Notatir til Frændur V ummæli í Kringvarpinum

In: Ummæli

25 Nov 2009

Frændur – eigur eitt heilt serligt pláss í føroyskari tónleikasøgu, hinar 4 studioútgávurnar hava sprenfult av hittum. Teir hava rakt føroysku fólkasálina.

Ein av styrkjunum hjá Frændum er, at teir hava tríggjar sangarar og sangskrivarar, ið allir kunnu bera leiklutin sum frontmenn, og sum eru rættiliga ymiskir, Rani og Eyðun líkjast sjálvandi eitt sindur, men Steintór er rættiliga ymiskur frá teimum.  Hetta ger útgávurnar hjá teimum rættiliga fjølbroyttar, hóast tær alíkavæl altíð hava ein reyðan trá, sum nokk kann nevnast eitt Frændur ljóð.

Hetta er eisini galdandi fyri hesa útgávuna, men eg haldi alíkavæl ikki, at tann reyði tráurin er líka týðiligur á hesari útgávuni. Frændur ljóðið er ikki so gjøgnumført, sum tað ofta hevur verið. Hetta haldi eg ikki, vera eina styrki fyri fløguna, tí Frændur ljóðið er blivið ein partur av okkara mentan. Eg hevði nokk vænta mær eina meira Frændur-kenda fløgu.

Onkri løg ljóða meira sum sololøg hjá Steintór, Eyðun ella Rana, og eg eri ikki sannførdur um, at tað er ein styrki. Men tað hevur nokk okkurt at gera við, at tað er so langt síðan, at Frændur gav nakað út, og at teir fungera nógv meira sum soloartistar nú, enn teir gjørdu fyrr. Rani er tann einasti av teimum, sum ikki hevur verið aktivur á útgávu síðuni síðan seinastu útgávu, og kanska er hetta ein av orsøkunum til, at hann virkar sum tann, sum hevur allar mest at bjóða á Frændur V. 

Húsin:
Eg haldi húsan vera ordiliga flottan, har er silvurbrúðleypstema, og lekkur grafikkur, ordiliga flott arbeiði. Kundi tó hugsa mær, at landslagsmyndirnar vóru føroyskar, virkar nokkso ófrændakent, at brúka danskar myndir.

Røddir – Rani Nolsøe orð og lag
Eitt gott Frændur lag, absolutt eitt av teimum bestu, og verður uttan iva nógv at hoyra í útvarpinum. Eg veit tó ikki, um tað verður ein ordiligur Frændur klassikari. Men hetta er eitt behagiligt lag, sum riggar, og er ein góð byrjan til fløguna. Teksturin er eisini fínur, stuttligt niðurlag, teksturin: “í kroppinum einum kvinna, brosandi og kær…”, eitt sindur øðrvísið.

Eyguni fylla – orð Steintór, lag Eyðun
Fínt lag, men orðini virka eitt sindur løgin til Eyðun, myndamál og rím sum virkar eitt sindur for upplagt. Hetta verður eitt sindur gamaldags og hátíðarligt. Serliga hetta við at brúka skipsmyndir í tekstinum, tað virkar ikki sum Frændur.

Steintór er mentur nógv sum yrkjari seinnu árini, eg haldi serliga á Kularrøtur fløgunum hevur hann gjørt nøkur ordiliga góð ting, men akkurát á hesum lagnum haldi eg ikki, at hann livur upp til tann standardin, sum hann er farin at levera.

Hesar oyggjar – orð og lag Steintór Rasmussen
Hetta er Føroyar 2, samfelagsrevsarin Steintór. Sjálvt hugskotið er í stóran mun nokkso kiksað, tí hesin formurin fyri samfelagsrevsan hoyrdi til 80’ini og er eitt sindut passé. Men akkurát Frændur kunnu gott, tí teir hoyrdu 80’unum til, so tað ger einki, um teir bevega seg innan fyri tær referensurammurnar, sum vóru góðtiknar tá. Tað er heldur eingin ivi um, at Steintór hevur sterkar meiningar um evnini, sum verða tikin upp í hesum sanginum, og um Frændur ikki kunnu gera protestsangir, hvør kann so?

Eg havi alíkavæl hug til at irriterast eitt sindur, um at har eru so nógvar og týðiligar intertekstuellar referensur til “Føroyar”, sum jú er teirra nógv størsta hitt. Tí við hesum blívur sangurin so nógv ein sequal, og tað er sjáldan at tílíkir rigga. Eg ivist tó ikki í, at hetta er ein av teimum sangunum, sum fara at hitta, og sum fer at rigga væl á konsertum.

Lat upp fangi – Lag: Peter LeMarc og Rani Nolsøe, orð: Peter LeMarc
Hetta ljóðar slett ikki sum Frændur, var tað fyrsta eg hugsaði, jú sjálvandi røddin hjá Rana er Frændur, men tað var tað einasta. Tá eg so hugdi á húsan sá eg, at Rani hevur skrivað saman við einum øðrum. Fínt behagiligt lag, og mær dámar ordiliga væl orðini. Eg haldi sum heild, at Rani eigur teir bestu tekstirnar á hesari fløguni, og sum so eisini bestu løgini.

Sig tú elskar – Orð og lag: Eyðun Nolsøe
Hetta er ikki eitt gott lag. Orðini hjá Eyðun er ikki betur enn næst best her, og lagið er heldur ikki super. Og kanska verri, lagið virkar sum tað onkursvegna útstillar teir eitt sindur stakato kendu neyðrímstrupulleikarnar í yrkingini. Eg haldi eisini, at Eyðun syngur henda sangin rættiliga irriterandi. Eyðun hevur eina fína rødd, men akkurát í hasum ræddarlagnum vísir hon seg frá eini ordiliga keðiligari síðu. Hví kann ein av hinum ikki bara syngja hann, um teir veruliga eru ein bólkur, so má tann sum hóskar best til at syngja hvønn sangin, syngja hann.

Tað besta til tín – Orð og lag: Steintór Rasmussen
Eitt ordiligt Frændur lag av Steintór Rasmussen. Steintór hevur eini serlig evni at skriva Frændur hitt, og hetta lagið kann uttan iva gerast til størsta hittið á hesari fløguni. Eg haldi eisini, at í hesari yrkingini vísir Steintór seg frá sínari bestu síðu, og vísir hvussu nógv betur hann dugur at skriva nú, enn hann gjørdi fyrr. Tað talar eisini fyri lagnum, at niðurlagið er ordiliga lætt at minnast og verður endurtikið umaftur og umaftur. Fínt lag.

Gyðja – Orð: Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen, lag: Rani Nolsøe
Hetta er rokkarin á fløguni, ordiligur 70-80 ára Klaksvíksrokkur, tað minnir meg um gamalt Hjarnar, Straight Ahead, men eisini Frændur, tá teir vóru ungir og óbrýndir av lívinum og Óla Poulsen. Teksturin virkar eisini, sum hann er skrivaður av onkrum ordiliga ungum, ein “Saman við tær” tekstur, so tað virkar ordiliga autentiskt – tíðliga 80’ara sligt, og eitt sindur farligt í mun til restina av fløguni, sum er nokkso pen. Ordiliga gott, nokk lagið eg velji at hoyra.

Tú tók ímóti mær – Orð og lag: Eyðun Nolsøe
Niðurlagið er eitt sindur for kiksað, tekstmessiga, at endurtaka “mítt lív var fult av fløkjum og mítt álit hekk á høkjum”, tað virkar nokkso komiskt,  og eg ivist í, at tað er tilætla, tí teksturin er nokkso álvarsamur. Annars haldi eg versini vera góð í hesum sanginum, og Eyðun syngur hann sannførandi.

Tú skalt fara – Orð og lag: Steintór Rasmussen
Lagið minnir eitt sindur um “Millum Frændur”, niðurlagið er fínt, men versini eru ikki líka sterk lagmessiga, og tey ljóða meira av Steintóri enn Frændum. Annars er teksturin eitt sindur rørandi, snýr seg um tað at lata børnini fara út í heimin, og um kenslurnar hjá pápanum Steintóri, gott og inniligt orða.

Hammershaimb – Orð: Janus Djurhuus, Lag: Rani Nolsøe
Stuttligt, at teir brúka ein ordiligan svervektara til orðini, eg kundi ímynda mær, at hesin sangurin hevði verið vælumboðandi fyri eina soloútgávu hjá Rana, saman við “Lat upp í fangi”, og lukkutíð fyri meg so dámar mær heilt øgiliga væl Rana. Alt í alt eitt flott lag.

Á ferð í hesum heimi – Orð og lag: Eyðun Nolsøe
Her er Eyðun ordiliga komin til sín rætt sum yrkjari, mær dámar ofta væl tað sum Eyðun skrivar, og rættiliga ofta rakar hann rætt, men ikki altíð, og eg haldi hansara størsti veikleiki, er at tá tað kemur til tekstin, dugur hann for illa at lúka frá tað, sum ikki er so gott. Men í hesum sanginum er hann fínur, eg trúgvi uppá hann. Lagið er eisini ordiliga pent og behagiligt. Eg kundi funnið uppá at valt lagið, eg ivist tó eitt sindur í hittpotentialinum, hetta verður neyvan eitt syngið-við-lag, men tað pjøvist alt ikki at vera.

Tann seinasti – Orð og lag: Steintór Rasmussen
Sum so eitt fínt lag, orðini eru heilt ok, nokkso tøtt og uppløgd rím, men saman við lagnum riggar tað. Eg haldi bara lagið er for langt til, at tað berur allan vegin heim. Næstan fimm minuttir, tað hevði ikki gjørt nakað, um tað bleiv skorið við tveimum minuttum.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives