Lippukassin – Forboðsstaturin hjá Jenisi

Um eg havi hug til at gjalda fyri at síggja eina kvinnu ella mann lata seg úr, so er tað ein spurningur millum meg og viðkomandi. Strippið hendir vanliga í náttklubbum, har øll eru vaksin, og eiga at kunna avgera sjálvi, um tey vilja luttaka í hesum, tí rakar hetta hvørki Jenis ella nakran annan.

Hugleiðing í sambandi við úttalilsir hjá Jenis av Rana um Striptease

Úr lippukassanum
Eg stingi hvønn dag hondina niður í lippukassan og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Illimaður býr í Havn

Mynd: http://www.myspace.com/synarchy

Ella kanska skuldi eg heldur sagt, illimenn búgva í Havn. Havnarbólkurin Synarchy spældi eina øgiliga ónda konsert í FLAGS-tjaldinum, her beint aftan á miðnátt, og her er ónt meint so jaligt sum tilber.

Ummæli av Synarchy á Summarfestivalinum 2010.

 

Úr lippukassanum
Eg stingi hvønn dag hondina niður í lippukassan og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Lippukassin – Poppur á fløgu

Tey, sum høvdu væntað at hoyrt Banaroo sungið síni hitt á Summar Festivalinum, fóru skuffaði til hús, tey fýra vóru á pallinum, men bæði sangur og tónleikur var á fløgu. Tað er ringt at ummæla eina konsert, har fýra fólk dansa afturvið eini fløgu.

Ummæli av Banaroo á Summarfestivalinum 2007

Úr lippukassanum
Eg stingi hondina niður í lippukassan og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

 

 

Lippukassin – Fløt orkubumba

Oddamaðurin Mikkjal G. Hansen var sum altíð ein orkubumba og hansara inniligheit er nærum ófatilig. Tó kundi man væl livað við tí, um hann valdi at tiga millum løgini, tí hansara viðmerkingar eru satt at siga flatar. Men meðan tónleikurin buldraði fyltu rødd og persónligheit pallin heilt út og komu langt út um pallkantin.

Ummæli av Sic á Nýggjárskonsertini 2006


Úr lippukassanum
Eg stingi hvønn dag hondina niður í lippukassan og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.