Hørpuspælarin – Hanus syngur Poul F. notatir til ummæli í Kringvarpinum

In: Ummæli

24 Nov 2010

Hetta er eitt meistaraverk!

Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger hendan.

Eg havi hug, at siga, at hendan fløgan er uppaftur betur enn Gaman og Álvara, Lutvís tí Hanus syngur somikið væl, men eisini tí framleiðslan er so øgiliga góð.

Væl spæld, væl arrangera, væl upptikin og væl ljóðblanda og alt fullkomiliga trúfast móti Hanusi, soleiðis sum vit kenna hann, tá hann er best.

Eg bleiv so glaður, tá eg sá, at Hørpuspælarin var tittullagið á hesari fløguni. Tann yrkingin er í mínari metan sjálvt høvuðsverkið í skaldskapinum hjá Poul F, so hvat er meira hóskandi á einari fløgu, ið væl kann gerast høvuðsverkið í tónleikinum hjá Hanusi.

Eg haldi, at Hanus fær tað besta fram í Poul F., tí tá man lesur yrkingasøvnini hjá honum, so er hann ikki líka sjarmerandi, sum tá Hanus framførir hann.

Skaldagávurnar hevur hann betur enn teir flestu, men hann er samstundis í støðum rasistiskur, øgiliga høgravendur politiskt, beinleiðis ófantaligur og óndur. Hann hevði ikki altíð tað fittasta lívssýni, men hetta varnast man ikki, tá Hanus syngur hann. Lutvís tí, at Hanus velur tær yrkingar sum hann ger. Men bert lutvíst tí t.d. “Ei svarar úr loyndardýpi”. Yrkingin virkar ikki serliga annstyggilig á fløguni. Eg sá, at  ummælaran í Dimmu segði, at yrkingin er samfelagsrevsandi. Tað vitnar um manglandi kunnleika til Poul F.  Yrkingin er í mínari metan slettis ikki meint samfelagsrevsandi. Hatta er meira ein staðfesting hjá Poul F. av hvussu hann kennur tað, og hvat hann heldur.

Í samrøðu við meg afturi í 1993, tá fortaldi Hanus, at hann hataði plátir, tí tær eru deyð ting. Hann greiddi mær frá, at tónleikur skal berast út av fólki til folks og ikki av deyðum tólum. Eg helt tá, at tað var eitt nokkso áhugavert sjónarmið hjá einum manni, sum við Ommu Ludvík hevði havt eitt tað størsta hittið seinastu 10 árini, umframt eina aðra landaplágu við 18, og sum síðan hevði givið út eina plátu, sum seldi yvir 3.000 eintøk.

Men hann greiddi mær frá, at fólk høvdu plága hann í áravís at geva fløgu út, og at hann var farin í gongd fleiri ferðir, men at tað datt niðurfyri aftur. Men eftir sum Poul F. fylti 90, og hann hevði rættiliga nógvar løg, sum vóru gjørd til yrkingar hjá honum, hevði hann gjøgnumført hetta.

Hanus er øgiliga pertentligur, tá tað kemur til ljóð, eg havi onkuntíð spælt har sum hann hevur spælt, og ljóðroyndirnar hjá honum hava tikið øgiliga langa tíð. “Gaman og álvara” bleiv ljóðbalnda tvær ferðir, báðu ferð í dýrum studioum í Danmark. So tað er ordiliga gleðiligt, at hann hesaferð er sloppin at arbeiða saman við teimum bestu fólkunum vit hava í Føroyum.

Eydnulandið – Millum Heims og Heljar:
Langtanin eftir Himmalinum, ið ikki er til, statement, byrjan.
Yrkjarin Poul F., ið á ein ótrúliga vakran máta lýsir langtanina eftir himmalinum, kundi verið ein sálmur, men so er endin bara ordiliga speiskur. Fangar yrkjaran væl, tí hann nemmiliga meistrar tað vakra so væl, og samstundis kann vera so fanansaktigur. Ótrúliga gott, eg síggi næstan eina møtifjøld fyri mær, sum situr og lýður á við gleði, og so bara fær ein frammaná – BANG!. Tónleikurin byggir bara stemming, feitt kór liggur undir, og minimalistiskt spælt. Av meistarligum tónleikarum og sungið so vakurt og inniligt av Hanus, og tá poeingið er sagt, so steðgar sangurin, fantastiskt.

Hjartanskæri dýrdarskattur:
Kærleiksyrking, hálverotisk, hetta er ein styrki hjá Poul F. Tað er vakurt og onkuntíð hálvfúlt, men enn vakurt. Lagið er eitt sindur lívligt, og hevur meira erotikkin enn romantikkin yvir sær

Grønlandsfararin og gentan – Lívsins Kvæði:
Ótrúlig sorgblídni í teksti og lagi og sangi. Eitt av teimum løgunum, ið beinanvegin fangaði, teksturin er so sentralur. Poul F. var ein ótrúliga fólksligur yrkjari, skrivar til vanliga fólki, og vanliga fólki tá, var sjómaðurin. Hetta er ein ordiliga kend støða. Poul F. sigldi sjálvur, tá hann var heilt ungur, so hann kennur tað, at skula fara avstað.

Ei svarar úr loyndardýpi – Millum Heims og Heljar
Her er tann politiski og rái Poul F. tann sami, sum vit kenna úr deyða Magnusar Heinasonar, feelið í lagnum minnir ikki sørt um Deyða Magnusar Heinasonar. Eg haldi Magnus Johannesen og Andras Olsen skapa ein ræðuliga feitan stemming her.

Kom Høvdingi frá Golgata
Rátt og vilt, og rokkut, aftur er andsøgnin í frelsandi og myrðandi harranum í yrkingini. Sum so bara orðini hjá einum dómadagsprætikanti, men í hesum forminum verða tey løgd nakin.  Eg haldi, at tey villu løgini á hesari útgávuni riggað betur enn tey villu á Gaman og Álvara, tað er orsaka av teimum góðu tónleikarunum,

Kvirra – Lívsins Kvæði
Eitt slag av millumstykki, næstan tosar við tóna, yvir tónar, tað var eisini tílíkt á Gaman og Álvara, og tað samlar eitt sindur.

Karina – Millum Heims og Heljar (týðing úr svenskum)
Øgiliga gott lag, klassiskt Hanus lag, pent og inniligt og vøkur sorgblíð orð hjá Poul F. Vakri Poul F. og fangandi lag. Tónleikurin og kórið stiðja væl uppundir. Aftur púra diskret stemningsskapandi kór. Sum er 100% trúðfast móti Hanusi.

Sævarmoy – Millum Heims og Heljar (týðing úr finskum)
Hetta er eitt ótrúliga vakurt lag, Hanus syngur við so lágum tempo, og vakurt, at eg næstan ikki kann trúgva tí:

Spæl brot: 1. Vers + kór

Og so kemur kórið inn, hetta er so vakurt, og sorgblítt.  Inniligt kærleiksyrking til føroyska málið.

 

Til mitt eftir lívslangara leitan nýfunna dreymafljóð – Ramar Risti Hann Rúnirnar
Hetta er fyrsta yrkingin hjá Poul F. sum Hanus fekk fatur á, og hann gjørdi tá lag til hana. Um tað er hetta lagið ella ikki veit eg ikki. Men hetta er tað, sum byrjaði øllum Poul F. sambandinum hjá Hanusi, so tað er deiligt, at tað eisini sleppur við.

Nokkso alternativ version, her brýtur tað eitt sindur frá Hanusi, og blívur eitt sindur veitslukent, eitt sindur Budam og Teitur, ella sirkus yvir tí. Men tað gevur fløguni eina aðra dimension. Hetta eru nokk millum tey kendastu orðini hjá Poul F., so tað ger einki um tónleikurin fær størri pláss her, og tað ger einki um Hanus mumlar eitt sindur, tí vit vita hvat hann syngur.

Spæl brot 2.20 – 2.57

Hørpuspælarin – Lívsins Kvæði
Hetta er sjálvur hornasteinurin í øllum skaldskapinum hjá Poul F., hetta er ein ófatilig lýsing av tí, at vera skald. Eg føli hvørt orð fara út í hvønn krók í kroppinum, tá eg hoyri hetta. Hanus og Poul F. ganga upp í eina hægri eind.

Spæl brot 1.33-2.14

Eg leiki á hjartastreingjum
Sálmar, sum eitrandi spott…

Tónleikurin er eisini ótrúligur her. Aftur her verður tann neyðuga virðingin givin til orðini, undirspælið er minimalistiskt, men eisini varierandi til røddina hjá Hanusi og innihaldið í lagnum, tað saman við áhugaverdu søguni, ið teksturin sigur, ger hetta ordiliga langa lag áhugavert.

Eg tosaði við framleiðarar Mikael Blak um hetta lagið, tí tað er so væl eydnað, at tað skarðar framúr. Hann segði, at teir høvdu havt torført við at fáa lagið at rigga ordiligt, og noyddust at spæla tað inn live úr enda í annan, og tað er ikki bara bara, tí har eru 11 vers, og lagið er 8 ½  minutt, so tað krevur sínar tónleikarar, at gera tað somikið gott.

Góða ongantíð fer tú úr huga – Lívsins Kvæði:
Hetta er eitt ófatiliga vakurt lag. Kærleiksyrkjarin Poul F. Sungið so vakurt og inniligt av Hanusi. Yrkingin er skriva av einum gomlum Poul F., ið sær lívsins vetur koma nærri, og fyrireikar seg til tað. Hetta er ordiliga vøkur orð, sum eru uppi ímóti teimum vakrastu yrkingunum hjá Poul F., sum t.d. “á kundi á tíðarhavi” eisini er.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives