Eivør trúði mær næstan ikki

Eg hevði trupult við at sannføra Eivør um, at hon veruliga var í uppskoti til seks heiðurslønir í Danish Music Awards Folk.

 

Danish Music Awards Folk

 

Tað var ein skelkað Eivør Pállsdóttur, ið eg fekk í hornið, tá eg ringdi til hana í Wien í gjárkvøldið og segði henni, at hon var í uppskoti til seks virðislønir á Danish Music Awards Folk. Fyrstu fimm orðini vóru HA? Síðan spurdi hon, um eg argaði hana, ella um hetta vóru loynimyndir.

 

Ræðuliga syrutt

Tá eg fekk hana at skilja, at hetta var ramasta álvara. Hon var alment vorðin eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki og var í uppskoti til helvtina av øllum heiðurslønunum á almenna kvøldinum hjá donskum fólkatónleiki. Ja, at hon faktisk var í uppskoti til allar tær heiðurslønirnar, ið hon kundi vera í uppskoti til. Varð hon veruliga skelkað. “Hvussu kenna tey meg? Hví eri eg í uppskoti? Eg eri akkurát flutt til Danmarkar – Eg havi spælt so lítið har. Hetta er syrutt! Hetta er ræðuliga syrutt! Eg skilti slettis ikki, hví tú skrivaði tillukku í sms boðnum til mín. Eg fari slettis ikki at sovna í nátt! Hetta er ræðuliga abstrakt. Eg fái slettis ikki komið við nakrari skilagóðari viðmerking enn”.

Tá eg segði henni, at tað var fløgan “Eivør”, ið var í uppskoti til virðislønirnar, gjørdist hon enn meira ovfarin. Tí hon helt, at talan hevði verið um fløguna hjá Danmarks Radio Big Band og ikki um hennar egnu fløgu.

 

Útselt í Wien

Hon var í frammanundan í góðum lag. Tí stutt áðrenn eg ringdi, høvdu hon og Bill Bourne spælt fyri einum útseldum Mozart sali í Wien. Konsertin hevði gingið sera væl, og gott lív var í fólki.

Hetta er aðru ferð, at Eivør vitjar í Wien, fyrstu ferð var við Yggdrasil fyri nøkrum árum síðan. Men sjálv veit hon ikki, hvussu tað ber til, at hon megnar at fylla eina stóra konserthøll við áskoðarum í Wien. Hon heldur, at kanska er talan um forvitni. Tí hon ivast í, at tey kenna hana har. Hvussu er og ikki, so er spælir hon aftur í kvøld í Wien, hesuferð í einum jassklubba, og øll 300 atgongumerkini eru seld í forsølu.

Vinnuhúsið vil ávirka samfelagið

Nú er nærum eitt ár síðan at Vinnuhúsið flutti inn í snotiligu húsini í Smærugøtu. Húsini hava givið nakrar áhugaverdar møguleikar, ið kunnu fáa stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og fyri Føroyar.

Í snotiligu hølunum í Smærugøtu hevur føroyska vinnulívið fingið neyðuga plássi til at vera við til at skumpa eitt sindur undir føroyska vinnulívsgrannsking. Vinnuhúsið hevur nýliga søkt eftir einum starvslesandi, ið skal sita í húsinum og arbeiða í eitt hálvt ár.

Jan Mortensen stjóri í Vinnuhúsinum sigur seg vóna, at hetta kann kveikja áhugan hjá hesum lesandi at gera serritgerð við støði í føroyskum vinnulívi. Eisini vónar Vinnuhúsið, at kunna geva fólki, ið skriva serritgerðir við støði í vinnulívinum møguleikar at sita í húsinum og arbeiða. Hetta er í trá við hugsanina um at fáa føroyska granskingin meira málrættaða.

 

Størri tilknýti

Betraðu hølisviðurskiftini hevur givið Vinnuhúsinum møguleika at halda allar fundir í egnum hølum, og hetta gevur á limafeløgunum størri tilknýtið til húsið og styrkir felagskapin. Fyrr vóru tey noydd, at halda størri fundir í leigaðum hølum, men hetta er nú broytt. Jan Mortensen heldur hetta vera sera týdningarmikið fyri eitt samtak sum vinnuhúsið.

 

Týdningarmikil viðleikari

Vinnuhúsið umboðar 16 arbeiðsgevarafeløg. Samstarvið hevur verið til síðan í 80’árunum, men alsamt fleiri feløg eru komin til. Síðan í seinnu helvt av 90’árunum hevur felagið profilerað seg meira málrættað sum felagseindin Vinnuhúsið og hevur í størri mun verið við til at seta dagskránna í samfelagskjakinum.  Fyri hetta vóru tað mest einstøk mál samtakið viðmerkti. Men nú tekur  Vinnuhúsið størri samfelagsligar spurningar upp og er ein týdningarmikil viðleikari í føroyskum samfelagsviðurskiftum. Jan Motensen sigur, at Vinnuhúsið sjálvandi vil hava ein leiklut í samfelagsskipanini. Tað er týdningarmikið fyri demokratiið, at vinnufeløg og fakfeløg luttaka í samfelagskjakinum og geva politisku skipanini eitt meira kvalifisera støðið at byggja sínar avgerðir á, sigur Jan Mortensen.

Hetta verður millum annað gjørt við at skipa fyri ráðstevnum sum t.d. Offshore Faroes 2006, ið verður hildin í hesum døgum.

 

Visión 2015

Í sambandi við Visión 2015 hevur Vinnuhúsið sett ein strategibólk, at gera frágreiðingar, ið kunnu vera við til at lýsa viðurskiftini og ávirka avgerðirnar. Bólkurin hevur gjørt frágreiðing við tilmælum um dynamik í kapitalvirkseminum, og seinasta mánaðin eru tvær frágreiðingar komnar um útbúgving og gransking. Tann seinna hesum var løgd fram í farnu viku, og hendan frágreiðing hyggur at, hvussu granskingarumhvørvið í Føroyum er skipað og kemur við tilmælum til broytingar.

Jan Mortensen vísir á, at skúlagongdin er ein sera týdningarmikil partur av menningini av arbeiðsorkuni í samfelagnum. Tí sær Vinnuhúsið tað, sum sína ábyrgd og í sínum áhuga at geva sítt íkast til kjakið um skúlaskipanina.

 

Tænastur skulu gerast betur

Hann sigur, at Vinnuhúsið, sum er, er nøgt við sín leiklut í samfelagnum. Vinnuhúsið livur av limagjaldinum hjá limafeløgunum, og hetta avmarkar í sær sjálvum virkseminum í at vaksa nógv meira. Men arbeitt verður alla tíðina við at gera tænasturnar til limirnar betur. Millum annað við at betra heimasíðuna og tær tænastur, ið verða veittar umvegis hana.

Í løtuni starvast 6 fólk í Vinnuhúsinum. Í mun til 2 fyrst í 90’árunum. Nýggju húsini gera arbeiðsumhvørvið betur og hetta ávirkar sjálvandi arbeiðslagið hjá okkum, ið starvst her, sigur Jan Mortensen, ið seinastu árini er vorðin almenna andlitið hjá føroyskum vinnulívi.

Simon Kvamm á Planet Awards: Føroyar er sum narkotika – og eg havi brúk fyri at fáa Føroyar í æðrarnar

Nephew sangarin Simon Kvamm verður við á Planet Awards, har hann skal handa eina av virðislønunum. Hann gleðist um høvið at sleppa aftur til Føroyar, ið hann hevur fingið, nú Nephew eru í uppskoti til planetina fyri besta útlendska.

 

Planet Awards

 

Kendasti maður í Danmark við genum úr Gøtu Simon Kvamm sigur, at Føroyar er eitt fantatiskt stað. Hann gleðir seg nógv til aftur at sleppa at seta seg niður og hyggja út yvir Tórshavn, at uppliva føroysku náttúruna hesa ársins tíð og at hitta alt vinfólkið og skyldfólkið aftur.

 

Hann greiðir frá, at Føroyar veruliga er fari undir húðina á honum. “Føroyar er sum narkotika, og eg havi brúk fyri at fáa Føroyar í æðrarnar aftur”, sigur hann. Tí er hann so øgiliga glaður um henda møguleikan.”Tí annars hevði eg noyðst at tikið ein kold tyrker, fyri at halda okkum til narkotermonologiðina”, sigur hann. “Bæði eg og daman hjá mær gjørdust heilt bitin av Føroyum.”

 

nud: Hvussu var uppliviningin at spæla á G! í summar?

Simon: Upplivingin í summar var heilt fantastisk. Vit vóru har í eina heila viku og upplivdu ótrúliga nógv stuttligt. Hetta var fyrstu ferð í eitt ár , at vit vóru saman sum ein bólkur uttan at arbeiða, uttan gera samrøður við miðlar, uttan spæla ella annað tílíkt. Hetta var júst eitt ár eftir, at fløgan USA/DSB kom út, og vit høvdu verið seg nógv upptiknir hetta árið. Tí var tað ein ótrúliga góð tíð fyri bólkin. Føroyar fór undir húðina á okkum øllum. Tað gjørdist ein ordiliga feit vika.

Sjálv konsertin var eisini heilt serlig. Vit høvdu alla vikuna gingið og skeitt oman á sandin, sum gjørdist størri og minni alla tíðina. Vit hugsaðu okkara, um hvussu tað fór at enda við konsertini. So frættu vit, at flóð fór at vera, meðan konserin var. Men G! fólkini tey tóku ikki hetta so tungt. Tey høvdu ein sovorðnan herligan afturlenaðan hugburð, sum vit sóu hjá nógvum føroyingum. Tey gjørdu ikki mætari enn, at tey ringdu eftir einum sandbáti, sum kom og legði eina last av sandi. Tað var herligt.

Føroyingar eru rættiliga ymiskir frá danum. Men alíkavæl eisni eitt sindur líkir. Tað er t.d. deiligt, at man dugir at práta sama mál.

Vit høvdu onga hóming av hvussu vit fóru at verða móttiknir á pallinum, men tað gjørdist ein stór uppliving. Kanska serliga fyri meg. Hóast eg ikki dugi føroyskt, so er abbi mín úr Gøtu, og eg kenni, at Føroyar er ein stórur partur av mær. Tí byrjaði eg konsertina við at siga okkurt á føroyskum, sum eg hevði lært meg til hetta kvøldið. Tað var heilt fantastiskt at tosa føroyskt í eina mikrofon framman fyri so nógvum túsund menniskjum.

Tá vit so byrjaðu at spæla og móttøkan var so góð sum hon var. Tá gjørdist løtan ordiliga gandakend. Hatta gjørdist stutt sagt ein heilt serlig uppliving í okkara lívi, sum hevur sett seg djúpt í okkara hjørtu.

 

Tit hava spælt í G! skjúrtum á tykkara konsertferð í Týsklandi, hvussu ber tað til?

Tað er fyrst og fremst tí, at talan er um nakrar feitar skjúrtir, men eisini tí tær hava eitt kensluligt virði fyri okkum. Vit hava nú ikki bara spælt í Týsklandi í teimum, vit hava faktiskt spælt næstan allar konsertir síðan vit spældu á G! í teimum.Tær eru vorðnar eitt slag av góðum uniformi. Tað er greitt, at tað fara tær ikki at halda áfram við at vera, tí so regluligir eru vit ikki. Men tað hevur kenst rætt higartil.

Trummuleikarin hjá okkum misti sína, og tað var eitt øgiligt baks at fáa fatur í eini nýggjari, tí tær vóru útseldar. Men ein av fyriskiparunum gav honum sína.

 

Nú verður føroyskur tónleikur heiðraður á Planet Awards, kennur tú nakað til føroyskan tónleik?

Tíanverri lá ikki serliga væl fyri at hoyra nakað serligt í summar. Men eg hoyrdi 200, teir dámdi okkum øgiliga væl. Tað var eisini orsøkin til, at vit bjóðaðu teimum við á pallin. Eg fekk eisini fløguna hjá Makrel, sum eg havi lurtað eitt sindur eftir. Harafturat havi eg luttikið á einum tiltakið í Danmark saman við Teitur í heyst. Eg kendi hann slettis ikki áðrenn, men tað, sum hann gjørdi, riggaði væl. Hann syngur fantastiska væl, hevur eina góða rødd. Tað virkar uppiborið, at hann er í uppskoti til planetina sum besti sangari.

 

200 vóru á palli við tykkum á G!, kann tað hugsast, at tit aftur fara at gera okkurt saman?

Ja, tað kann væl hugsast, vit høvdu eina skumla ætlan um at virka sum Musclemankór hjá teimum í Vega í August. Men tað lá tíanverri ikki fyri. Men eg hevði hildið tað verið sera stuttligt at verið Musclemankór onkuntíð. Ella kanska at vit spæla onkra konsert saman.

 

Nephew hevur fingið eitt ótal at heiðurslønum í Danmark, og á MTV European Music Awards vóru tit í uppskoti til ársins danska bólk. Hava tit nakrantíð verið í uppskoti til besta útlendska bólk?

Nei, tað hava vit ongantíð roynt áður – Tað er øgiliga stórt. Vit taka tílíkt sum eitt stórt herðaklapp. Tá vit fara á pallin, so eru vit har fyri at samskifta við áskoðaran, og tílíkar heiðurslønir eru eitt slag av aftursvari til okkara. Vit seta stóran prís uppá tað. Tí tílíkt vísir, at vit hava rakt okkurt, tað verið seg í áskoðaranum ella í einari dómsnevnd. Tað er sku’ feitt.

Man kann ikki brúka tað til nakað listarligt. Eg meini so við, um vit vinna ella tapa eina virðisløn, so verða sangirnir hvørki betur ella verri. Men heiðurslønin er eitt aftursvar, og tað vermir sjálvandi. Vit eru so í øllum førum ikki ein av hesum bólkunum, sum sigur: Vit vilja ikki hava nakra heiðurslønir….. Okkum dáma tær væl, og vilja fegin hava tær. Tær eru eisini fínar at seta oman á bunkarnar av pappíri á skrivaraborðinum, so pappíri ikki fýkur um alt húsið.

Annars er tað nokkso stuttligt at vera í uppskoti saman við Madonnu og Green Day, tað er bara í Føroyum, at tað ber til. Hatta er eitt gandakent land.

 

Hesuferð kemur tú til Føroyar at handa eina heiðursløn, men hvussu verður við Nephew, koma tit aftur til Føroyar at spæla?

Ja, tað kann eg lova tykkum, at vit koma. Tað verður ivaleyst ikki í ár. Í løtuni skriva vit eina nýggja fløgu. Eg havi fingist burturav við hetta seinastu mánaðarnar. Síðan taka vit hana upp, og tá fløgan er útkomin er konsertferð í Danmark á skránni. Men aftan á, at konsertferðin er av, so fara vit aftur til Føroyar.

 

Herðaklappið hjá Kristian

Maðurin aftan fyri 250 føroyskar tónleikaútgávur seinastu 28 árini, Kristian Blak, fekk serliga Planet Herðaklappið. Hetta var ordiliga skeg heldur Kristian.

 

Planet Awards

 

Tað var ein fegin Kristian Blak, ið fekk Planet Herðaklappið á Planet Awards leygarkvøldið. Men eisini konan Sharon var glað, hon segði, at hon hevði ynskt sær eina Planet heiðursløn at stilla á hyllina í stovuni. Tað er nevniliga sonur Kristian og Sharon, Sámal og vinmaður hansara David Geyti, ið hava gjørt snotiligu planetirnar. Sharon var tó serliga glað vegnað Kristian, tí hon helt mann sín hava uppiborið eitt tílíkt herðaklapp fyri sítt arbeiði fyri føroyskan tónleik, og hvør man vita tað betur enn júst konan hjá hesum arbeiðssama manni.

 

Kristin segði í spølni, at honum hevði dámt planetina so væl, at hann hevði hugsað um, at biðið Sámal um at gera eina eyka planet, sum tey kundu fáa hetta pena listaverk. So tað er bara gott, at eg vann eina heldur Kristian.

 

Hann er stoltur av, at Sámal bleiv biðin um at gera planetirnar: ”Hann er ein dugnaligur drongur. Hann hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiðið við planetunum, og man gleðist jú tá onkur í familjuni ger nakað serligt”.

 

Kristian sigur annars, at hann gjørdist ikki sørt kløkkur, tá Jan Müller nevndi hansara navn av pallinum. “Hatta var eitt ordiligt yvirraskilsi – Men tað var samstundis skeg  at hoyra, fólk rópa mítt navn, tá eg kom á pallinum.”, sigur Kristian.

 

Kristian hevur virkað í føroyska tónleikaídnaðinum síðan 1974 og hevur nærum øll árini verið ein slóðbrótari. Spurdur um menningina í føroyskum tónleiki seinastu 32 árini, sigur Kristian, at menningin hevur verið sera stór, bæði í tali og í góðsku á útgávum.  Kristian byrjaði sum útgevari í 1977 og tey 18 árini fram til 1995, gav TUTL 50 útgávur út. Seinastu 10 árini hevur felagið givið út fleiri enn 200 fløgur. Kristian heldur, at tvinnar høvuðsorsøkir eru til hetta. Digitaliseringin hevur gjørt sjálvt arbeiðið við at gera fløgur munandi lættari. Hin orsøkin er broytingin innan føroyskan popp- og rokktónleik fyrst í 90’árunum. Bólkar fóru frá at spæla løg hjá øðrum til at spæla egið tilfar, at hesum sprottu nógvar útgávur.

 

Kristian heldur eisini, at serliga seinastu árini er nógv hent við góðskuni á útgávunum, tónleikararnir eru á høgum støði og hava nógvan sjálvkritikk. Hetta hevur havt við sær, at nakrar sera góðar fløgur eru komnar út. Kristian sigur, at avbjóðingin hjá TUTL, nú liggur í at liva upp til ábyrgdina, ið tann høga góðskan leggur á herðarnar á felagnum. Planet Awards gjørdist eitt sera gott kvøld hjá TUTL, við hópin av nøvnum í uppskoti og fleiri í millum vinnararnar.

 

Ein av bólkunum, ið hevur givið eina góðsku fløgu út á TUTL í 2005, er 200. Mikael sonur Kristian spælir  bass í bólkinum. 200 vann planetina fyri besta bólk. Kristian er sera glaður fyri, at Mikael fekk hendan heiður, men eisini vegna Niels og Una. Tí teir spæla øgiliga væl og hava givið eina sera góða fløgu út, ið hevur sligið navnið hjá 200 fast, sigur Kristian.

Rúni hevur samráðst fyri 100 milliardir

Rúni Bro Róin er 32 ára gamal úr Hoyvík. Hann hevur higartil luttikið í samráðingum fyri 100 milliardir. Í starvinum sum stjóri fyri íløgufígging hjá DONG situr Rúni, við ábyrgd fyri strategisku skipanini av einum av teimum størstu íløgufíggjarætlanunum í Danmark.

 

Eg hitti Rúna Bro Róin á høvuðsskrivstovuni hjá DONG í Hørsholm stutt uttanfyri Keypmannahavn. Hann var fryntligur og bjóðaði mær ein góðan bita á skrivstovuni hjá sær, meðan vit prátaðu um starvið sum Head Of Co í DONG, um fyritøkuna og um Rúna sjálvan. Hann leggur fyri við at siga, at hetta er hann, ið úttalar seg vegna Rúna ikki vegna DONG.

DONG er ein risafyritøka, ið hevur Norður Atlantshavið sum eitt av sínum fremstu arbeiðsøkjum, tí ynskir stjórin fyri íløgufígging sjálvandi ikki, at eitt prát við hann skal tolkast, sum almenni politikkurin hjá DONG.

 

Las økonomi

Rúni vaks upp í Hoyvík, gekk í Hoyvíkar skúla og fór síðan í student í Hoydølum. 20 ára gamal fór hann til Århus at lesa búskap.Her gekk sera væl. Á hvørjum ári sendir Århus Universitet seks fólk til Cranfield School Of Management í Onglandi at luttaka  í eini eitt árs MBA útbúgving. Tú sleppur at taka tann kreativa helminingin av MBA’ini. Tann teoretiska partin fært tú góðskrivaðan fyri lesturin í Århus. Rúni søkti luttøku og varð valdur út av universitetinum at fara til London. Hetta hevur nógv at týða fyri starvsmøguleikar í summum londum, sigur Rúni.

Afturkomin til Århus gjørdi hann útbúgvingina í búskapi lidna innan fyri tey ætlaðu fimm árini.

 

Í starv hjá TDC

Eftir lokna útbúgving varð hann settur í starv hjá danska telerisanum TDC í Keypmannahavn. Har arbeiddi hann við búskaparligari greining.  Men eftir hálvt annað ár hjá TDC, var hann vorðin deildarleiðari. Hann varð verðandi hjá TDC í fýra ár og fekk har royndir við at arbeiða við stórum íløguætlanum. Saman við DONG er TDC ein av teimum fyritøkunum við størstu íløgufíggjarætlaninini í Danmark.

 

Headhuntaður

Í 2001 kom fyrrverandi stjórin í danska fíggjarmálaráðnum Anders Eldrup í starv sum stjóri í DONG. Hetta hevði stórar umskipanir í fyritøkuni við sær. Í hesum sambandi varð leitað eftir best egnaðu fólkunum. DONG brúkar sokallaða headhunting, har teir velja best egnaðu fólkini til leys størv og bjóða teimum tey. Sum skilst stóð navnið hjá Rúna á listanum, og hann varð settur í starv við projektleiðslu. Hann fór sostatt úr einum starvið við beinleiðis leiðslu til eitt starv projektleiðslu. Hann gjørdist tó heilt skjótt deildarleiðari í DONG.

 

100 milliardir

Rúni Bro Róin er nú 32 ára gamal. Hann hevur higartil luttikið í samráðingum fyri 100 milliardir, nakrar av samráðingunum eru enn ikki endaliga gjøgnumførdar, men nógvar eru. Størsti einstaki sáttmálin hann hevur samráðst um, var áljóðandi 24 milliardir.. Eg spurdi hann, um peningur ikki missir sítt virði, tá man arbeiðir við so stórum upphæddum. Men tað helt hann ikki “Peningur fær bara ymisk virði. Um tú samráðist um ein sáttmála, sum er 24 milliardir, so hevur peningurin eitt virði, er sáttmálin um eina millión, hevur peningurin eitt annað virði, og tá eg komi til hús, hevur hann eitt heilt triðja virði.”, sigur Rúni. Hann heldur tó, at tað er áhugavert, tá tú samráðist um stóru sáttmálarnar, at tú kanst uttan himpr biðja 100-200 fólk koma til arbeiðis, ella fara út og keypa júst tann rætta serfrøðingin til onkra uppgávu.

 

Situr við samráðingarborðið

DONG byrjaði fyrst í 1980’unum sum danskt olju- og gassfelag, men virksemið er altsamt vaksið hesi árini, og við íløgum og yvirtøkum bæði í Danmark og í útlandinum er felagið, ið danski staturin eigur, vorðið ein risi, ið millum annað eigur stórar partar av danska elkervinum, stór olju- og gassøki í bæði donskum og útlendskum havøki, umframt nógv annað virksemi innan orku. Felagið hevur skrivstovur í Danmark, Noregi, Svørríki, Týskland, Hollandi og Stóra Bretlandi. Rúni spælir ein virknan leiklut í yvirtøkunum. Deildin hjá honum tekur sær av fíggjarliga partinum og av strategi. Rúni situr ofta sjálvur við samráðingarborðið, onkuntíð sum samráðingarleiðari, onkuntíð aftan fyri í øðrum leiklutum.

Rúni greiðir frá at munur er á hvussu langa tíð ymisku transaktiónirar taka. Her eru tíðarskeið frá einari viku og upp í trý ár. Starvið er altíð avbjóðandi, men størta avbjóðingin er ivaleyst at halda tann góða hugburðin, tá tú situr og samráðist á triðja ári.

 

Úr jólafrítíð til arbeiðis

Rúni arbeiðir nógv, kanska ov nógv viðgongur hann, og ferðin er altíð høg. Eg havi upplivað at verða kallaður til Danmarkar úr jólafrítíð í Føroyum, og at verða vaktur mitt um náttina, tí okkurt er áfatt. Men hinvegin kann hann halda ein frídag um hann hevur hug til tað. Í næstum fer hann t.d. tríggjar vikur til Brasilia at ferðast..

 

Karate gevur frið

Umframt starvið í DONG roynir hann at menna sín leiðsluførleika við at taka ein útbúgving innan leiðslu. Men alíkavæl sær hann nógv til vinfólkini og er í  biograf upp fleiri ferðir um vikuna. Men hóast ferðin er høg, kennir hann ikki nógv til strongd. Hann greiðir frá, at lykilin til hetta er Karate. Tá hann flutti til Keypmannahavnar byrjaði hann at ganga til Karate á Nørrebrogade. Hann gongur nú tríggjar ferðir um vikuna í einum av teimum mest siðbundu karatefeløgunum í Danmark. Har fyrigongur alt á japanskum, tú situr lágt og bukkar fyri hvør øðrum. “Tá tú ert til Karate, noyðist tú at vera til staðar, um tú gongur og hugsar um okkurt annað, so er avrokningin kontant.”, sigur Rúni. Hetta hjálpir honum við at skapa javnvág í gerandisdegnum.

 

Donsk vinfólk

Rúni býr á Christianshavn eitt hanagleiv frá Norður Atlantsbryggjuni, og Bryggjarn er hansara samband við føroyska útisetasamfelagið. Flestu vinfólkini eru danir, og føroysku vinfólkini eru antin í Føroyum ella í Noregi. Men hann plagar onkuntíð at fara til tiltøk á Bryggjuni. T.d. hjálpti hann til, tá ólavsøkan varð hátíðarhildin. Hetta helt hann vera sera stuttligt. Hann heldur orsøkina vera, at hann læs í Århus og flutti síðan til Keypmannahavnar. Tá flutti hann frá teimum føroyingunum, ið hann kendi har.

Hann heldur annars sambandið við føroysku røturnar við at ferðast heim til Føroyar so ofta, ið til ber.

 

Áhugamál í Føroyum

DONG er eitt virkið við nógvum áhugamálum í Føroyum, og sum hevur Føroyar í sínum framtíðarætlanum. Men hetta er ikki eitt øki, ið Rúni fæst við til dagligt. Men honum dámar væl at arbeiða á einum virkið, ið hevur við Føroyar at gera, og hetta ger sjálvandi, at tað er møguligt, at hann í framtíðini fer at hava okkurt við Føroyar at gera.

 

Droymdi um hetta í 1.G

Rúni er í einum av hægstu størvunum í Danmark innan sítt øki, men hann heldur ikki, at hann er komin á mál enn. “Hetta er akkurát tað, ið eg droymdi um, tá eg gekk í 1.G. Men eg dugi at síggja nógvar avbjóðingar enn. Eg eri ikki bundin at Danmark, og heimurin er stórur.”, sigur hann. Men hann heldur, at enn eru nógvar spennandi avbjóðingar í DONG, millum annað størsta danska børsnoteringin nakrantíð, tá danski staturin fer at lata partabrøv í DONG til sølu.

Rúni ivast í, um hann nakrantíð flytir til Føroyar aftur. Hann sær ikki sum nú nakrar nóg spennandi yrkisligar avbjóðingar. Men samstundis, so er hann greiður yvir, at hetta kann broyta seg. Hann kennur nógv, ið hava sagt, at tey ongantíð flyta heim aftur, men síðan eru flutt heim og stórtrívast.

Meira enn bert ein lekkur yvirkroppur

Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað, at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum.

 

Jóannes Lamhauge vann í summar heiðurin sum Ársins Songrødd. 19 ára gamli havnarmaðurin er greiður yvir, at sigurin setir krøv. Stórar songrøddir, sum Guðrun Sólja Jacobsen og Eivør Pállsdóttir hava brúkt Ársins Songrødd, sum lopfjøl til at gerast yrkissangari. Jóannes tímir væl at gerast yrkissangari, men stendur á gáttini til at skula velja lívsleið, og ymsar leiðir toga ymsar vegir.

 

Til Fraklands
Studentaskúlaprógvið er júst komið í hús, og Jóannes skal avgera, um hvar hansara lesnaður skal halda fram. Aftan nýggjár gongur leiðin væntandi til suður Fraklands til Aix en Provence, ið liggur stutt frá havnarbýnum Marseille. Hann kallar hetta eina pílagrímsferð. Hansara yndislistamaður Paul Cézanne hevði atelier í Aix en Provence, tí gongur leiðin hagar. Ætlanin er at taka eitt málskeið fyrsta hálva árið og síðan avgera, hvat skal henda.

 

Myndlistin dregur
Jóannes er eisini myndlistamaður, og hann hevur á námsferð við studentaskúlanum vitjað Aix en Provence. Honum dámar sera væl býin og vil fegin aftur. Hann sigur seg vera fullkomiliga frankofilan – Hann elskar alt tað franska. Seinastu trý árini hevur hann havt franskt í skúlanum, og hann gleðir seg til at læra meira um málið, fólkið og mentanina.

Rólant í Skorðini hevur verið fransklærari hjá Jóannesi tey trý árini á studentaskúlanum. Hesir tímar hava givið nógvan íblástur, ofta hava fraklendingar og fransktalandi annars verið gestir í tímunum. Ein tíma var Marjun Vatnhamar, ein ung føroysk kvinna, sum læs á einum listaskúla í París, og vitjaði. Seinni fóru tey, sum høvdu franskt til París saman, og tey vitjaðu listaskúlan hjá Marjun. Jóannes helt skúlan vera sera áhugaverdan. Hann hevur møguleika at sleppa inn á skúlan um hann hevur hug, og hetta er ein møguleiki.

Jóannes er ein sera gávuríkur listamaður, og hansara eyðsýndu gávir góvu honum 13 í árskarakteri í evning á Studentaskúlanum. Hetta letur nógvar dyr upp. Hann heldur, at París er ein spennandi býur, eitt satt listanna Mekka, og tað kann hugsast, at leiðin gongur tann vegin aftan á eitt hálvt ár í suður Fraklandi.

Í løtuni savnar Jóannes pening til ferðina, hetta verður fyrst og fremst gjørt við at mála, ætlanin er so at hava nakrar søluframsýningar. Eisini skrivar hann um list í Skáanum.

 

Sangurin dregur eisini
Hann sigur seg eisini hava hugsa um at lisið til arkitekt ella kanska paleontolog ella arkeolog. Møguleikarnir eru nógvir, men enn hevur hann ikki tikið nakra avgerð. Ein møguleiki er hægri lesnaður innan sang. Serliga nú hann er vorðin Ársins Songrødd. Song fyrimyndirnar eru ikki tær vanligastu fyri ein 19 ára gamlan drong: Alessandro Safina, Josh Groban, Andrea Bocelli og Ernst Sondum Dalsgarð. Við leiklutinum, sum Jósef i sangleikinum Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið, vísti Jóannes føroyingum, at hann hevur eina frálíka rødd, sum egnar seg sera væl til musikalir. Hetta sama vísti hansara tolking av “When you say you love me” í ársins songrødd finaluni. Hann fortelur eina søgu við sanginum, og hevur stóra innliving í bæði tekst og lag. So nógva innliving, at tú trýrt honum.

 

Lekran yvirkropp
Men tað er ikki bara røddin og listargávurnar, sum eru góðar. Jóannes er ítróttarmaður, og er væl trenaður, hetta kom til sjóndar í Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið. Í leikinum letur Jósef seg úr dreymakotinum, og stendur við berum yvirkoppi. Jóannes greiður frá, at tá hann lat seg úr, hoyrdi hann, eitt suð fara í gjøgnum allan salin í Norðurlandahúsinum, og so byrjaðu konufólkini at skríggja. Hann heldur tað vera nokkso stuttligt. Onkur konufólk  samanbóru hann við ein griskan guð.

Hann upplivir eisini enn, at vinkonir fortelja, at mammurnar hjá teimum hava spurt, um hann enn hevur líka lekran yvirkropp.

 

Egin løg
Jóannes var í finaluni í Singer/Songwriter kappingini í Hafnia Lounge í fjør. Hann hevur skrivað løg í fleiri ár, og hevur havt nøkur liggjandi í skuffuni, men var ikki vanur at spæla tey alment. Tí vóru nervarnir øgiligir, tá hann fór á pallin í Lounge’ini. Hann kendi seg naknan. Hetta hóast, at har vóru nógv færri fólk enn til Dreymakotið. Hann sigur munurin var, at í Norðurlandahúsinum, var tað ikki Jóannes men Jósef, sum stóð á pallinum, tí vóru nervarnir ikki so ringir. Í Lounge hevði hann ongan leiklut at goyma seg aftan fyri, hann var berur.

Eisini vóru nógv av teimum í Lounge’ini slettis ikki áhugaði í tónleikinum, men bara komin fyri at ballast, tað kendist løgið at skula spæla fyri fólki, sum ikki tímdi at lurta.

Hann heldur annars Singer/Sonwriter kappingina vera eitt tað besta tiltakið, ið er í Føroyum. Luttakararnir eru so øgiliga ymiskir, t.d. vóru m.o. Rókur Jakobsen, Kári Páll Nolsøe og Ragnar í Vík við í fjør. Jóannes var serliga stoltur av, at hava vunnið á Ragnar í Vík, sum júst hevði verið í Nashville og sungið.

Hann hevur meldað seg til aftur í ár. Men gravgangurin var so stórur eftir at luttaka, at hann einans er sloppin á bíðilista. So hann sleppur bert at luttaka um onkur meldar avboð.

Jóannes spælir umframt gittar, klaver og trompet. Hann sigur, at gittarin er hansara besti vinur, og at hann hevur skrivað eina rúgvu av løgum. Dreymurin er, at gera eina fløgu onkuntíð, og heitið ársins songrødd setur nøkur krøv.

 

Ársins Songrødd
Jóannes heldur ikki at karmarnir fyri Ársins Songrødd eru serliga hepnir, støðið er høgt, og nógvir góðir sangarar syngja av heilum hjarta, men fyri áskoðararnar er hetta eitt ball. Hann heldur at ein sitikonsert hevði verið meira passandi til eitt tílíkt tiltak. Eisini hevði ein eldri lurtaraskarði fingið áhuga fyri tiltakinum, um karmarnir vóru annarleiðis.

Í høvuðsuppgávuni í evning á studentaskúlanum, gjørdi Jóannes millum annað eitt kórverk. Hann sigur seg droyma um, at fáa Sunnleif Rasmussen og Tarira at framføra verkið.

Nógvir eru dreymarnir, og evnini eru stór. Tað verður spennandi at fylgja við, hvat framtíðir hevur at bjóða Jóannesi

Tað verður svakliga gott!

Leygarkvøldið vitjar ein av best dámdu donsku tónleikabólkunum seinastu árini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Carpark North hava í ár hittað stórt í Danmark við lagnum “Human” av aðru fløguni hjá bólkinum “All things to all people”.

Eg vitjaði Carpark North í venjingarhølinum.
Eg vitjaði Carpark North í venjingarhølinum.

Talan er um rokkkendan elektroniskan popp, ella við øðrum orðum sera forkunnugan tónleik í  Føroyskum høpi. Men við teimum smittandi niðurløgunum, er tónleikurin av eini sovorðnari góðsku, at sjálvt tey mest stirvnu mugu nikka við.

Nýggja fløgan ”All things to all people” tekur táttin upp eftir fyrru fløguni, og er uppaftur betri enn tann fyrra. Serliga fyrsta stakfløgan ”Human” er framúr, hon rokkar fullkomiliga.

 

Tekur ímóti mær

Í bilinum á veg út í venjingahølið hjá Carpark North, spælir útvarpsrásin P3 enn einaferð hittið ”Human”. Fryntligi sangarin Lau tekur í móti mær, tá eg koyri inn í garðin uttan fyri venjingarhølið. Eg nevni fyri honum, at eg júst havi hoyrt ”Human” í útvarpinum. Hann smílist, og sigur eitt sindur bandittasliga, at hann ikki veit, hvussu nógvan pening plátufelagið mann hava goldið Danmarks Radio fyri at spæla hann.

 

Vildi verið í salinum

Í venjingarhølinum, ið eru á stødd við eini miðal hús, standa hinir limirnir í bólkinum og forrita á eini teldu. Hetta er partur av venjingini, sigur Lau. Hann greiðir frá, at teir allatíðina royna at gera framførsluna betri. Akkurát nú arbeiða teir við at gera ein intro til konsertferðina, ið byrjar í Føroyum. Tankin er, at fáa fólk at vera vill, longu tá bólkurin fer undir fyrsta lagið.

Her er ikki bara talan um at gera eina intro, men um at skapa eina heildarframførslu. Teir hava arbeitt nógv við hesum. Lau ivast ikki í, at tað verður svakliga gott og sigur, at hann hevði ynskt at sloppið at staðið í salinum og hugt eftir framførsluni.

Tað skínir eitt sindur í gjøgnum, at maðurin er fyrst í tjúgunum, hann er so livandi og ivrigur at fortelja um sína list, og hann meinar tað ordiliga nógv. Sera frískligt og sera erligt.

Allastaðni í venjingarhølinum standa ljómborð, forsterkarar, trummusett og ymiskir gittarar, hetta er eitt ordiliga stuttligt spælipláss, og teir tykjast at trívast her.

 

Mest spælda lag í 2003

Tað var lagið ”Transparent and glasslike”, ið smitaði Carpark North upp á toppin á donsku hittlistunum, og hjálpti við at selja ikki færri enn 46.000 eintøk av fyrstu fløguni. Lagið var mest spælda lag í donskum útvarpi í 2003, og lá í vikuvís ovast á Tjecklistanum, ið er danska útgávan av 15 teimum bestu.

 

Carpark North sannførdu í Týsklandi

Í síðstu viku vóru Carpark North ein av bólkunum, sum danski tónleikaídnaðurin bjóðaði fram, á stóru Poppkomm messuni í Berlin. Hetta varð gjørt við eini útseldari konsert á spælistaðnum Postbahnhof. Sambært Gaffa var framførslan hjá Carpark North framúr.

Lau sigur, at hann fekk eina kenslu av, at tað gongur væl í Týsklandi. Tvey útgávufeløg hava bjóðað um kapp fyri at sleppa at geva ”All things to all people” út á týska marknaðin. Hetta átti at verið eitt gott tekin. Hann sigur, at tað felagið, sum fekk uppgávuna tykist ordiliga áhuga í at gera eitt gott sølu- og marknaðarføringsarbeiði. Fløgan kemur út í Týsklandi í næstum, og hetta verður sera spennandi heldur Lau.

Hann sigur, at tað var eitt sindur stuttligt, at tá teir komu til Berlin, hildu teir seg vera púra ókendar, men tað fyrsta, ið teir sóu á flogvøllinum, var týkst tónleikablað, sum hevði grein við stórari mynd av Carpark North á síðu 3.

 

Spennandi samstarv

Millum tey ið lurtaðu í Postbahnhof var umboðsmaðurin hjá elektroniska tónleika guru’inum Moby, og honum dámdi teir so væl, at hann hevði fund við Carpark North dagin eftir konsertina. Lau sigur, at tað var ein sera spennandi fundur, sum kann enda við onkrum ordiliga spennandi, men at einki er komið upp á pláss enn, so hann vil helst ikki tosa ov nógv um tað.

 

Spæla hvørt vikuskifti

Konsertin í Mentanarhúsinum er tann fyrsta av nógvum konsertum, higartil eru øll vikuskiftini restina av hesum árinum upptikin. Hetta eru fyrst og fremst konsertir í Danmark, men eisini í Svørríki, Noregi, Finlandi og Týsklandi.

Lau sigur, at teir hava lagt nógv arbeiði í at gera framførsluna, so góða sum møguligt. ”Vit eru ein undirhaldsbólkur”sigur hann, ”Okkara tónleikur er gjørdur fyri at gera fólk glað, og fyri at fáa lív í tey. Vit eru soleiðis, sum persónar, at um vit ikki spæla lívligan og festligan tónleik, so keðast vit av tí. Okkara framførsla ber brá av hesum.

 

Størri frælsi

Til konsertirnar hava Carpark North ein eyka ljómborðsleikara við. Hetta eru neyðugt sigur Lau. Hann heldur, at ljóðmyndirnar høvdu verið ov lítlar uttan eyka ljómborðsleikaran.

Tað gevur somuleiðis størri frælsi á konsertunum. Fleiri av løgunum hava forritaði petti, og rútmuboksir og annað liggja undir lagnum. Men onnur løg, sum t.d. stóra hittið ”Transparent & Glasslike” verða spæld heilt live, uttan nakað undirliggjandi. Henda møguleika gevur eyka ljómborðsleikarin, og tað ger konsertina meira livandi, og nógv stuttligari at spæla.

 

Nógv broyttir

Lau greiðir frá, at mátin bólkurin arbeiður er broyttur nógv síðan byrjanina, fyrr líktust konsertirnar nógv fløguni. Men hetta riggaði ikki so væl í øllum løgum, so tí hava teir gjørt summi av løgunum um, við eyka pettum, og umskipan av ymsum. Hetta riggar betur, og ger sjálvandi eisini konsertupplivingina betur. Konsertin er ein heilt onnur uppliving enn at seta eina fløgu við bólkinum á.

 

Meira víðgongd fløga

Tá teir fóru í holt við nýggju fløguna, høvdu teir eitt brennandi ynski um, at fáa gjørt fløguna eitt sindur meira víðgongda. Fáa tað sum rokkar at rokka meira, gera forritanina eitt sindur frekari og gera alla ljóðmyndina meira massiva. Hetta heldur Lau hevur eydnast. Men tað hevur somuleiðis tað við sær, at kenslurnar hjá fólki eru sterkari fyri hesið fløguni enn tí fyrru. Summi elska hana, meðan onnur inniliga hata hana.

Fyribils merkir hetta, at fløgan hevur fingið framúr góð ummælir, men hevur selt nógv færri eintøk enn tann fyrra, tó kann hetta broytast sera nógv, um gjøgnumbrotið á tí týska marknaðinum kemur.

 

Vildu gjarna til Føroyar

Lau sigur, at eingin av limunum í Carpark North hevur verið í Føroyum fyrr. Men teir hava hoyrt ordiliga nógv gott um landið. Tí ynsktu teir at sleppa hendanvegin. Hann sigur seg vóna at sleppa at uppliva eitt sindur av landinum á ferðini.

Hann sigur, at teir hava fantastiska góðar royndir við at spæla forkunnug støð og fyri fólki, sum ikki kennir tónleikin. Teir hava spælt í Grønlandi, Italia og Irak. Allar hesar konsertir hava verið stórar upplivingar fyri bólkin. Tá fólk ikki kennir fløguna, lurta tey nógv meira opin eftir tónleikinum. Tónleikurin sleppur tí at standa sjálvur, og hetta virkar øgiliga sterkt.

Makrel og Eivør hyggja úteftir, Gestir hyggja inneftir

Eg hitti eftir konsertina í Vega leygarkvøldið luttakandi bólkarnar, og vit prátaðu um nútíðina og framtíðina. Meðan Eivør seinastu árini hevur spælt nógv meira uttanlanda enn heima, royna Makrel nú at skapa sambond úteftir, og Gestir leita eftir sínum veruliga tónlistarliga samleika.

 

100 fløgur við postinum
Makrel hava seinastu árini roynt tað, sum er at royna tónlistarliga í Føroyum, og vilja tí hava nýggjar avbjóðingar.

 

Teir góvu fyrr í summar fløguna Wonderland út. Hetta er ein fløga sum nógv arbeiði er lagt í, og sum teir eru sera væl nøgdir við. Hon hevur bæði í orðum og tónleiki ein reyðan trá sum gongur gjøgnum alla fløguna.

 

Teir royna í løtuni at fáa fløguna fram uttanlanda. Teir hava higartil sent 100 eintøk av Wonderland til umboðsmenn, plátufeløg, fyriskiparar og fjølmiðlar í útlondum og komandi hálva ári verður nýtt til hetta arbeiðið.

 

Royna at finna upprunan
Tá Gestir í 2003 vunnu Prix Føroyar var bólkurin rættuliga nýggjur. Við luttøku á Listastevnuni og á fleiri donskum festivalum, var trýsti stórt á bólkin, at skriva nógv løg skjótt. Hetta gekk sambært Gestum útyvir góðskuna á løgunum.

 

Tá teir um heystið 2003 fóru í Lundgaard Studio at spæla inn í eina viku, vóru teir slett ikki nøgdir við úrslitið. Sambært Gestum sóu teir, at neyðugt var at slækka av og royna at finna upprunan til bólkin aftur.

 

Gittarleikarin Torfinnur og sangarin Ólavur, settu seg saman at arbeiða við nýggjum løgum, og royndu at taka støðið í tí tónleiki, sum teir arbeiddu við áðrenn Prix Føroyar. Teir gjørdust nógv betri við hesi løgini, enn løgini teir skrivaðu summarið 2003.

 

Bjartskygdur tónleikur
Bæði tónlistarliga og í orðum hevur bólkurin á nøkrum at nýggju løgunum roynt at skapt ein bjartskygdan boðskap. Tónleikur er ein sera sterkur miðil sum rakar nógv fólk, og teir siga seg tí hugsa nógv um hvønn boðskap teir vilja bera fram.

 

Spurdir um nær ein Gestir fløga kemur, svaraðu teir “ikki enn”, men tá fløgan kemur verður tað ein heil fløga, og ikki ein maxifløga av onkrum slag.

 

Eina einfalda fløgu
Eivør arbeiðir í løtuni saman við kanadiumanninum Bill Bourne. Bourne spælir á komandi fløguni og hjálpir eisini Eivør við at framleiða hana.

 

Fløgan verður á fýra málum: føroyskum, íslendskum, svenskum og enskum. Málsliga fjølbroytni hendi sambært Eivør bara. Íslendsku løgini eru tolkingar av gomlum íslendskum vísum sum Eivør er góð við. Tvey av teimum ensku hevur Bill Bourne skrivað, og hon hevur sjálv skriva eitt enskt lag til samstarvið við Bourne. Tey bæði svensku løgini hevu Eivør skrivað tí henni dámar so væl svenska málið.

Hetta verður ein annarleiðis fløga, men eisini ein fløga sum Eivør altíð hevur ynskt at gera. Ein einfald fløga, beint frá hjartanum og nú ger hon hana.