Eg havi fingið nokk!!!!

In: Hugleiðingar

21 Dec 2009

Samgongan og onkrir andstøðulimir hava viðtikið eina fíggjarlóg, ið tey ikki hava lisið, og sum við síni 2% av øllum kontum politikki, vitnar um fullkomiligan mangul uppá politikk og mangul uppá samgongu.

Hetta kann bert takast sum ein staðfesting av, at Føroyar liggur í stjórnarloysi.

Fíggjarlógin er 465 síður long og varð klár fríggjadagin, hon var viðtikin fyrstu ferð leygardagin, og endaliga viðtikin sunnudag, eingin tinglimur hevur havt tíð at lesa hana, í øllum førum ikki nóg væl til at skilja avleiðingarnar av henni.

At skera alt yvir ein kamb er ikki politikkur. Hetta er í besta falli ein roynd at halda fast í valdinum, hóast man als ikki hevur neyðuga førleikan.

Eg fari tí at biðja landsstýrisfólkini, Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Johan Dahl, Anniku Olsen, Jacob Vestergaard, Helenu Dam á Neystabø, Jørgen Niclassen, Aksel Vilhelmson Johannesen og Rosu Samuelsen, ið hava staðið aftan fyri hesa demokratiskt vanvirðiligu gølu, umframt Alfred Olsen, Andrias Petersen, Annfinn Kallsberg, Annitu á Fríðriksmørk, Bjarna Djurholm, Bjørn Kalsø, Edmund Joensen, Eyðgunn Samuelsen, Gerhard Lognberg, Hans Paula Strøm, Heðin Zachariasen, Heina O. Heinesen, Helga Abrahamsen, Jákup Mikkelsen, Jaspur Vang, Jógvan á Lakjuni, John Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen, Marjus Dam, ÓIa Breckmann, Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen, um at leggja frá sær. Tit hava gjørt nokk mest t‡dningarmestu demokratisku avgerðina í longri tíð til láturs.

Heimurin er í kreppu og tit hava ikki megna at geva okkum eina virðiliga fíggjarlóg – tit hava ikki megna at geva okkum eina veruliga fíggjarlóg. Tit hava svikið Føroyar, tit hava svikið álit veljarans og tit hava svikið tykkara ábyrgd. Gevist! Gevist! Gevist! eg bøni tykkum: GEVIST!

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives