Flagstjaldið kókaði

In: Ummæli

7 Aug 2011

Grandma’s Basement fylti stóra Flagstjaldið, og hetta hóast áhaldandi áarførið á konsertunum hjá Bobby Bare og Rasmus Seebach hevði gjørt sítt ítasta fyri at styggja fólk til hús.

Grandma’s Basement hevur fingið eina støðu sum ein tann best umtókti bólkurin millum føroyskan ungdóm. Blandið millum íoyrafallandi rokkløg og lætt tilgeingiligar tekstir rakar beint, og er hetta nokk eisini orsøkin til, at so nógv fólk vórðu verandi til konsertina.

Bólkurin er góður og spælir alsamt betur fyri hvørja ferð, eg hoyri teir. Framførslan og spæligleðin smittaði áskoðararnir sum hoppaðu og dansaðu seg heit. Tað er væl klára, at fáa so gott lív í  serliga tá tikið verður hædd fyri, hvussu vát og køld fólk vóru blivin. Serliga í eykaløgunum báðum, Getze og Hon fær ongantíð nokk kókaði í teltinum.

Grandma’s Basement arbeiðir við ætlanum um eina nýggja útgávu, og vit fingu smakksroynd av nýggja tilfarinum, tá bólkurin spældi lagið Syrahøvd. Lagið ber boð um, at bólkurin heldur fram við sum so sama konsepti, hóast ljóðmyndin var nakað øðrvísið við harmonikum, kassagittara og  við Hera Schwartz úr Boys in a Band á munnhørpu.

 

 

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives