Posts Tagged ‘alnetið

Havi í dag sitið við einum diskettudrevi, og funnið fram gamlar tekstfílir, ið fara at verða lagdir út her á nudlar.net. Men í stóra bunkanum av diskettum, fann eg eisini hópin av trygdaravritum frá tíðini, tá internetið var nýtt.   Eg minnist øgiliga væl mínar fyrstu upplivingar við internetinum, tað var, tá eg byrjaði á […]

Miðlafrøðingar og samskiftisráðgevar tykjast vera á einum máli um, at sosialu miðlarnir fara at spæla ein stóran leiklut í valstríðunum til fólkatings- og løgtingsvalið. Eg meldi meg upp í kórið og staðfesti, at valið kann vinnast á Facebook. Besta dømi er Barack Obama. Hann brúkti bæði Facebook, Twitter og YouTube í valstríðnum, fór út til […]

Vevmátingarlistin hjá Gallup vísir, at nógv stórtíðindi vóru í farnu viku. Við Olshanu á Flesjunum, nýggjum formanni í Fólkaflokkinum, Summar Festivali, ið fór á flog og trupulleikum við flogferðsluni, hevur áhugin at lesa tíðindi á netinum ongantíð verið størri. Alnetið Portalurin hjá Føroya Tele og Sosialinum, portal.fo, var sum vant nógv mest lisna síða á […]

Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace. – Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá. Høgni hevur nú fingið […]

Eitt ótal av filmsklippum liggur á Youtube, og eitt alsamt vaksandi tal av hesum tilfari er føroyskt. Eitt av teimum stuttligaru innsløgunum, er eitt føroyskt sjónbandalag til Call on me.   Sjónbandalagið, ið vísir ungar føroyskar menn í eggjandi aerobocis dansi í eini parodi uppá upprunaliga videolagið, har ungar damur gera tað sama. Sjónbandalagið er […]

Prát um kynslív á kvinna.fo hevur vakt ans í Íslandi. Somikið nógvir íslendingar hava vitjað heimasíðuna, at talið av vitjandi í næst seinastu viku vaks við 95,5% sambært gallup.fo. Íslendska heimasíðan b2.is, ið er eitt slag av leinkjusavni til stuttligar ella áhugaverdar heimasíður, við øðrum orðum ein íslendsk útgáva av nym.fo, hevur lagt leinkju á […]

MC-Hár er ein av føroysku tónleikabólkunum, ið hevur fingið sær ein profil á myspace.com. Her liggja myndir av bólkinum og fýra løg, ið til ber at taka niður, ella lurta eftir á telduni.   Tað hevur leingi ljóðað, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum. Hetta verður eisini váttað á síðuni, men einki stendur um, hvussu langt […]

Alsamt fleiri føroyskir bólkar fáa sær eina síðu á portalinum myspace.com, fleiri royndir bólkar sum Makrel, Braquet, Gestir og Teitur hava løg liggjandi á portalinum, men eisini nýggj spennandi nøvn sum Side Effect, The Dreams, SIC, The Story Ends og 48 Pages brúka portalin til at geva sín tónleik út. Á síðuni ber til ókeypis […]

Heimasíðan hjá hugnaliga spælistaðnum á Skálatrøð, Glitni www.glitnir.org varð fríggjanáttina hackað av einum í kallar seg Hitler Jeddah. Hann sigur frá, at hetta er ein áheitan til danir, um at vísa virðing fyri øllum profetum.   Áheitanin er vegna allar muslimar í heiminum, sigur Hitler Jeddah.Eisini er ein mynd av einum pakkað av donskum smørið, […]

Frítt porno

In: Hugleiðingar

6 Mar 1998

Eg eri í løtuni staddur niðrið í lestrarørindum, og havi eg tí ikki fylgt pornokjakinum sjálvur, men gjøgnum vinfólk og famulju, haldi eg meg hava fingið eina rættiliga klára mynd. Harafturat kann sigast, at hetta kjak er einki nýtt kjak, so eg minnist enn støðuna hjá teimum víðgongdu vongunum.   Nú kjakið hevur fingið nýtt […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives