In: Aðrar greinar
9 Apr 2013Ein tann mest lovandi tungmálmsbólkurin í Føroyum 92/93 var Oblivion. Bassleikarin og sangarin Niels Arge Galán spældi í nógvum bólkum um hetta mundið, men í Oblivion var hann karismatiskur oddamaður í einum bólkum sum í stóran mun spældi egnan tónleik, tónleik sum í føroyskum høpi var tyngri, enn tað vit vanliga upplivdu. Tekstirnir vóru í [...]
BREAKING FOKKING NEWS – NUDLAR.NET MELDAR SEG INN Í TÍÐINDASKRIVSPRESSUNA! Eg havi í dag fingið eitt fokking tíðindaskriv, frá fokking 200, og tað er somikið fokking áhugavert, at eg leggi tað út fokking her. Eg veit væl, at hetta er gerandiskostur á øllum hinum miðlunum, men hetta er mín bloggur, og sostatt skuldu tit helst [...]
In: Aðrar greinar
14 Jun 2012Leygarkvøldið skipar Unga Tjóðveldi saman við 200 fyri endabrestinum á Vendetta konsertferðini. Nú er eisini greitt, at umframt framúrskarandi tónleik og undirhald, verður høvi at hoyra Nudlar Live. Tí eg eri biðin um at halda røðu. Røðan er longu skrivað, og eg kann avdúka, at eg komi við tveimum heilt konkretum uppskotum til, hvussu vit [...]
In: Hugleiðingar
22 Apr 2012Tað er ein góð kensla, at 200 aftur ristir í føroysku líkasæluna og gevur idiotunum og bandittunum ein feitan miðfingur. Fokk jú, sum eg eri við uppá nýggju 200 fløguna og frálíka dokumentarfilimin hjá filmsnillinginum Sakaris Stórá. Eg kann ikki ummæla 200, tí tað skal eingin loyna vera, at tveir av trimum 200 limum teljast [...]
In: Aðrar greinar
10 Apr 2012Onkur hevur eftirlýst, hvar listafólkini hava verið í stríðnum móti systematisku niðurlagingini av vælferðarsamfelagnum. Well, endiliga hendir okkurt nýggja 200 fløgan Vendetta er her! 21. apríl hevur Føroya mest samfelagsrevsandi bólkur útgávukonsert og frumsýning av dokumentarfilminum “Viva la Vendetta” hjá Sakaris Stórá. Nudlar hevur sloppið at lurta við, og kann staðfesta, at Vendetta [...]
In: Lippukassin
6 Mar 2012Fyrstu ferð Uni var at síggja á føroyska tónleikapallinum var í treskimálmsbólkinum Oblivion. Oblivion var fyrsta føroyska boðið uppá ein bólk, ið spældi hetta slagið av tónleiki. Løgini vóru øll egin og nøkur á føroyskum. Hetta var í 1992 og var nærum óhoyrt tá, tí flest allir rokkbólkar spældu lániløg í teirri tíðini, og teir, [...]
In: Samrøður
20 Apr 2007Fyrstu úrslitini av Atlantic Music Event síggjast longu, Hacate Entertainment Group er longu farin undir at royna at selja føroyskan tónleik til útlendskar marknaðir. Longu nú er tónleikur hjá Budam, Sic, 200 og Marius sendur til USA og Grikkaland. Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, [...]
In: Ummæli
16 Apr 2007Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna. Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp. Skráin [...]
In: Ummæli
29 Dec 2006Rættiliga fitta av fólki var komið saman í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Kyndil skipaði fyri árligu Nýggjárskonsertini. Tónleikurin var góður, men áhugin fyri honum var lítil. Sic, The Story Ends, 200 og The Dreams her var talan um 4 av mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men ikki fyri áskoðarafjøldina, ið nærum einans taldi ung [...]
In: Aðrar greinar
30 Mar 2006Tann størsti vinnufestivalurin í Norðanlondum kunngerð á heimasíðu síni, at føroysku bólkarnir The Dreams og 200 skulu spæla á ársins festivali, ið verður hildin í Århus fyrst vikuskiftið í juni. Felagskapurin aftan fyri SPOT Festivalin boðar í dag frá, at teir báðir fremstu føroysku punkbólkarnir 200 og The Dreams verða á ársins festivali, ið [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so