Tryggur gamal poppur við Duran Duran

In: Ummæli

4 Jul 2005

Duran Duran fingu heiðurin at lata appilsingula pallin aftur leygarkvøldið á Roskilde Festivalinum. Bólkurin kom heiðurliga frá uppgávuni, uttan tó nakrantíð at gerast fantastiskur.

Duran Duran borðreiddi við tryggum og kendum poppi, sum fall væl í oyrini á áhoyrarunum, sum livdu við í hesið funky dansiveitsluni. Vit fingu eina ferð í lagaskattinum hjá bólkinum, sum er bæði stórur og góður.

Eins og Black Sabbath er Duran Duran úr Birmingham, men tónleikurin hevur tó slettis ikki somu dýpd og hevur slettis ikki havt sama týdning sum tann hjá Sabbath, men sum heild er talan um góðan lættan pop, og konsertin varð ein jalig uppliving.

Tann eitt sindur serliga røddin hjá sangaranum, riggar væl til teirra pop, og serliga lagið Ordinary world var flott. Tá sungu øll við, og tað var vakurt. Lagið Rio, sum Foo Fighters fyrr um dagin høvdu tolkað, fall eisini í góða jørð. Manningin í Duran Duran var kanska gomul, men ikki ring.

Konsertin gjørdist dekan ov long, tað kendist næstan eitt sindur pínligt, tá allur bólkurin og fleiri av teimum, sum hjálpa til aftan fyri pallin skuldu presenterast. Hetta tók út í móti einum mannaminnið, og eg mundi gloymt, at konsertin eina løtu hevði verið rættuliga góð.

 

 

Áhoyrarin: Birgit á Heygum, lesandi

Mær dámdi ikki Duran Duran serliga væl. Framførslan var ikki so góð.  Eg kenni ikki so væl Duran Duran, bara tey kendastu løginini. Men tað var yvirraskandi, at teir spældu so harðan tónleik, hevði vænta bleytan popp allan vegin, men tað var positivt, at teir rokkaðu eitt sindur.

 

Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives