Posts Tagged ‘Bókmentir

Næstan ordiliga gott

In: Ummæli

31 Mar 2014

Rávørðan er super, men avviklingin kundi verið betur, var niðurstøðan, tá eg herfyri vitjaði í Brunsj og ummældið fløguna Brongl hjá systkjunum Eyð Berghamar Jacobsen og Kára Jacobsen. Fløgan har tey syngja tónleik, ið Kári hevur skrivað til yrkingar hjá pápa teirra Steinbjørn B. Jacobsen hevur heilt víst fleiri jaligar síður enn neiligar, men vánaligt […]

Eg kenni meg so deiliga mettan av upplivinginum eftir enn einaferð at hava verið til eitt Pecha Kucha kvøld í Tórshavn. 7 framløgur við sera ymiskum evnum, men sama formi og lagdar fram av sera ymiskum fólkum, Pecha Kucha Tórshavn og eldsálirnar Eyðun og Sissal eiga rós uppiborið fyri ikki bert at hava verið við […]

Í kvøld kl. 20.20 verður høvi, at uppliva m.a. Lippukassan live á Pecha Kucha kvøldinum í Býarbókasavninum í Havn. Tað er Pecha Kucha Tórshavn, ið skipar fyri kvøldinum. Hetta er somuleiðis byrjanin á eitt nýtt Pecha Kucha ár. Umframt meg verða áhugaverd fólk sum Niels Arge Galán, Birita Lamhauge Jóansdóttir, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Ólavur S […]

Tigandi tala   Góða møt mær í mjørkanum lat okkum leita eftir gleði í tí gráa hoyra heiðafuglin ið vit ikki síggja syngja orð ið vit ikki skilja í mjørkanum   Eg vil hvíla í lynginum í tí gráa, bleyta, váta síggja seyð sum neyt og eingi neyt og føla támið kína mær um ennið […]

lukkan innaní mær brestur vónin um eitt betri lív og í einum broti av einum eygnablinki síggi eg veruleikan sál mín sparkar meg í munnin og eg skilji at ecco smakkar sum niké og at eg havi tað slett ikki so galið lukkan er ein løta sum hendan eitt brotið smíl brýtur ísin og kuldin […]

Mamma svevur   Hann hugdi inn í eyguni á henni, tey vóru kám, hon rørdi seg ikki. Hon svav ikki, eyguni vóru opin, men hon var so still, næstan sum líkini. Lík, ja, tey vóru allastaðni, á gøtunum, í bilunum, inni í  húsunum, sjálvt í ánni, har tey vaskaðu sær og fingu sær vatn.   […]

Eg haldi ikki, at Kringvarpið røkti sína uppgávu, sum public service stovnur í dag, tá Høgni Hoydal fyrrverandi fólkatingslimur og Dánjal Poulsen úr Føroyskt Ísraelskt vinarfelag skuldu lýsa støðuna millum Ísrael og Palestina. Nei, tað bestu lýsingina havi eg funnið í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström Kringvarpið royndi enn einaferð at lýsa stríðið […]

Her á lívsleiðini hitta vit mong menniskju, men tað er ein sannroynd, at summi gera størri inntrykk enn onnur, soleiðis var við Steinbirni B. Jacobsen, hesum fitta, dámliga og mentaða menniskja.   Tað vóru sorgarboð, sum eg í morgun fekk umvegis Facebook, frá einum gomlum floksfelaga. At okkara gamli lærari, eitt av okkara fremstu mentanarfólkum […]

Fyrsta skaldsøgan hjá Agnar Artúvertin er ein áhugaverd bók, ið megnaði at halda meg forvitnan, og hóast tankar um lummaspeki og um at rithøvundur var dekan ov pretentiøsur í støðum, bukaðu alsamt harðari á mina tilvitsku, so misti eg ikki áhugan, tí bókin er faktiskt nokkso góð. Í dag kemur bókin Sporvogurin eftir Agnar Artúvertin […]

Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu. Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives