bei bei 2002, afturlítandi orðaskvaldur

In: Hugleiðingar

11 Dec 2002

2002 verður í allar ævir kent sum botnárið  í Føroyum.

 

Undirsjóvartunnilin, sum lat upp fyri nøkrum vikum síðani, var nokk størsta botnupplivingin í árinum. Vit fara í allar ævir at síggja myndir av elstu konuni, sum fór gjøgnum holið, yngsta barninum, korruptasta politikaranum, klókasta vinnulívsmanninum og mest íslendska rennaranum. Ung sum gomul krupu gjøgnum holið, onkur skjótt og onkur seint, men øll kláraðu vegin fram.

 

Men hvør er so kenslan, sum liggur eftir, nú vit hava fingið tunnilin til Vágarnar. Tá prísirnir vóru kunngjørdir, sóu vit nakað av tí mest 80 ára líknandi politiska spælinum, sum vit hava sæð í nógv ár. Menn, sum halda seg vera egnaðar til at stýra Føroya landi, stillaðu seg alment fram og hóttu við at slíta samgongur, um politiska valdið ikki legði seg upp í viðurskiftini hjá einum partafelag.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum segði í ÚF, at hann hevði blandað seg tó ikki í fjølmiðlunum, men á rætta stað. Lokal patriotisman blómaði og enn einaferð gjørdist tað skilligt, at einasti vegurin til eitt veruligt demokrati er, at Føroyar gerast eitt valdømi. Á landsins tingi sita botnkorruptir, stórir og feitir breyðpolitikarar, sum bert hugsa um at sæta sær og sínum.

 

Men undirsjóvartunnilin er ikki einasta botnavrik í 2002. Í apríl setti veljarin í Føroyum landið í eina sovorðna støðu, at andaliga avstumpaðu helvitisprætikantarnir úr Miðflokkinum fingu veruligt vald.

 

Eitt annað botnavrik var, tá javnaðar tingmaður úr Sandoynni, legði eftir ginunum, um hesin ræddist ginur, ella um hann bert helt at tingmenn úr Sandoynni vóru so illa royndir við ginum, tað veit eg ikki, men harra Lognberg, legði dent á at ginusøgur ikki høvdu uppiborið mentanarstuðul.  Hetta var stak ójavnaðarkent, og varð dyssa niður av flokkinum líka so skjótt, sum uppgerðin millum Elin Lindenskov og Tórfinn Smith varð blivin nakrar mánaðar áðrenn.

 

Gerhard var ikki tann einasti politikarin sum ræddist ginusøgurnar, Jógvan á Lakjuni stakk enn eina ferð nøsina har, sum nøsin ikki átti at vera. Jógvan stakkalin hevur alt árið prætika móti rættindum hjá samkyntum, og nú ginurnar gjørdust hot, varð Jógvan skjótur at leggja uppí. Men hetta kann neyvan skelka nakran.

 

Eg vóni av øllum mínum hjarta, at 2003 verður árið, har sakleiki og kærleiki fara at leggja seg um Føroyar og fólk skilja, at vit bara skulu vera góð við hvønn annan.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives