Gospel í heimsflokki

In: Ummæli

8 Aug 2008

Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell.

 

Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews – Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við at varnast Lindu, ið legði dent á, at Føroyar er hennara heim, ið hon er errin av, ikki minst, tá hon vísti Føroyar fram fyri sínum útlensku tónleikavinum.

 

Eg smeltaði

Við sær hevði Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trummum og tríggjar fantastiskar útlendingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leveraðar hegnisliga og við stórum kreativiteti. Bæði Linda og kórið sungu sum dreymar, og ljóðmaðurin gjørdi sítt til fulnar. Sjálvt ein svorðin R’n’B hatari sum eg smeltaði og bleiv rørdur av tónleikinum. Hetta kanska serliga tí Linda er ein gospel diva, ið ikki dettir í út-tambaðu R’n’B grøvina í øllum førum ikki so ofta og ikki long pettu í senn. Løgini vóru eisini øgiliga væl arrangeraði, soleiðis, at tað var áhugavert at lurta at, vøkur kór og góð balansa millum instrumentini.

Løgini vóru í stóran mun av fløguni Relevation, ið Linda gav út her fyri. Gospel løg, ið høvdu týdning fyri hana tá hon var yngri. Eisini sluppu vit at hoyra, “Nú eg ásjón tína søki” av fløguni “Vit kunngera Jesus”, ið man vera mest kenda hjá Lindu í Føroyum

 

Star quality

Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari. Men tað er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað snúði seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað kropsliga gruvið, ið ofta eyðkennir gospel sangarar. Eisini vóru hennara lítlu røður millum løgini margháttligar – pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var ein oddakvinna við stjørnudusti, sum tosaði við okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi workshop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað kendist løgið.

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives