Tungmálmur – tá vit rokkaðu 92 og 93

In: Hugleiðingar

10 Feb 2012
Niels Uni Dam liked this post

Á vári 1992 og 1993 vóru Tungmálmskonsertir í Havn við nøkrum av bestu tungmálmsnøvnunum tá.

 

Fyrst í nítiárunum var ein spírandi tungmálmspallur í Føroyum. Chase vóru nokk størsta  navnið, ið bert spældi harðan rokk, men stutt eftir hetta komu fleiri bólkar, ið vóru í harðara endanum. Bólkar sum Panic, Utopia, Bad Habbit, Spector, Arrival, Revival, Superior, Saxony, Oblivion og MC-Hár vóru allir bólkar, ið avbjóðaðu bygdasligheitina og danskpoppin, ið hevði verið útbreidd í serliga føroyskum útvarpi øll 80 árini. Men eisini á konsertpallunum, har bólkar neyvan framførdu uttan minst eitt lag hjá TOTO var á spæliskránni.

 

Í 1992 vóru vit fleiri tónleikarar, ið hildu, at tungmálmsbólkarnir vóru ov illa umboðaðir á konsertum. Tí tóku vit stig til hasa konsertina. Allir bólkarnir skuldu standa sum fyriskiparar, og so fingu vit Terja og Føstufressar at spæla eisini, bara fyri at hava eitt trekkplástur.So stórt var álitið á okkara konsept, kann man kanska siga. :-)

 

Avtalan við Tejra og teir var, at teir fingu helvtina av yvirskotinum. Restina skuldu tungmálmsbólkarnir deila, eisini lovaðu Føstufressar at spæla harðari rokk, enn teir vanliga spældu.

Fyrsta konsertin var í Badmintonhøllini og riggaði væl, á tann hátt at nógv fólk var, at framførslurnar vóru góðar og lagið millum áskoðararnar var gott. Men konsertin bar seg ikki, millum annað hvurvu pengar úr bilettkassanum, tá onkur fór at berjast í gongini og koppaði borðið hjá bilettsøluni.  Hetta merkti so eingin fekk nakað fyri framførslurnar. Allir bólkarnir endaðu við at skula gjalda nakrar hundra krónir, hetta var ikki nøkur stór upphædd, og allir bólkarnir uttan ein rindaðu gleðiliga.

Annars var tað feitt at fyriskipa, eg og Torkil Olsen vóru primus motor og gjørdu tað mesta av fyriskipanararbeiðinum, men so høvdu vit fundir, har allir bólkarnir luttóku, og fingu ymiskar uppgávur. Plakatin varð hondtekna av Mark Jiminez, sum var gittarleikari í MC-Hár tá. Hon sá totalt metal út. Høgni Andreassen sponsoreraði trykkið av henni, sum Einars Prent tók sær av.

 

Konsertin bar seg sum sagt ikki, men vit vóru nógv sum fegnaðust um hana, og tá eg og Jón Gaaseedal sáli komu inn í FUT nevndina um sama mundið, endaði tað við, at FUT yvirtók verkætlanina, og skipaði fyri Tungmálmi 93. Hendan konsert varð hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi, og gav eitt rættiliga fitt undirskot. Tá eg seinni sama ár flutti av landinum, og konsertirnar ikki høvdu borið seg fíggjarliga, valdi FUT at lata konseptið doyggja. Niðanfyri síggjast myndir frá báðum Tungmálmur konsertunum.

 

Luttakandi bólkar á Tungmálmi 92

Spector
Superior
Wolfgang
MC-Hár
Utopia
Panic
Terji og Føstufressar

 

 

Luttakandi bólkar á Tungmálmi 93

Lisa sær Dupult
Oblivion
MC-Hár
Betrayer
Saxony
Panic
Wolfgang
Revival

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives