Posts Tagged ‘AME

Tað hevur leingi ljóðað, at Boys In A Band skulu spæla á Spot Festivalinum, men nú er tað almannakunngjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna. Eivør, ið var stóra høvuðsnavnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norðurlandahúsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at […]

Á heimasíðuni drownedinmusic.com kann Atlantic Music Event endurupplivast gjøgnum myndir og orð hjá enska tónleikaummælarin Paul Sullivan.   Millum útlendsku gestirnar á AME var blað- og myndamaðurin Paul Sullivan, ið til dagligt búleikast í Týsklandi, men sum hevur heimin sum arbeiðspláss. Sullivan starvast sum free-lance blaðmaður hjá hópin av ymiskum tónleikabløðum og tónleikaheimasíðum. Hann segði […]

Sendingin Studio 4 á donsku útvarpsrásini P4 varpaði í gjár ljós á Atlantic Music Event, og á blómandi tónleikalívið í Føroyum eitt nú í Gøtu. Hvussu kann tað bera til, at fólk úr tónleikaídnaðinum frá nær og fjar, fara longu leiðina til 18. fjarskotnar og vindbardar oyggjar fyri at brúka eitt vikuskiftið har? Hetta var […]

Fyrstu úrslitini av Atlantic Music Event síggjast longu, Hacate Entertainment Group er longu farin undir at royna at selja føroyskan tónleik til útlendskar marknaðir. Longu nú er tónleikur hjá Budam, Sic, 200 og Marius sendur til USA og Grikkaland.   Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, […]

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í hálvt annað ár tíggjund ferðast kring Evropa frá tapi til tap. Onkran hendinga javnleik hevur liðið fingið, men satt at siga minnist eg ikki seinasta vunna dyst. Tó hevur liðið nærum altíð havt trúgvar fjepparar við sær. Tá stórar avbjóðingar eru á Svangaskarði ella Tórsvølli tysja áskoðararnir til, fyri at heppa […]

Ein livandi tónleikapallur við møguleikum fyri at framføra regluliga er lykilin til menning av føroyskum tónleiki. Sambært pallborðinum er leiðin, ið Danmark gongur fyrimyndarlig.   Í sambandi við Atlantic Music Event varð seinnapartin fríggjadagin skipað fyri pallborðsfundi um tónleikaídnað undir heitinum Hitt & Hoyr á Hotel Føroyum. Í høvuðsheitinum var ætlanin, at teir nógvu gestirnir […]

AME-Føroyar var ein frálíkur sýnisgluggi, men áskoðararnir sviku tiltakið. Nú tiltakið er farið afturum er tíð hjá fyrireikarunum at eftirmeta. Her eru bæði góð og minni góð ting at lýta aftur á. Hetta vikuskiftið hevur Havnin verið karmur um Atlantic Music Event. Eitt tiltak, sum hevur bjóðað áskoðarunum tað besta innan føroyskan tónleik og spennandi […]

Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna. Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp. Skráin […]

Hóast Atlantic Music Event ikki var ein kapping, eins og Prix Føroyar, so var Boys In A Band stóri vinnarin av tiltakinum. Bólkurin skal spæla á trimum donskum festivalum í summar. Bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festival høvdu frammanundan boðað frá, at onkur luttakandi bólkur slapp at framføra á teirra festivali. Hóast Eysturoyarbólkurin við teimum […]

Í sambandi við AME Føroyar gjørdu vit hetta serblaðið til Sosialin, ein serstøk AME Føroyar Planet.   Serblað um AME Føroyar


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives