Ikki allir nýggir kustar feiga so óluksáliga væl

BussurinEg plagi at fegnast broytingar í politisku manningini. Tí ert tú ikki nøgdur við verandi manning, vel so onkran annan (gjarna okran betur), og tað er langt síðan, at eg havi verið væl nøgdur við nógvar av okkara politikarum.

Men seinasta valskeiðið hevur  víst, at nógv av tí nýggja, ið er komið inn í Løgtingið, als ikki er vert at samla uppá.

Men tað er ikki bara í Løgtingum, at nýggju kustarnir feiga illa. Nú vil nýklakti býráðslimurin í Havn Tróndur Sigurðsson eisini vera við til at feigi skuffa.

Tróndur Sigurðsson proklamerar nú, at super átakið viå ókeypis busskoyring skal avtakast. Argumentini eru ikki heilt burturvið, men tey vísa eisini ein trupulleika við nýggju politikarunum, teir hava ikki altíð nøktandi vitan og evni til at skilja ymisku málini.

Hann vísir á, at bussleiðin er vorðin nógv dýrari at reka, enn hon var fyrr, og tí er neyðugt at taka pening fyri at koyra í bussunum. Kostnaðurin er sambært Trónda farin úr 9 milliónum í 2001, ið var nøkur ár áðrenn bussleiðin bleiv ókeypis, til 24 milliónir um árið nú. Tí heldur hann einastu loysn vera, at taka pening fyri bussleiðina aftur.

Áðrenn bussleiðin bleiv ókeypis kostaði tað 10 kr. pr. busstúr, og sambært Leivi Hansen fyrrverandi býráðslimi vóru inntøkurnar tá bert umleið 4 milliónir. Tvs. at rakstrarkostnaðurin hevur ligið á 9 milliónum + 4 milliónum ella umleið 13 milliónir í mund itl 24 milliónir í dag.

Sostatt er eykakostnaðurin, ið ókeypis bussleiðin gav okkum tær 4 milliónirnar, ið vit tá fingu inn.

Skulu vit seta kostnað á ferðaseðlarnar eru nógv atlit at taka, billetmaskinur skulu keypast, fólk skal setast at umsita inntøkurnar og allar ferðaætlanir skulu broytast til eyka tíðina, ið tað tekur, tá fólk skal rinda ferðaseðil við hvørt steðgistað, hetta merkir longri tíð pr. túr, og fleiri arbeiðstímar til bussførarar.

Skal tað geva nakra meining at hava gjald fyri ferðingina, má tað vera markant hægrið enn tað var fyrru ferðina, tvs minst 20 kr. pr túr, tað loysir seg simpulten ov illa at krevja eina 10 kr. inn. Eru vit super optimistisk frá vit 6-7 milliónir inn í inntøkum fyri bussleiðina.

Eins og ókeypis bussleiðin økti talið av fólki, ið valdu bussin framum bilin, so fer gjaldsleisturin at hava øvugta avleiðing, og vit skulu tí rokna við meira sliti av okkara vegum. Hetta er ikki gott fyri umhvørvið, men kostar eisini pening í viðlíkahaldi av vegunum. Samstundis sum bussleiðin í besta falli kemur at kosta 17-18 milliónir um árið, ístaðin fyri 24 milliónir.

Oman á tað heila verður hetta steinur oman á byrðu hjá okkara veikast stillaðu familjum, ið ikki hava ráð at koyra børn síni til frítíðarítriv og í skúla við bili. Hesar familjur fáa enn eina útreiðslu til sín longu frammanundan hart sperda økonomi.

Jú gamaní, vit kunnu kanska fíggja ein fjórðing ella ein triðing av bussleiðini við brúkaragjaldi. Men tað verður ein tænasta, ið nógv færri fara at brúka, og enn ein byrða omana á herðarnar hjá okkara veikastu borgarum. Tað er fanime ikki góður javnaðarpolitikkur. Henda kustin kundi eg hugsa mær at sett í skápið aftur.

Misálit átti at verið ein trupulleiki

Havi júst lurta eftir kjakinum aftan á Dag og Viku í kvøld. Eitt fínt kjak á høgum støði uttan persónligt briksl og stórvegis royndir at flyta fokus. Jørgen Niclassen, Johan Dahl, Høgni Hoydal og Aksel Johannesen svaraðu teimum spurningum teir fingu, og eingin av teimum fer í morgin at gremja seg á Facebook, um hvussu synd tað er í teimum, og hvussu ónd Liljan hevur verið við teir.

Har komu fleiri áhugaverd ting á borðið og kjakið var sámiligt og upplýsandi. Eg eri serliga glaður fyri seinastu viðmerkingina hjá Johan Dahl. Næstformaður Sambandsflokksins segði tað so øgiliga væl, at tingfólk sjálvandi ikki eru áhugaði í, at fólk hevur misálit á, um tingini hava gingið rætt fyri seg og verið innan fyri heimildirnar í tunnilsmálinum. Hann tí helt, at tað var skilagott við eini kanning av heimildunum. Jóhan vísti eisini á, at minst av ølllum kundi løgmaður vera áhugaður í, at fólk ikki hevði álit á honum, tí væntaði hann, at øll vóru áhugaði í at kanna málið til botns.

Endiliga ein samgongupolitikkari, ið tykist at hava skilt, at misálit á politisku skipanina er eitt problem, og at um tú einki hevur at goyma, so er tað í tínum áhuga, at fáa tingini lýst til botns.

Tað er alment kent, at bert tey, ið hava okkurt lík í lastini eru bangin fyri, at sannleikin kemur fram. Vónandi eru samgonguumboðini í Landsstýrismálanevndini eins skilagóð, so vit fáa málið kannað.

69% eru ikki nøgd við løgmann

KajLeoKringvarpið hevur lagt út øll tølini frá veljarakanningini, og tað er sera áhugavert. Stutt sagt vísa nágreinaðu tølini ein veruligan frammaná til bæði løgmann og samgongu. Ikki færri enn 69% eru undir miðal nøgd við løgmann, og 75% eru undir miðal nøgd við samgonguna.

Tað er deiligt, at Kringvarpið gevur okkum innlit í tølini handan kanningina, tí har er nógv áhugavert, og tað sigur so ræðuliga nógv meira enn nøkur miðaltøl.

Serliga áhugavert er at síggja, hvussu fá eru væl nøgd við samgonguna og løgmann. Hetta er sigandi og átti at verið ræðandi fyri bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Bara 13% eru ordiliga væl nøgd við løgmann, meðan 20% eru beint yvir miðal nøgd.

Harafturímóti eru 39% sera misnøgd við løgmann, og 30% beint undir miðal nøgd.

Tað er eisini áhugavert, at ikki ein einasti av teimum atspurdu, 0%, helt samgonguna vera framúrskarandi. Og einans 6% eru ordiliga væl nøgd við hana, meðan 18% halda hana vera beint yvir miðal góða.

Harafturímóti eru 42% ordiliga illa nøgd, og 33% beint undir miðal nøgd.

(samanlagt eru tølini ikki presis 100%, men hetta eru avrundingarnar, ið gera tað)

Hesi úrslit høvdu uttan iva fingið flestu statsleiðarar at rist í buksunum. Men Kaj Leo sigur við Kringvarpið, at hann ætlar at finna seg í minnið og vera minnið hampiligur við andstøðuna.Veit hann veruliga ikki av, at hann hevur verið óhøviskur, arrogantur og sera lítið hampiligur seinastu tíðina?

 

 Kanningin liggur á Kringvarp.fo trýst her fyri at síggja hana

Fólkaflokkurin klárar seg altíð illa í veljarakanningum

Jørgen Niclassen er púra greiður, nú hann viðmerkir til veljarakanningina, ið flestu miðlar hava kunngjørt í dag.

Jørgen Niclassen svaraði spurninginum um stóru afturgongdina við at Fólkaflokkurin altíð klárar seg illa í veljarakanningum. Hann tók dømið frá síðsta vali, tá flokkurin fekk eini 3-4 prosent meira á valinum enn á kanning dagin fyri.

Við øðrum orðum er fólkafloksveljarin somikið óerligur, at hann lýgur sjálvt í veljarakanningum.

Eru tit yvirraskaði?

Átti man at takka Kaj Leo?

KajLeoTað er eingin loyna, at eg ikki eri sambandsmaður, og at eg ynski Sambandsflokkin so lítlan sum til ber. Tí átti man kanska at takka Kaj Leo eftir málsøkisbýtið í gjár. Tí Sambandsflokkurin fær tað trupult, um hendan samgongan situr leingið.

Tað er so eingin ivi um, at Løgmaður hevur megnað at geara Fólkaflokkin alvorliga upp til komandi løgtingsval. Jørgen situr nú bæði á Landsverki og fíggjarmálum, umframt at flokkurin umsitur bæði fiskivinnu, umhvørvismál og almannamál.

 

Jørgen kann nú sleppa at profilera seg, sum tann fíggjarliga ábyrgdarfulli skansin, og samstundis antin fáa parkera eysturoyartunnilin í eitt tíðarskeið, ella við at gera eina profitabla almenna loysn, ella kanska eina betri privata loysn. Verður tunnilin gjørdur verður eitt av sambandsku kjarnuøkjunum flutt yvir á lista A. Verður hann ikki gjørdur, vera tey ofta konservativu og varligu sambandsfólkini lokkaði av lista A, ið vísir fíggjarliga ábyrgd. Samstundis, sum súrir sambandsmenn úr Eysturoynni fara til nýklakta halgimenni Kára P. Højgaard.

Fólkaflokkurin hevur somuleiðis ríkan møguleika at profilera seg við málum sum Marknagilsdeplinum og tunlum ymsastaðni. Samstundis sum ábyrgdarleysir reiðarar og fjepparar av skilaloysi, ikki nýtast at ræðast, at atlit verður tikið til náttúru og umhvørvi.

 

Samstundis hevur Miðflokkurin við familjumálum fingið møguleika at profilera seg sum verjin hjá sínum snævurskygda kjarnuveljara. Samstundis sum stóri meirilutin av sambandsveljarum, ið er tolsamur móti eitt nú samkyndum fer at øtast og flyta seg til Javnaðarflokkin.

 

Vit í Tjóðveldinum sleppa samstundis at profilera okkum í sonevndum etiskum málum, og vinna nakrar tolsamar veljarar frá Fólkaflokkinum.

So alt í alt kunnu fullveldisflokkarnir fáa eitt fantastiskt val næstu ferð.

 

Ja, man átti at takka Kaj Leo, men trupulleikin er bara, at eg haldi Fólkaflokkin og Miðflokkin vera nógv verri enn Sambandsflokkin, og eg ræðist, at tað verður sera torført, at skipa eina samgongu uttan hesar flokkar eftir eitt komandi val.

Bill viðgongur, hann telvar móti Føroya fólki!

Eg havi júst verið til áhugaverdan fyrilestur á Kambsdali, har skilagóði unglingin Jákup Justinussen legði fram sína gransking innan nýtslu av sosialum miðlum í valstríðnum hjá Obama til forsetavalið 2012. Fleiri av teimum, ið vóru og lurtaðu vóru millum okkara fólkavaldu.

Jákup kom ymiskum um, hvussu eisini okkara fólkavaldu kunnu brúka sosialu miðlarnar, og eingin ivi er um, at tey fólkavaldu, ið vóru tilstaðar fingu okkurt at hugsa um.

Komin aftur til Havnar síggi eg Bill Justinussen hava gjørt tað, sum í flestu framkomnu samfeløgum hevði verið politiskt sjálvmorð á Facebook. Tað serliga komiska er, at hetta sjálvmorðið hendi í somu løtu, sum vit sótu og lurtaðu eftir Jákupi á Kambsdali.

Skilabetrið hevði verið, at Bill var komin til Kambsdalar at fáa nøkur góð ráð.

Tí meðan fólk sum Edva, Samró og Reimund blivu klókari í sjálvum fitilendinum hjá Bill, so viðgongur miðflokkamaðurin beint út, at í telvingini um Eysturoyartunnilin eru tað hann, Kári P. og CIP móti restini av okkara fólkavaldu.

Tað er tann so ofta skilagóði Flóvin Eidesgaard, ið fær Bill út at skíta, tá hann viðmerkir til, at CIP, nú vilja forhandla av nýggjum.

flovinumbill

 

Hvussu eg royni, so er eingin annar máti at skilja hetta, enn at Bill viðgongur, at hann segði “Now or never” fyri at bluffa løgtingið at taka undir við einum sáttmála við CIP, ið saktans kundi forhandlast betur fyri okkum føroyingar.
Altíð skilagóði Heri Reynheim staðfestir eisini:

herireynheim

Sum sagt, í vanligum framkomnum londum, hevði eitt tílíkt útalilsi havt við sær, at maðurin var liðugur í politikki. Men tey á Skálafjørðinum, ið jublaðu fyri Kára P. Højgaard í Løkshøll herfyri, eru møguliga ikki sum fólk í vanligum framkomnum londum.
Livst so spyrst. Okkurt navn og onkur mynd er duld fyri at verja tey óseku.

Um hatta famøsa kjakið

dagurogvika

Tað munnu vera fáar kjaksendingar, ið hava skapt so nógv rumbul, sum sendingin aftaná Dag og Viku í gjár. Rumbul kann vera sunt, men at skjóta journalistin er eingin loysn. Lat tað vera sagt beinanvegin, at diskaði ein statsleiðari upp við útsagnum á so lágum støði, sum okkara løgmaður gjørdi í einhvørjari sjónvarpsrás kring heimin (diktaturir undantikin), so hevði hann verið hølvaður av nógv meira enn Liljan gjørdi. Hevði t.d. Helle gjørt hatta í beinleiðis sending, var hon neyvan statministari í dag.

Tá fólk taka synd í løgmanni, leggja eftir Liljan og annað tílíkt, so er tað ræðuliga skaðiligt, tí 4. statsvaldið er endiliga við at vakna, og verður tað kvalt nú, so fer fólkaminkingin nú at tykjast sum peanuts.

Skal eg við mínum innliti í kritiskan journalistikk siga nakað, so haldi eg faktiskt ikki at Liljan var nóg hørð. Løgmaður slapp ikki lætt, men kundið verið grillaður nógv meira. Trupulleikin tykist at vera, at fólk hava sympati við løgmanni, tí tað er synd, at hann ikki klárar seg, og sostatt blívur settur uppá pláss av einum journalisti.

Til tað er bara eitt at siga, Kaj Leo Holm Johannesen er Føroya løgmaður, hann fær bunkar av okkara skattapengum fyri tað. Tí kunnu vit seta hægrið krøv til hansara enn onnur, og hann eigur at vera drigin til svars av miðlunum. Jú gamaní, Kaj Leo er ein fittur fýrur, og tað kann tykjast synd í honum, men tað er hansara egna val at verða løgmaður, og tá fylgir ábyrgd við, og ábyrgd kann vera forbiðið óbehagilig.

Eitt er, at fólk, ið ikki heilt skilja samanhangin úttala seg, men eg haldi tað vera ófatiligt, at formaðurin í Norðuroyar Sambandsfelag, ið sjálvur er blaðmaður, í kvøld legði hesi boðini á Facebook:

JWJ
Well John William, tað er barnsligt, at taka fullveldistingingarnar uppí hatta, tað er barnsligt og happaralyndi at tosa um lyklarholið hjá CHE samgonguni, ja bæði eru flovislig fyri Føroya Løgmann.

Tað er naivt av honum at halda, at fólk kunnu hava virðing fyri honum, og hansara embæti, tá hann kemur við tílíkum.

Og tað er lygn, tá hann goymir seg handan umberingina, at hann bíðar eftir einari frágreiðing. Tì veruleikin er, at hann umbað ikki frágreiðingina fyrr enn 12 dagar eftir, at fyrispurnginurin kom inn. Sambært Kringvarpinum kom fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal 16. august, og ikki fyrr enn 28. august bleiv Kári P. Højgaard spurdur um hann hevði gjørt nakað galið.

Embæti og tittul gera ikki mannin, tað eru hansara handlingar og karakterur, ið ger mannin.

Løgmaður hevur sjálvur gramt seg á Facebook í dag, um at fólk, sum ikki kenna hann ditta sær at døma hann. Fleiri hava sagt tað fyrr, í hesum málinum er maðurin bólturin.

Kaj Leo verður dømdur eftir sínum avrikum sum løgmaður, ja, nógv brúka ljótar orðingar, og nógv var betur ósagt, men samstundis er ei undur í, at fólk øsa seg, tí tað sum fyrigongur er heilt við síðurnar av, og beinleiðis skaðiligt fyri okkara land.

Kaj Leo hevur antin tilvitað ella ótilvitað viðgingið, at hann ikki røkir sínar eftirlitsskyldir. Hann sigur enntá, at hann gongur út frá, at landsstýrisfólkini eru reiðilig. Ja, hann gongur so nógv út frá tí, at hann ikki tímur at kannað tað, tá andsstøðan og enntá Miðlahúsið peika á óreglusemið. Nei, tað er ikki fyrr enn Dagur og Vika kemur uppí, at hann ómakar sær at spyrja Kára, um hann hevur hildið sínar skyldir.

Hetta snýr seg ikki um loysing ella samband, ella fyri sovítt høgru ella vinstru: Hetta snýr seg um fólkaræði, virðing fyri løgmanssessinum og tí ábyrgd, ið fylgir við.

Gamaní onkur av tykkum dáma ikki Høgna, Aksel, onnur dáma ikki Kaj Leo.

Mær dámar teir allar, men Kaj Leo hevur misrøkt sítt starv, og átti at trekt seg, og ger hann ikki tað, átti Sambandsflokkurin at heitt á hann um at gera tað. Tað er Sambandsflokkurin, ið hevur sett hann í Løgmanssessin, og tí er flokkurin samsekur.

Kjakið liggur annars her

Røðurnar á mótmælistiltakinum

Tað var gott at síggja, at nakrir samgongupolitikkarar leitaðu sær oman á Vaglið at lurta eftir hvat fólkið sigur. T.d. var Annika Olsen har, og tað vísir virðing fyri fólkaræðinum. Heri Simonsen dett edeliga menniskja hevur filmað røðurnar hjá fleiri av røðarunum. Eg loyvi mær at leggja tær út her, so tit, sum ikki fingu, vildu ella orkaðu at vera har, eisini sleppa at síggja tær, takk fyri Heri, tú ert eitt skrín:

 

Umframt hesar røðarar hildu eisini Jonhard Mikkelsen og Leivur Persson røðu.

Løgmaður hevur reinsað Kára P. Højgaard

Júst heimkomin av tiltakið á Vaglinum har eini 2-3.000 fólk mótmæltu og heittu á landsins myndugleikar, um at fáa fólkaræðið á beint aftur. Har vanvirðingin av landsins lóggávu og av løgtinginum bleiv  mótmælt, so loggi eg inn á Facebook, har Føroya løgmaður fullkomiliga reinsar landsstýrismannin í Innlendismálum, sjálvt um hesin hevur roynt at bundið okkum til ein hemmiligan vanvitssáttmála, og sjálvt um hann í tveimum førum hevur vanvirt sefrøðina og roynt at goymt tað, ið serfrøðin sigur fyri Føroya Løgtingi.

 

kajleoigen

Orsøkin til, at løgmaður nú fríkennur Kára P. Højgaard, er Sigmar Bláberg, sum í Kringvarpstíðindunum í gjár siteraði ónevndar keldur fyri  at siga, at einki var galið við embætisførsluni hjá Kára P. Højgaard.

 

Eg má staðfesta, at í Leolandi fær einki konsekvens!

Hetta snýr seg ikki um partapolitikk

Í dag hava løgmaður og ymsir skutilsveinar roynt at politisera mótmæli í morgin. Vónin er sjálvandi at styggja nøkur burt, at fáa skilagóð sambands-, fólkafloks-, miðflokka- og sjálvstýrisfólk at halda seg burtur. Vónandi fer hetta ikki at eydnast, tí hetta tiltakið er ikki partapolitiskt!

 

Mótmæli snýr seg um rættarsamfelagið: Eru vit øll fevnd av landsins lógum? Skulu landsstýrisfólk brúka vit og skil? Skulu tey uppføra seg ábyrgdarfult, ella spæla høgt spæl í matador við landsins pengum? Er tað í lagið at lúgva og bedraga, bert tí tú ert í landsstýrinum? Skal serfrøði ella trúgv vera avgerandi í politiskum milliardaavgerðum? Og skal tað vera í lagið, at ein løgmaður svíkjur allar sínar mest basalu skyldur og brúkar undanførsluni, tað havi eg ikki skil uppá?

 

Hetta hevur einki at gera við, um tú hevur ein ella annan politiskan lit, hetta snýr seg um virðing fyri okkara politisku skipan, og tað snýr seg, um vit skulu lata okkara land fara til helvitis, tí landsins stýri ikki skilur sína uppgávu og enn minnið er ført fyri at útføra hana.

Onkur ynskir uttan iva nýval, well tað er ikki tað hetta snýr seg um. ABDH samgongan er vælkomin at halda fram, men neyðugt er, at tey, ið ikki megna sítt starv verða skift út.

 

Kári P. Højgaard hevur víst so stórt ósketni, og hevur í fleiri førðum roynt at dult upplýsingar, ið vístu hvussu nógvar milliardir hansara tunnil kann kosta okkum, og hvussu langt úti vánaligt handverki í tunnilslóggávuni er. Hann tykist enn ikki at fata, hvussu galið tað stendur til, og er í besta fallið ótrúliga seint fatandi og í versta fallið ein gemenur bandittur.

 

Løgmaður er eitt stás, men hann hevur síðstu dagarnar endurtikið, at hann ikki hevur, fer ella kundi droymt um, at hildið sína eftirlitsskyldu við landsstýrisfólkunum. Hetta er ein katastrofa, og kundi havt kostað føroyingum upp til tríggjar milliardir, um ikki onkur annar hevði rópt varskóð. Hetta átti at fingið øll í Sambandsflokkinum at rakna við og sett ein annan mann í løgmanssessin. Tað kann ikki vera í áhuganum hjá Sambandsflokkinum at øll virðing fyri politisku skipanini hvørvur.

 

Gamaní, nøkur politisk ungmannafeløg eru millum fyriskipararnar, men tílíkt hevði neyvan verið fyriskipað uttan okkara eldhugaða ungdóm. Við at bjóða fakfeløgum og ja, faktiskt øllum við, hava tey gjørt tiltakið tvørpolitiskt. Hetta snýr seg um, at savna allar føroyingar, ið ynskja at skil skal koma aftur á her í landinum, at vitan skal virðast og ábyrgd takast í álvara. Savna allar føroyingar, ið vilja byggja land!

 

Um tú ikki fert til mótmæli í morgin, so ert tú við til at tryggja, at óskilið og avmonteringin av reiðiligheit í polikki stendur við og versnar. Eg fari at mótmæla, kemur tú við?