur færri, og so latið tey, ið vitja verið fólk sum veruliga vildu vera við til hetta, sigur hann.

 

Fyriskiparin av Nibe Festivalinum er als ikki í iva um, hvør besta Prix Føroyar finalan, ið hann hevur vitjað, var.

 

Hevði bookað eitt endurstovnað Clickhaze
– 2001 hevur eitt heilt serligt pláss hjá mær. Hetta var fyrsta árið, eg var í Føroyum. Kvøldið fyri finaluna var ein pallborðsfundur í Útvarpshøllini. Har vóru útlendingar í tónleikaídnaðinum í pallborðinum, og nógvir tónleikarar og onnur áhugaði vóru komin saman, tá var ein av spurningunum til pallborðið, hvussu føroyskur tónleikur kundi koma víðari. Svarið var, “finn tykkum eina nýggja Bjørk!” Kvøldið eftir upplivdu vit so eina nýggja Bjørk í Clickhaze, greiðir Peter Møller Madsen frá og heldur fram

 

–  Tað er eingin ivi um, at varð Clickhaze endurstovnaður, hevði eg booka tey uttan at blunka.

 

Hann heldur somuleiðis, at Týr var ein stór uppliving hetta árið.

 

– Hetta var fyrstu ferð eg vitjaði, og tað er lætt at ímynda sær, at var góðskan ikki so høg, so hevði eg neyvan komið aftur. Tað er sjálvandi deiligt at vitja eitt land sum Føroyar, men vit noyðast at kunna forsvara fyri okkum sjálvi at brúka tíð til tílík tiltøk, og í førinum Prix Føroyar kunnu vit altíð forsvara at luttaka., sigur Peter Møller Madsen at enda.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives