Míni trygdaravrit av internetinum

In: Hugleiðingar

14 Feb 2012

Havi í dag sitið við einum diskettudrevi, og funnið fram gamlar tekstfílir, ið fara at verða lagdir út her á nudlar.net. Men í stóra bunkanum av diskettum, fann eg eisini hópin av trygdaravritum frá tíðini, tá internetið var nýtt.

 

Eg minnist øgiliga væl mínar fyrstu upplivingar við internetinum, tað var, tá eg byrjaði á universitetinum í august 1995. Her var tað serliga Faroechat á mirc sum var kul, at sita í einum universitetsbygningi á einum bøi uttan fyri Roskilde og tjatta við fólk, sum man kendi í Føroyum, tað var bygdasligt og hátøknilogikst alt í senn.

 

Eitt kvøldið í 1995, tá eg sat heima hjá mínum góða vini, Óla Olsen (seinni Óli á Deild Olsen), spáddi hann, at hetta her við internetinum fór at blíva heilt stórt. Hann segði, at í 2000 fóru øll heim í okkara parti av heiminum at hava internet. Óli var  onkursvegna eitt slag av mentori fyri meg um tað mundið. Vit vóru blivnir vinmenn á Handilsskúlanum, og fluttu niður í senn, báðir á Oyrasund. Hann las á RUC, og var tann, sum skeyt upp, at eg byrjaði at lesa har.

 

Men aftur til poengið – Hóast Óli visti nógv um hetta, og eg eisini sá stórt poteniali í internetinum, so loydi eg mær at ivast í, um internetið fór at blíva so stórt  og so skjótt. Veruleikin var nokk eitt stað mitt millum okkara forsagnir. Men bæði eg og Óli hava brúkt stóran part av okkara professionella lívið, aftan á universitetið við at arbeiða við internetinum.

 

Men afturi í 1995, so fekk eg mær eitt modem, so eg eisini kundi tjatta heima, og skjótt tjattaði eg eisini á útlendskum síðum, ið eg ikki minnist navnið á longur, og har hitti eg fólk av øllum møguligum slag úr øllum møguligum londum, ein frálík tíð, og tann annars so stóri og óyvirskoðiligi heimurin gjørdist skjótt minni og minni.

 

Eg kundi sita og samskifta við konservativar amerikanarar og royna at fáa eina fatan av, hví tey hugsaðu sum tey gjørdu, og eg kundi tjatta við líkasinnaði fólk úr øllum londum.

 

Eisini komu alt fleiri heimasíður, og har sá man alt møguligt, t.d var tað øgiliga imponerandi fyrstu ferð eg sá ein giff við flammandi bókstavum.

 

Eisini rendi eg meg frá tíð til aðrari í sextjatt, í prinsippinum hevði eg einki ímóti hesum, og tað hugnaði eisini meir enn so um køldu vetrarkvøldini á Oyrasundskollegiinum, tó at eg ongantíð bleiv tann stóri njótarin av hesum.

 

Men aftur sá eg potentiali, og eisini hvussu júst sex í alt størri mun fekk ein leiklut á hesum alheimsumfatandi telduneti.

 

Neyðars óspilti eg, sum kom úr pornoforskrektu Føroyum, fekk knappiliga ein møguleika at síggja naknar kvinnur heima í stovuni aftanfyri fyridrignar gardinur. Ikki bara í Se og Hør og Ekstra Blaðnum, umframt teimum pornobløðunum, sum eg keypti í fjarskotnum kioskum, tí tað var for flovisligt at keypa frá fólki, sum man skuldi hitta aftur. Hetta var fantastiskt fyri ein ungan stakan fýr. Ungar vakrar kvinnur, sum Assia Carrera, Kobe Tai og Jenna Jameson gjørdust skjótt gerandisgestir í íbúðini á Oyrasundi.

 

Hetta var ov gott til at vera satt, Forboðsføroyar vóru enn í blóðinum, so vandin fyri, at onkur skuldi steðga hesum, tyktist at liggja og lúra. So eg gjørdi, tað sum ein hvør ungur maður í mínari støðu vildi gjørt, eg tók trygdaravrit. Disketta aftan á disketta fyltar við myndum av hesum vøkru ungu kvinnum. So hevði man tað, um internetið knappiliga gavst við tílíkum.

 

Well, eg skal viðganga, at tað eru nógv ár síðan eg hugsaði um hesar disketturnar. Men tá eg í kvøld setti meg at leita eftir gomlum tekstum í mínum stóra diskettusavni, so rendi eg meg beint í trygdaravritini. So havi eg tey, um onkur knappiliga strikar alt pornoið av internetinum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives