Er løgmaður New Zealendari?

In: Hugleiðingar

21 Jan 2003

Eg havi júst verið í New Zealandi, deiligur túrur, har er summar í løtuni, so sólin skein fyri tað mesta. Ótrúliga vakur náttúra, eitt veruliga bergtakandi land. Meðan eg var har, vóru tað serliga tvær hendingar sum fingu nógv pláss í fjølmiðlunum. Fyrsta hendingin var eitt ódnarveður, sum sundursmildraði eina av teimum minnu oyggjunum, hetta var eitt ræðuligt ódnarveður og øll húsini á oynni fórust.

 

Næsta hendingin var, tá ein grind gjørdi landgongd á einari av hinum oyggjunum. Hetta var ein grind á 80 hvalir, ein fittur døgurða biti til New Zealendarar hugsaðu vit. Men nei, ístaðin fyri at drepa hesar stakkals hvalir, sum gjørdu landgongd, so fóru New Zealendarar mannsterkir frá húsum, at bjarga hesum neyðars hvalum.

 

Hetta varð kalla ein stór náttúru vanlukka, í samfullar 24 tímar royndu menn og konir at skumpa hesar hvalir út aftur á sjógv. Onnur stoyttu sjógv á svørtu kropparnar, soleiðis at teir ikki skuldu torna og doyggja, alt meðan hvalirnir spakuliga stoktust livandi í heitu sólini. Tá teir 24 tímarnir vóru farnir, vóru 15 hvalir slopnir aftur á sjógv, og tann seinasti av hinum 65 hvalunum var deyður.

 

Bjargingarfólkið var ólukkuligt, tíðindamaðurin var ólukkuligur, og býráðið á oynni var ólukkuligt. Ja, Býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalga land, eingin hevði loyvið at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverðum vóru burtur. Tá eg fór úr New Zealandi var enn ikki avgjørt um hvalirnir skuldu sleppa at liggja á strondini, til náttúran tók teir burtur, ella um kommunan skuldi taka teir burtur.

 

Meðan hetta mál fylti New Zealendsku fjølmiðlarnar, fylti málið um Jørgen Niclassen føroysku miðlarnar, og eg kann ikki heilt halda mær aftur frá at draga paralellir. Eg skal ikki fara og leggja meg út í um Jørgen er ein banditt ella ikki, ella um hvussu væl hansara leiklutur er í hesum máli luktar, men tá frágreiðingin ikki heilt klárt fríkendi Jørgen, var tað heilt týðuligt at Jørgen hevði gjørt landgongd. Sum politiska støðan er í dag var nemmasta og besta loysnin at skera Jørgen á háls beinanvegin, fólkaflokkurin kundi hervið fingið grind til døgurða (eitt sindur av trúvirði).

 

Men okkara fitti Løgmaður helt at synd var í hesum stakkals hvali, og eins og ein New Zealendari royndi hann at skumpa Jørgen út aftur, meðan restin av fólkaflokkinum oysti vatn á Jørgen. Men úrslitið var tað sama sum í New  Zealandi, hvalurin var gjøgnumstoktur livandi í sólini, jú gamaní Jørgen hevur vunnið nógva samkenslu millum fólk, men mundi sviðin ikki vera øðiligur í tingsalinum, eg yvist í um tað veruliga var vert sviðan.

 

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives