Posts Tagged ‘Benjamin Petersen

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá eg og eini 100 onnur vóru savnaði í Reinsarínum til fyrstu av trimum jólakonsertum hjá serstakliga væl spælandi bólkinum Bjøllubandin. Í kvøld vóru gestirnir Guðrið Hansdóttir, Hallur Joensen og Høgni Lisberg, men sum ein eyka kalendaragáva fingu vit eisini Jessicu, dóttir Hall við eini vakrari útgávu av “Oh […]

Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir. Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr. Stuttligt at hugsa sær, at […]

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.   Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og […]

Fløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí. Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá […]

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at […]

Hetta er eitt meistaraverk! Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger […]

”Tíðin legg tínar veingir saman bert hesa stund”, sjáldan hava orðini hjá Poul F. Joensen, úr yrkingini ”Á kundi á tíðarhavi” virkað meira hóskandi, enn tá Hanus sang tey hóskvøldið.   Ummæli Donsku tónleikarættindafelagsskapirnir Koda og Gramex høvdu boðið Føroya fólki á fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra […]

Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Flemming og bólkur hansara í gjárkvøldið bjóðaðu til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni.   Tá Flemming og bólkurin hansara í gjárkvøldið skipaðu fyri tiltakið í Miðlahúsinum, var talan um meira enn bert eina vanliga konsert. Tiltakið var eitt bland av film- og myndaframvísing hjá Flemmingi, tónleiki og […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives