Posts Tagged ‘alnetið

 Eg haldi, at Jon er so stuttligur, og elski at sleppa at deila hann við tykkum. Hetta er sunnudagsbitin hesaferð. Hygg og flenn, um tú tímur. Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Sat her við dreingjunum og hugdi at Chuck á Netflix, eitt av okkara yndisítrivum at gera saman, men so við eitt, steðgaði parturin 6 minuttir og 32 sekund inni í 2. parti í 4. sesong.   Eg helt, okkurt vera galið við Netflix og royndi at sløkkja, men einki hjálpti, so sløkti eg Apple TV, […]

Eg havi júst verið til áhugaverdan fyrilestur á Kambsdali, har skilagóði unglingin Jákup Justinussen legði fram sína gransking innan nýtslu av sosialum miðlum í valstríðnum hjá Obama til forsetavalið 2012. Fleiri av teimum, ið vóru og lurtaðu vóru millum okkara fólkavaldu. Jákup kom ymiskum um, hvussu eisini okkara fólkavaldu kunnu brúka sosialu miðlarnar, og eingin […]

Í onkrum sum mest minnir um øvund um stødd kærdi Vágaportalurin herfyri Føroya Tele fyri at siga tað, ið øll longu frammanundan vita, at portal.fo er Føroya nógv mest vitjaða tíðindaheimasíða. Niðurstøðan er áhugaverd, tí hóast Vágaportalurin verður avdúkaður sum nógv minnið enn portal.fo, so sleppur Portal.fo alíkavæl ikki at kalla seg størstan.   Vágaportalurin […]

Fríggjadagin undraðist eg á frávikið í hagtølunum á Vevlistanum hjá Klikk.fo og Vevmátingarlistanum hjá Gallup. Well ein nýggj vika og nýggj undran. Hagtølini fyri portal.fo og alt hitt eru enn líka ymisk á báðum listum, men nýtt er, at heimasíðan vev.fo opinbart er Føroya trið mest vitjaða heimasíða sambært Vevlistanum hjá Klikk.fo, og sambært hesum […]

Eitt orðafelli er, at tað finnast hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Eitt annað orðafelli er, at tøl ikki lúgva. Well, sum internetráðgevi brúki eg nógva tíð til at hyggja at hagtølum fyri vitjanir, síðuvísingar o.a., men tá eg í dag vitjaði ávikavist Vevmátingarlistan hjá Gallup og Vevlistan sum byggir á Google Analytics tøkni, so mátti […]

Er tað nú vit skulu fara í panikk? Eg trýsti á valigu Facebook leinkjuna, skuldi lesa hvat Eiler Sørensen skrivar um The Road hjá Knút Háberg Eysturstein,  men tað riggar ikki. Fyrsti tanki var: “er internetsambandi farið?”  Men nei, Nudlar.net riggar, tó er hesin lítli rúturin undir hvørjari grein, ið sigur, at Facebook er horvið. […]

Nudlar 1 ár

In: Aðrar greinar

6 Feb 2013

Uttan at eg varðnaðist tað bleiv nudlar.net mánadagin eitt ár. Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár, og havi eg lagt hópin av tilfari út á síðuna hetta farna árið. Onkra viku havi eg havt sera nógv vitjandi inni, og tá eg eri raskur at skriva gerast vitjanirnar nógvar. Tá eg fyri einum ári síðan, lanseraði […]

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga. Á einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest […]

Tá spamfiltrið hjá mær í morgun boðaði frá, at ein mailur frá info@bbc.co.uk var blokeraður, var eg skjótur at loyva mailinum, hóast evnislinjan var BBC payment, og eg ikki helt meg hava keypt nakað frá enska miðlarisanum.   Eg undraðist tó, tá eg lítla løtu seinni fekk mailin og skilti, at talan var um ein […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives