Handan Nudlar
Handan hesa síðu standi eg, Niels Uni Dam. Eg eri 39 ára gamal havnarmaður búsitandi á Argjum. Vitja meg á Facebook.com/nielsuni
Tilber eisini at hitta meg á maili á nielsuni@gmail.com
Á nudlar.net fari eg at ummæla fyrst og fremst tónleik. Somuleiðis arbeiði eg við at leggja út savn av áhugaverdum greinum, ummælum, samrøðum og hugleiðingum, ið eg havi latið úr hondum, síðan eg byrjaði at skriva. Sjálvandi koma eisini hugleiðingar o.a. tílíkt á hesa síðuna, so hvørt eg skrivi hesar. Harumframt ber til at fylgja mínum renniloggi úti í høgru síðu á hesari síðuni, og okkurt myndasavn, sæst í høgru síðu av heimasíðuni.
Eg vóni sjálvandi, at kunna samstarva við hinar miðlarnar, so sum Listinblog, og teir meira etableraðu miðlarnar, og teir eru vælkomnir at seta seg í samband við meg, um tey ynskja at brúka tilfar frá hesari síðu..
Møguleiki er at lýsa á hesari síðu bæði í høgra bredda og ovast á síðuni. Hevur tú áhuga í tí, ella ynskir tú at stuðla mínum ummælisvirksemi, ber til at seta seg í samband við meg á nielsuni@gmail.com.
