Ófantaligi Óli P.

In: Hugleiðingar

1 Apr 2003

Óli P. er ein fasistur. Óli P. er sjálvur fanin. Óli P. er ein maktsjúkur maður. Óli P. heilavaskar øll á  Sosialinum, eingin á Sosialinum klárar at hugsa ein tanka, uttan at Óli P. hevur hugsað hann fyri tey.

 

Heldur tú nakra av hesum ákærum vera stuttliga.  Nú kenni eg slett ikki Óla P., so eg ani ikki, um naka av tí, sum eg havi sagt, passar. Hetta er bara ein roynd at venda myndini eitt sindur við.

 

Hetta eru grovar ákærur, og eg hevði ikki torað at sagt hetta um nakran annan enn Óla P. og Sosialin, tí bæði Óli P. og blaðstjórin duga at síggja okkurt stuttligt í hesum. Hetta eru alt ákærur sum Óli P. hevur sett ímóti Høgna Hoydal og tjóðveldisflokkinum seinastu árini, og blaðstjórnin á Sosialinum hevur góðkent hesar ákærur, tí hetta er jú skemt.

 

Óli P. plagdi við kønari hond at speireka politikarar nøkurlunda javnt, hann var faktiskt ordiliga stuttligur, men hetta er eftir øllum at døma farin tíð.

 

Fregnir hevði í fjør eina uppteljing av hvussu nógvar tekningar Óli P. hevði havt av varaløgmanni, og tað var ikki smávegis. Tað er í sær sjálvum ikki so løgi, hann er ein almennur persónur, og Óli P. skal eitast at vera ein politiskur speiteknari, so sjálvandi teknar hann Høgna, men hví við so óndum penni. Tað stuttliga og argandi er horvið ístaðin eru tekningarnar næstan áloypandi.

 

Tekningarnar hava sjálvdan annað uppá hjarta enn at siga, at Høgni Hoydal er ein marktsjúkur maður sum heilavaskar øll, ella at Høgni Hoydal er fanin. Hetta er slett ikki stuttligt, hetta er einki minnið enn ein roynd uppá at fremja karaktermorð, at heilavaska fólk til at halda at Høgni er fanin.

 

Eg tosaði við eina gamla konu upp til síðsta val, hon segði mær at hon ikki visti hvønn hon fór at velja, men í øllum førum ikki Høgna Hoydal, tí hann hevði so ónd eygu. Nú er tað bara so at Høgni ikki hevur ónd eygu aðra staðni enn í tekningunum hjá Óla P., so spurningurin er hvør tað er sum heilavaskar hvønn.

 

Eg haldi at tað er ótrúligt at Sosialurin leggur baksíðu til henda perversa atburð, frá tí sum mest líkist einum súrðum gomlum manni.

 

Kanska kann henda klumma tykjast sum roynd uppá karaktermorð, men hetta ber slett ikki til tí Óli P. hevur langt síðan framt karaktersjálvmorð.

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives