Meðan eg hugdi at landsdysti

Eg fór at hugleiða eitt sindur í gjárkvøldið (ja, eg veit væl, at tað er skítfarligt). Men eg byrjaði at keða meg aftur við landsdystinum, eftir at seinna málið var komið.

 

Eg mintist aftur á Landskronadystin móti Eysturríki, og kanska serliga javnleikin móti Norður Írlandi, tá Kári Reynheim var í velmaktini. Eftir dystin vóru Havnargøtur fullar av bilum, ið koyrdu runt og floytaðu. Veitsla var í gøtunum, tí  í svárastu niðurgangstíðum fingu vit okkurt at gleðast um, og vit gleddust øll.

 

Síðan tá hevur landsliðið havt fleiri aldudalar, men tað er nokk eingin ivi um, at djúpasta dalin vóru vit í, beint áðrenn Brian Kerr tók við venjarastarvinum. Fólksligi uppbakningur var nærum burtur, og tað var ofta beinleiðis deprimerandi at hyggja at laka innsatsinum hjá okkara monnum. Landsliðsbrandið hevði tað ikki gott.

Men við Kerr kom fightaraviljin aftur, og sum Eli Hentze segði í sjónvarpsstovuni í gjár, so krevja vit bara av okkara monnum, at teir kempa.

 

Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.
Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.

Eg var eisini ein av teimum nógvu, ið fyltu Tórsvøll, tá Finland vitjaði her fyri, og tað var fantastiskt at síggja, hvussu nógv var broytt, fólksligi uppbakningurin var veruliga aftur, og FSF hevði enntá megna at savna føroysku fjepparafeløgini, so okkara menn blivu drivnir fram av sangi og rópum.

 

Landsliðið hevur fingið flutt sítt image so ófatiliga nógv seinastu árini, ikki minst orsakað av eldhugaða arbeiðinum, hjá mínum fyrrverandi starvsfelaga Tróndi Vatnhamar, marknaðarføringin um brandbyggingin hevur verið sera væl eydna, og tað kulmineraði á Tórsvølli móti Finlandi. Tá stóri skarðin av syngjandi fjepparum heiðraði Trónd eftir Finlandsdystin, var eingin í iva um, at Tróndur eisini var headmaður fyri at savna feløgini at heppa.

 

Fyrsti hálvleikur í gjár, gav mær flashback til farnar tíðir, tí sum Eli segði, vit krevja bara at tit kempa, og alt ov nógvir gjørdu ikki tað í gjár. Seinni hálvleikur var klárt betur, og tí vóni eg, at hetta var ein of- hálvleikur, og at vit aftur síggja landsliðið kempa á Tórsvølli mótir Ungarn.

 

Eg má tó siga, at eg stúri eitt vet, tí teir báðir, ið framum onnur hava lyft brandið hjá landsliðnum frá at vera ímyndin av tapi, til aftur at vera stoltleiki fyri tjóðina, eru ikki longur umborð.

 

Fyrst megnaði FSF at spæla sær av við Brian Kerr, og nú fyri nøkrum vikum síðan, slapp sama FSF sær av við Trónd Vatnhamar, fáa vikur eftir at hansara arbeiði hevði kulminera við Finlandsdystinum.

 

Eg vóni ikki, at mín stúran er røtt, men har tykist at vera okkurt galið í FSF, hví heldur man ikki uppá síni sterkastu kort?

 

Søgan um MC-Hár – stripparar og all-stars manning

Vit hoyrdu í fyrru pørtunum av hesari frásøgn um tíðina, tá MC-Hár varð sett á stovn, og um hvussu bólkurin gjørdi sínar báður fløgur: Framvegis uttan vit og Burn Me. Vit hoyrdu eisini hvussu stórar útskiftingar vóru í bólkinum, og hvussu bólkurin megnaði at enduruppfinna seg til Prix Føroyar 1999 fyri síðan aftur at fara í skeljasorð.

 

Niels Uni verður interviewaður áðrenn framførsluna hjá Yst í Miðvági.
Niels Uni verður interviewaður áðrenn framførsluna hjá Yst í Miðvági.

Vit eru nú komin til eitt stilt ár 2000, har ikki nógv hoyrdist til MC-Hár. Móti heysti stovnaðu limirnir, sum búðu í Keypmannahavn Niels Uni og Jónas bólkin Yst, saman við songkvinnuni Annu Kristin Bæk, DJ’inum Eyðfinn Drewsen og gamla MC-Hár trummaranum Peturi Dalsgaard.

Yst spældi disko rokk, og Jónas Bloch Danielsen var høvuðslagskrivari og Niels Uni gjørdi tekstirnar.

Jónas kallaði stílin fyri DRADL (Disko Rokk Annars Deiliga Líkatil). Eitt gamalt óinnspælt MC-Hár lag,  slapp við á skránna, tá bólkurin luttók á Prix Føroyar undanumfarinum í Miðvági í 2001, í hesum sambandi kom eisini Heri Reynheim við í bólkin. Framførslan var tó ikki nóg góð til at basa stórfavorittarnar Tangz og 200, ið spældu seg í finaluna. Men ætlanin var tó at halda fram.

Screen Shot 2014-08-05 at 01.49.07Tað vísti seg tó, at áhugin fyri MC-Hár var størri enn áhugin fyri Yst, bæði millum limirnar og konsertfyriskiparar, og tá MC-Hár vóru bidnir at luttaka á Ólavsøkukonsertini í 2001, datt Yst heilt niðurfyri.

Ólavsøkukonsertin í 2001 skuldi gerast ein varði á leiðini fyri MC-Hár. Hóast bólkurin næstan var farin í upploysn, júst tá populariteturin var størstur, so vóru teir fýra, ið vóru eftir í bólkinum fult uppsettir uppá, at halda fram.

Tað skal tó sigast, at tað var ræðandi at halda á uttan Trónd, ið spældi ein størri leiklut enn nakar annar í lagsskrivingini á báðum fløgunum, ja fyri at vera heilt erligur í øll árini.

Tí kravdi tað nakað serligt, fyri at fara í gongd aftur við MC-Hár. Hetta serliga var í hesum førinum at verða bookaðir til ársins størsta spælijobb tá á døgum, Ólavsøkukonsertina.

Men tað var sera trupult at avgera, hvør skuldi avloysa Trónd, bæði sum sangara og ljómborðsleikara, tí tað skuldi gjarna eisini vera ein, ið tók lut í lagaskrivingini.

Tá boð var eftir MC-Hár til ólavsøkukonsertina í 2001, var eitt buzz í luftini. Teir høvdu spælt nógv og verið populerir, og vóru so knappiliga horvnir. Bólkurin føldi eitt trýst á sær, tí teir vóru lanseraðir sum eitt av høvuðsnøvnunum og spældu seint, og ja seint var gott.

Screen Shot 2014-08-05 at 01.48.42
Jens á síni fyrstu MC-Hár konsert, eisini á myndini sæst Rókur, ið hevði sína fyrstu framførslu sama dag, hóast hann var komin í bólkin hálvt annað ár eftir Jens.

Man roknaði við nógvum fólki, og tí var hetta ein vinn ella forsvinn konsert. Fríði Øster, hevði játta, at hann kundi spæla, tá hann hevði tíð, og hesaferð hevði hann tíð at spæla, Jens var tendraður, eftir at hava verið limur í bólkinum í hálvt annað ár, uttan somikið sum eina venjing. Heri, Jónas, Niels Uni og Allan vóru enn við, so har manglaðu sangrøddir fyri Trónd og Niels og ein ljómborðsleikari.

MC-Hár vendi sær til Magnus Johannesen, hann dugdi alt, og hevði í Taxi víst, at hann eisini dugdi at larma. Hann segði beinanvegin ja.

So manglaðu tvær sangrøddir. Mest upplagda valið var Terji Rasmussen. Hann var vinur av bólkinum. Og fyri Niels Una ein av orsøkunum til, at hann byrjaði at spæla tónleik, og saman við Dee Snider høvuðsfyrimyndin á einum palli. Terji segði eisini ja til at luttaka.

Besti sangari í Føroyum beint tá, var Rókur Jákupsson Jakobsen, so hann bleiv sjálvandi eisini spurdur, og svaraði eisini ja. Hetta var ein sonn all-stars manning, ið fór á pallin í Kommunuskúlagarðinum.

Screen Shot 2014-08-05 at 01.49.29MC-Hár heðvi áður ætla at hava stripparar við á pallin á ólavsøkukonsertini, men onkur gudiligur í FUT nevndini hevði niðurlagt veto. Men nú var nevndin meira tolsom, við Kaj Johannesen á odda. So avtala var gjørd við Kaggan, ið hevði stripparar hesa ólavsøkuna, um at lána tær eina løtu.

Ljósmaðurin Egil Barclay Høgenni Hansen skudli gera ljós, hann og Johan Faulkner Mouritsen fóru all in, og bygdu eitt risastórt hjarta, ið skuldi breiða kærleikan út til fólkið.

Eini 4000 fólk vóru komin saman í Kommunuskúlagarðinum, og har var eitt øgiligt lív í.

MC-Hár vóru aftur, eingin ivi um tað.

(Ólavsøkukonsertin 2001 filmað av Karl Anton Klein)

 

Hetta gjørdist tó einasta konsertin hetta árið, og eisini eiasta konsertin, ið Fríði Øster, Magnus Johannesen og Terji Rasmussen spældu við MC-Hár í hesum umfarinum.

Framhald kemur

Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

Genta
Mynd: Marius Listamaður 2011.

Eg hoyri argumentini, at Ísrael má verja seg, eg hoyri argumentini, at Hamas brúkar børn sum skjøldur. Men eg má siga, um tín fíggindi brúkar børn sum skjøldur, so skalt tú altso lata vera við at skjóta! Serliga skalt tú lata vera við at skjóta tey við rakettum og bumbum!

 

Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

 

Lat meg endurtaka: Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

 

Á báðum síðum eru sterkar kreftir, ið ynskja kríggj, á báðum síðum eru fólk, ið tjena uppá kríggj.

 

Á báðum síðum er góð fólk og ónd fólk. Men tá 239 børn er deyð, so eiga vit at semjast um, at okkurt er heilt galið.

 

Eg skilji stutt sagt ikki tykkum, ið taka støðu við einum av pørtunum í hesum stríðnum.

 

Um tú brúkar børn sum skjøldur, so ert tú eitt reyvarhol.

 

Velur tú at loypa á eitt barnaskjøldur so ert tú eisini eitt reyvarhol.

 

Her eru talan um tvey stýri, ið áttu at verið sett frá og koyrd í fongsul!

 

Góðu føroyingar latið vera við at stuðla barnadrápið.

 

Sambært Ekstra Bladet, so var yngsta offrið 3 mánaðir gamalt, hvussu kann nakar stuðla tí?

 

166 av børnunum vóru undir 12 ár, eg havi ein son, sum er 12 ár, ein sum 10 ár og ein sum er 6 ár. Eg kann ikki ímynda mær pínuna, ið øll foreldrini og systkini føla um missin. Eg kann satt at siga ikki ímynda mær eina einastu støðu, har eg helt, at tað var ok, at onkur skeyt míni børn. Tí tað er ikki ok, at skjóta børn!

 

Neyðugt er, at mannarættindadómstólurin traðkar inn og búrar bølmennini í ísraelsku og palestinensku barnamordarastjórnunum innið, og smitar lykilin burt!

Søgan um MC-Hár – viðgongd og fráfall

MC-Har-Jassurin 01Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað.

Les fyrsta part av søguni her

Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu í 1998 undir navninum ”Lucy Nation”, hetta var ein bólkur, ið sang á enskum og bert spældi uttanfyri Føroyar, umframt Niels Una, Trónd, Petur og Torkil spældu Jónas Bloch Danielsen á gittar, Jógvan Joensen á bass og Malan Eyðunsdóttir í Lucy Nation.  Lucy Nation luttók í stóru evropeisku tónleikakappingini Emergenza. Fyrsta konsertin í hesum samanhangi var á spælistaðnum Backfish á Prinsessegade í Keypmannahavn. Har spældi bólkurin seg víðari í semifinaluna, sum varð hildin í Vega, í tí minna salinum. Her eydnaðist tó ikki at sannføra áskoðararnar um, at hesin bólkur skuldi stemmast víðari.
Sum altíð tá, tað snýr seg um kappingar har áskoðararnir avgera, hvør kemur víðari, so komu teir bólkarnir, ið høvdu flest fjepparar víðari.

Tá MC-Hár spældi á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali 1998, vóru fleiri Lucy Nation løg á skránni, m.a Offblend, ið MC-Hár spældi inn á TUTL Live 25 ár fløguna og Letters From a Me, ið varð spældur í Prix Føroyar finaluni 2003 við føroyskum teksti og heitinum “Undrandi”. Eisini vóru Malan Eyðunsdóttir á sangi og Jónas Bloch Danielsen á gittari við MC-Hár hesaferð.

Spark Buzz N rappaði ígjøgnum ein BR bandupptaktara í lagnum Off Goes The Pistol. Hetta lagið var annars seinni við á fløguni hjá Lucination, tó við Trónda Bogasyni í rapparaleiklutinum.
Spark Buzz N rappaði ígjøgnum ein BR bandupptaktara í lagnum Off Goes The Pistol. Hetta lagið var annars seinni við á fløguni hjá Lucination, tó við Trónda Bogasyni í rapparaleiklutinum.

Hendan konsertin varð øll filmað, hetta gjørdist eisini konsertin, tá Alexander Gaard fyrstu ferð gjørdi ljóð hjá MC-Hár, hann hevði gjørt ljóð hjá Lenu Andersen í høllini við síðurnar av og kom inn at lurta, tá fyrireikarin Brandur Øssurson heitti á hann um at taka yvir knøttarnar, tí tann ljóðmaðurin, ið gjørdi ljóð ikki maktaði uppgávuna nóg væl.

Øll konsertin er upptikin á kamera, og man hoyrir týðiliga mun á, tá Alexander tekur yvir. Samstarvið við Alexander hevur eisini hildið fram heilt til dagin í dag, har hann er fastur fúsur handan knøttarnar, tá MC-Hár spælir.

Hetta var somuleiðis eisini fyrstu ferð, at MC-Hár framførdu í svørtu klædningunum, ið hava fylgt bólkinum síðan tá. Á fløguni Framvegis uttan vit er eitt gjøgnumgangandi tema, um eina religiøst samtak, ið eitur “Seytjan Svakar Sektir” SSS, og sektin er víst á fløguhúsanum av 17 monnum í klædningi, við reyðum SSS armbondum. Tí valdu MC-Hár at lata seg í sum Seytjan Svakar Sektir á konsertini.

 

Stutt eftir hetta valdu tey í Lucy Nation at sleppa rapprokkinum og heldur spæla popprokk, Niels Uni og Jónas vóru samstundis koyrdir úr donsku útgávuni av bólkinum. Teir hildu tó báðir á í MC-Hár. C-987B var farin úr bólkinum fyri at konsentrera seg um hin bólkin, ið skifti navn til fyrst Crumb og síðan Lucination.

mcnh9806Niels Arge Galán avloysti C-987B, og kom sosttatt við aftur í bólkin, Niels hevði fyrstu ferð spælt við MC-Hár á Tungmálmi ’93 og var eisini gittarleikari á fyrsta innspælda lagnum hjá MC-Hár “Symphony of Irony”, umframt at Niels syngur á fleiri løgum á “Framvegis uttan vit”.

MC-Hár luttók á Prix Føroyum í 1999, og slepti í hesum sambandi fjolluttu rappdulnevnunum. Bólkurin var nú mannaður av Niels Una Dam, Allani Mortensen, Niels Arge Galan, Trónda Bogasyni, Hera Reynheim, Jónas Bloch Danielsen og Peturi Dalsgaard. Innleiðandi umfarið var í Miðvági, har spældi m.a. ein nýggjur spennandi bólkur, ið æt Clickhaze. Clickhaze tók øll og alt á bóli við sínum tónleikastýli, ið tey kallaðu Rip Hop. Eisini spældu fyrrverandi Prix Føroyar finalistarnir Bimbs og Lucy Nation, ið nú æt Crumb. Hetta gjørdist eitt sera hart umfarð, men tá kvøldið var av stóðu Clickhaze og MC-Hár eftir við finaluplássunum. Clickhaze nummar 1 og MC-Hár á øðrum plássi.

Við kenning og í ovfarakáti rópti Niels Uni av pallinum, eg elski tykkum øll, og leyp út í áskoðarafjøldina, ið bar hann runt í rúminum. Kærleiksboðskapurin bleiv somikið væl móttikin, MC-Hár valdi, at halda fast í boðskapinum “MC-Hár elskar teg”.
Høga støðið hjá Clickhaze gjørdi, at MC-Hár visti, at har skuldi okkurt heilt serligt til, um tað skuldi eydnast at vinna Prix Føroyar. Tí var ein sangskrivingar- og venjingarvika sett av í Sólarmagn á Velbastað, har vóru sangirnir Murder #1, Burn Me og Global Deceit skrivaðir, og m.a. spældu teir kórsang inn til fleiri af sangunum. Á sjálvari finaluni var eisini songkvinnan Tórun Poulsen við á einum lagi. Tað eydnaðist at fáa eitt triðja pláss, aftan fyri vinnaran Taxi og Kjølar, ið gjørdust nummar 2 annað Prix á rað.

prixMen líka stóran ans, sum tónleikurin fekk, fekk slagorðið “MC-Hár elskar teg”, m.a. lat bólkurin risastórar hjartaballónur detta úr loftinum á Prix Føroyar finaluni, meðan teir sungu “Murder one in the name of love”.
Á Prix 1999 fløguni vóru MC-Hár løgini Murder #1 og Global Deceit á, og gjørdi luttøkan sera nógv fyri bólkin, m.a. vunnu teir sær luttøku á Spot Festivalinum, fingu nógv spælijobb heima í Føroyum og árræðið til at fara í upptøkuhølið.

 

Hesaferð valdu teir at fara í upptøkuhølið í Keypmannahavn, Playground Studios lá eitt hanagleiv frá Sun Studios, men var eitt munandi minnið studio. Tað skuldi tó ikki gerast so lætt sum ætla, tí bert eina viku, áðrenn bólkurin skuldi í studio, valdi trummarin Petur Dalsgaard at gevast í MC-Hár.

Avloysarin var tó upplagdur tí Uni Árting spældi frammanundan saman við Niels í 200 og Mold, og búði eisini í Keypmannahavn. Harumframt plagdu hann og Niels Uni at skate’a saman, tá teir vóru yngri. Eftir eina viku av hørðum venjingum var Uni til reiðar at spæla tey 4 løgini inn, sum skuldu vera á Burn Me, EP’ini. Jónas var sjálvur tøkningur og ljóðblandaði saman við Trónda Bogasyni.

Eitt hart summar við nógvum konsertum endaði við, at MC-Hár hitaði upp fyri D:A:D í Ítróttarhøllini á Hálsi, áðrenn leiðin gekk til Århus, har Spot Festivalurin bíðaði. Tað var tó longu greitt áðrenn konsertina á Spot, at hetta fór at vera tann fyribils síðsta konsertin saman við Niels og Una, tí teir ætlaðu at brúka alla sína orku uppá 200. Men komnir av pallinum boðaði Tróndu Bogason frá, at eisini hann gavst í bólkinum. Tí orkan skuldi brúkast til lesnaðin á komponistlinjuni á Kongaliga Konservatorinum í Keypmannahavn, umframt Lucination, ið skuldi undir upptøkur av fyrstu fløguni.

Eftir í bólkinum vóru rappararnir Niels Uni og Allan, gittarleikarin Jónas og bassleikarin Heri. Skjótt eftir var avtala gjørd við Jens Virgar Jakobsen, ið spældi í Diatribes saman við Hera, um, at hann skuldi gerast nýggjur gittarleikari. Fríði Øster, ið áður hevði spælt trummir við MC-Hár eitt nú á Symphony of Irony og á ymiskum konsertum í 1992, játtaði somuleiðis at spæla trummir, tá hann ikki var upptikin við sínum donsku bólkum. Men alt ár 2000 gekk uttan eina einastu MC-Hár konsert.

Framhald her

Søgan um MC-Hár – Fyrstu árini

Niels Uni til venjing í Djónastovu.
Spark Buzz N til venjing í Djónastovu.

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so plagdu teir heldur at rappa, tá teir gingu í býnum. Allan spældi klarinett í GHM og Niels Uni hevði rappað og dansað break dance upp gjøgnum 80’ini í spírandi hip hop umhvørvinum í Havn.

Hetta kvøldið vóru teir troyttir av at rappa sangir hjá Grand Master Flash, MC Einar, Fat Boys og øðrum hip hop nøvnum og byrjaðu tí at yrkja sjálvir:

“Hvør er tað, hvør er tað, hvør er tað, sum er her
jú, tað er teir feitastu rapparnir í hesi verð…!

MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.
MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.

Komnir niðan til Kondittaríið varð ein plakat skrødd niður, og teksturin skrivaður aftanfyri á henni.

Fyrsta framførðslan var sama kvøld á Ebenezertrappuni, sangurin, ið seinni fekk heitið Jomfrúð rapp (ja við ð, eingin segði, at teir dugdu væl at stava), var ikki liðugur, men komandi dagarnar skrivaðu teir nøkur vers afturat.

Stutt eftir framførdu teir á einum veruligum palli fyrstu ferð í pausuni á Ársins songrødd kappingini í diskotek Tiffany í Tórshavn.

Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár
Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár

Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við Paria á eini konsert, sum Paria spældi í Gundadalshøllini. Men skjótt komu Emil Hermansen á gittar, Eddie Joensen Næs á trummum, Johannes Danielsen á bassi uppí bólkin. Eivin Warberg (ljómborð) vandi eisini við nakrar ferðir, men gavst skjótt aftur.

Longu áðrenn fyrstu framførðsluna við egnum tónsleikarum, vóru allir tónleikararnir avloystir av C-987B(Torkil Olsen) á gittar, Jan Guttesen á bassi og Dr. D(Petur Dalsgaard á trummum. Teir spældu við bólkinum á fyrstu konsertini við bólki, ið var Stjørnukonsertini í Badmintonhøllini frammanfyri yvir 1.000 fólkum. Men eisini á Norrønt Dagsverk konsertini í Djónastovu.

Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu
Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu

Stutt eftir kom TjÈ (Tróndur Bogason) á ljómborð uppí bólkin og næsta konsertin var nýttársaftan í diskotek Hollywood. Her vóru tað bert teir tríggjir Spark Buzz N, MC-Allah og TjÈ sum spældu, lønin var 500 kr. + ein pizza í part, og var hetta fyrsta lønta jobb teir spældu.

MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.: Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)
MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.:
Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)

Eftir hetta komu nøkur ár við nógvum tónleikara útskiftingum og nógvum konsertum, t.d. Útvarpskonsertin 1992, Tungmálmur 92-93,  og Ólavssøkukonsertin 92, umframt nakrar í Djónastovu og í Bládýpinum. Í 1993 fóru MC-Allah og Spark Buzz N til Danmarkar í lestrarørindum, og bólkurin gavst fyrilbils at spæla live.

Teir høvdu sent eitt lag inn til sangkappingina hjá Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Ungtemplarasambandi Føroya, og hóast lagið slapp við í kappingina, og bleiv lutvíst innspælt, so bleiv tað ongantíð liðugt innspælt, og var sostatt heldur ikki við á fløguni “Turelvandi Drøgg”.

Fyrsta útgivna lagið, kom ístaðin á “Rock í Føroyum” fløguni, ið TUTL gav út, har spældu teir lagið Symhony of Irony inn, og á Rock í Føroyum konsertunum spældu teir eisini, á hesum konsertum vóru tó hvørki MC-Allah ella Spark Buzz N við, og bólkurin var í roynd og veru hin bólkurin hjá Tróndi Bogasyni Lisa Sær Dupult. Hetta gjørdi, at longu eftir 5 ár, var tað eingin limur, ið hevur luttikið á øllum konsertunum hjá bólkinum.

 

MC-Hár venjing Millum Horna.
MC-Hár venjing Millum Horna.

Eftir Rock í Føroyum, fóru TjÈ, Spark Buzz N og MC-Allah at skriva nýggj løg,  rappararnir sótu í Danmark og skrivaðu tekstirnar, meðan TjÈ, ið búði í Føroyum skrivaði tónleikin, og spældi inn ráar demoir av teimum. Symphony of Irony hevði vakt ans fyri bólkinum, og F.U.T. var tí klárt við tilboð um at spæla á  Ólavsøkukonsertini 1996. Í hesum sambandi komu C-987B og Dr. D. aftur í bólkinum og nýggjur maður var www.shakespeare (Heri Reynhiem) á bass. Í venjingarhølinum fingu demoirnar av “Tú ert deyðir”, “Sangurin um orð, tøl og tos”, “Tú ert deyðir” og “Endiliga tað ordentliga ólavsøkurappið” endaligt skap.

MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)
MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)

Henda manning gjørdist eisini tann, ið myndaði bólkin á fyrstu fløguútgávuni. 1996-97 vóru nýtt til at skriva tónleik til fløguna “Framvegis uttan vit”, hetta varð nemmari, tí Tróndur eisini flutti til Keypmannahavnar. Fløgan var innspæld í West River Recording, við Havnará í Havn summarið 1997. Upprunaliga skuldi bólkurin spæla á ólavsøkukonsertini í 1997, men fyriskipararnir broyttu meining. Tí spældi MC-Hár í staðin í Grasagarði ólavsøkuaftan. ein konsert, ið er avmynda á fløguhúsanum. Harumframt varð øll fløgan spæld live Sjónleikarahúsinum, beint eftir loknar upptøkur.

Ljóðblandingin varð gjørd í heimskendu Sun Studios í Keypmannahavn, har tríggir ljóðblandarar arbeiddu við henni, Jón McBirnie, Bjarne Hansen og Freddy Albrechtsen. “Framvegis uttan vit” varð útgivin 10. februar í 1998.

Fløgan fekk blandaða móttøku, serliga fúlu tekstirnir østu nógv. Sangir um hasj og sperm vóru ikki gerandiskostur í Føroyum. Onkrir ummælarar vóru als ikki glaðir, og hóast fløgan vann nógvar fjepparar og seinni er nevnd sum íblástur hjá nøkrum av okkara fremstu tónleikanøvnum, so var tað bert Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið ummældi hana jaliga, tá hon kom út.

Arbeiðsheitið á fløguni var “Vit renna kapp” og var ætlanin, at fara inn á rennibreytina á Svangaskarði at gera eina myndatøku til fløguhúsan. Endaliga heitið virkaði onkursvegna hóskandi. Heitið kemur úr Barlast sanginum “Morguntúr”, har niðurlagið er:

“Komið vár, gráir dagar fáa lit
MC-Hár gongur framvegis uttan vit”

Niclas Johannesen skrivaði hesi orðini, eftir at hann hevði sæð eitt klipp í sjónvarpinum, har MC-Hár spældu á ólavsøkukonsertini 1991, og samrøða var við Niels Una.

 

Myndir frá teimum fyrstu árunum

Framhald her

Einki nemt at vera Kaj

KajLeoEg haldi, at tað er eitt sindur synd í løgmanni. Hann veit væl, at við at stuðla Jørgen í tollmálinum, so skaðar hann sítt trúvirði uppaftur meira, og styggir uppaftur fleiri sambandsveljarar frá sær.

 

Sambandsveljarin er í stóran mun hampafólk, og hevur tí ikki líka lætt, sum fólkafloksveljarin, við at góðtaka tílíkan atburð frá einum landsstýrismanni.

 

Men samstundis trúgvi eg veruliga ikki , at Kaj Leo sjálvur heldur, at Jørgen skal frá. Hetta er eitt gamalt mál, og hann var nokkso virkisfúsur, raskur og alt hatta har, og tað gerst ikki við, um hann leyg í januar, hann leyg um okkurt gamalt.

 

Trupulleikin er, at Kaj Leo als ikki skilur størra problematikkin við áliti á politisku skipanina. Hann sigur sjálvur við in.fo í dag, at inflasjón er farin í orðið “álit”. Áhugavert poeng, ið sigur meira um løgmann enn um hetta málið.

 

Samstundis byrja sambandstingmenn (ja, higartil bara menn) at vísa tenn. Hetta eru tingmenn,  sum skilja problematikkin við áliti, og eisini vita, hvat hetta ger við teirra flokk og teirra veljarar.

 

Helgi Abrahamsen, ið eg ikki eri samdur við í nógvum málum, men sum tykist at vera ein maður drivnin av sannføringum heldur enn valdsgreði, segði tað sera væl við Kringvarpið í gjár:

 

“Í longdini verður tað keðiligt at dálka sær fingrarnar við at vaska øðrum. Tað vilja vit ikki standa model til í longdini”.

 

Hetta er Helgi neyvan øssemallur um at halda. Eitt nú hevur býráðslimurin Anfinn Brekkstein umleið somu fatan, og Lisbeth L. Petersen, nevndi hetta málið, sum eitt av teimum, ið fekk fyrrverandi løgmanskandidatin hjá Sambandinum at melda seg úr flokkinum.

 

Kaj Leo veit eisini, at koyrir hann Jørgen heim, so setur Fólkaflokkurin ivaleyst fram misálit á Løgmann. Jørgen stendur so eftir sum pínslaváttur, júst sum Kallsberg gjørdi, tá hann varð fangaður í kreativari bókføring. Og tað einasta sum fólkafloksfólk dáma betur enn virkisfýsni, eru pínslaváttar.

 

Sambandsflokkurin og serliga Kaj Leo stendur harafturímóti uppaftur veikari. Tí flokkurin skal út til eitt val, við sera lágari undirtøku og eftir at hava ført fólkaflokspolitikk í nógv harrans ár.

 

Nei, tað er ikki nemt at vera Kaj. Men við eini løgmansløn, so nýtist starvið heldur ikki at vera nemt, og í síðsta enda er tað Kaj, sum bestemmar. Men fyri Helga, Bárð, Jóhan, Reimund og Eivin, umframt møguliga onkran annan, sum skilur problematikkin til fulnar, so er hetta sku ikki serliga nemt.

 

Hvat skulu tey gera, kunnu tey bukka seg niður enn einaferð, og kunnu tey fara til val, við Kaj Leo sum frontfiguri, ella er hetta síðsti dropin, ið ger hann ov dálkaðan til at vera oddamaður fyri ein hampiligan flokk, ein flokk sum ikki longur orkar at dálka sær fingrarnar av at vaska øðrum.

 

 

Ein gongutúr við sjóvarmálan

dreingirnirFór ein túr oman í Sandagerð og Álaker í dag, gekk ein túr við synunum runt í fjørðuni og hugdu í hyljar o.a. Men hugdu eisini at flokkum av fólki, ið vóru komin oman at loypa á sjógv. Eg føldi ein tørv á at vísa synunum hjá mær hesa dylluna, og tosa um hetta, at man ikki skal lata seg kroysta til nakað, ið man ikki hevur hug til, og at eingin hevði krav uppá nakað frá teimum, um teir valdu ikki at fylgja avbjóðingini.

 

Beint tá eg kom oman, stóð ein genta um 10 ára aldur í stiganum niður í vatni í Álakeri, tvær vinkonur sótu innballaðar í handklæði. Meðan ein triðja filmaði. Hendan í stiganum hevði als ikki hug at loypa útí, og hinar eggjaðu henni at loypa útí. Alla tíðina meðan vit gingu oman, hoyrdi eg tær eggja henni til, og at enda stakk hon beinið í sjógvin, og rópti so nei, eg geri tað ikki.

 

Tá lat í henni, ið filmaði: “So skyldar tú mær eina biografbillett”, tað var ikki sagt í spølni, men sum eitt krav. Hin segði, nei, tað geri eg ikki, minst líka ísakalt, sum hin hevði sagt tað. Men fór eitt sindur útí og so uppaftur. Tað virkaði alt ódámligt, og vísir, hvussu trupult tað er hjá børnum at skilja hetta stuttliga vaksnaspælið.

 

Komin yvir í Sandagerð var eg vitni til, at Petri Tannklinikk tók hetta spælið til eitt nýtt støði við at avbjóða aðrar fyritøkur.  Well, eg sum hevði vóna, at Facebook aftur fór at blíva normal, má nokk liva við, at øll nú skulu loypa á sjógv umaftur í arbeiðsregi.

 

Men í tí eg gekk niðanaftur komu tvær mammur við synum oman, opinbart vóru tað synirnir, ið skuldu loypa á sjógv, tí løtu seinni stóðu dreingirnir í svmijibuksum, annar um 6-7 ára aldur umbestemmaði seg og segði, at hann ikki vildi, men mamman royndi at skumpa hann út eftir og segði “far nú!”.

 

Hetta er eitt áhugavert sosialt fyribrygdi.

Heima aftur

20140417-200447.jpg

So vóru vit aftur í Føroyum, deiliga ferðin til Íslands við Norrönu er liðug og dreingirnir skulu nú til mammu sína.

Tað bleiv seint ígjár við góðum práti í Naust við áhugaverd og dámlig fólk.

Endin á túrinum, ein vakur túrur millum oyggjarnar henda vakra dagin, var vakur.

Alt í alt ein fín ferð, deiliga avslappandi og herligt.

Familjuútferð til Íslands – Dagur 3

20140416-161830.jpg

So situr man aftur umborð, vit hava havt ein framúr dag, aftaná morgunmatin fóru vit til Eskifjörð, hoyrdi frá øðrum ferðafólki, at har var ein svimjihylur við fleiri glíðibreytum, umframt, at koyritúrurin var sera vakur.

Eg kann bara geva teimum rætt, náttúran er ófatiliga vøkur her, nú kavin enn setur dám á landslagið.

20140416-161950.jpg

Svimjihylurin var fleiri klassar omanfyri tann á Egilstøðum og væl verdur at koyra teir eyka 40 minuttirnar fyri.

Har vóru 3 fínar glíðibreytir, harav tann størsta dekan ov stór og skjót til mín smakk, men dreingirnir dámdu væl, serliga Marius, sum fór 14 túrar í henni. Tummas er so varligur, so eg royndi at lokka hann í tað minstu breytina, so eydnaðist tað ikki.

Men vit fingu nakrar tímar at ganga í teimum ymsu temperaðu hylunum og pottunum. Eg slapp eisini ein lítlan túr í sauna.

Síðan ótu vit burgarar í Kaffihúsinum á Eskifirði. Ella tað gjørdu eg og Mikal. Tummas og Marius ótu pizza. Síðan gekk leiðin umborð aftur.

Vit fara úr Íslandi kl. 20 og koma á Havnina kl. 15 ímorgin. Um eina løtu er nátturði á skránni, deiliga buffetin lokkar.

Eg havi annars verið ein túr í Naust og lurta eftir Hans Andrias, hann hevur takla uppgávuna, at spæla fyri týskum pensjonistum væl. Men tá tey fóru í song í gjárkvøldið fingu vit lokka eitt Nirvanalag og eini tvey heimagjørd burturúr honum.

20140416-164937.jpg

Deiligt, at hava ein risastóran Mikal við, sum hevur eyguni eftir hinum, so eg sleppi ein túr í Naust.

My Kingdome for a krúss

20140416-091623.jpg

Nú havi eg seinastu dagarnar hugna mær við dreingjunum á familjucruise í Íslandi. Deiliga hugnaligur túrur, og eg havi róst Smyril Line fyri nógvar batar, men eitt er, sum er blivið nógv verri.

Man kann fanime ikki fáa ein ordiligan drekkamunn.

Eg havi brúk fyri minst einum krússi av te við mjólk í, fyri at byrja morgunin ordiligt. Men tað ber ikki til longur, te og kaffikannurnar, ið man fyrr fekk á borðið til morgunmatin, eru avloystar av einari ósjarmerandi automat, tað er sikkurt ok, tí vit fáa jú longu djús og vatn úr automatum. Trupulleikin er teir tøsuttu kopparnir, tað er ikki meira enn 2 ferðir upp í munnin, so man rennur í pendulfart millum automat og borðið. Nei, hatta er ein ommer.

Gev mær eitt krúss at skola morgungronina burt.