Posts Tagged ‘Bókmentir

Hetta er eitt meistaraverk! Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger […]

Tónleikur 2001

In: Ummæli

11 Dec 2001

Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik.   Gott innlit Eg ræddist eitt sindur, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu greinunum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so […]

Eg havi húsið fult av børnum, her eru ikki minnið enn trý børn, Magnus og so tvey vinfólk hjá honum, tey larma øðiliga illa, vanliga generar tað meg ikki, men eg havi høvuðpínu í dag, eg havi havt hálsbruna alla vikuna, og fepur, so høvuðpínan er næstan vorðin gerandisdagur, men tá trý børn so byrja […]

Ja, eg havi einki skrivað seinastu tíðina. Eg havi verið upptikin, mín sálargrannskan hevur ligið í brøvum til Barbaru. Eg fari heldur ikki at skriva nakað serligt í kvøld, men eg vildi bara siga, at í dag var Deadline í sambandi við hasar barnasøgurnar. Eg skrivaði enn eina ígjár, hana vildi eg deila við tykkum: […]

Rætt skal vera rætt, hasin filmurin ígjár, var ikki betur enn hin, hann var ræðuligur, heilt, heilt, heilt ófatiliga vánaligur illa spældur, illa skrivaður og ringur sum heild. Ná, men eg havi brúkt nokk tíð uppá ringar filmar.   Hetta hevur annars verið ein hendingaríkur dagur, ella í øllum førðum eitt sindur. Tað er blivið […]

Nú er fríggjakvøld og eg siti her og hyggi at Miss Universe. Aftur í ár eru tíggju av teimum ljótastu komnar víðari, og enn meira tragiskt er, at tær fimm, sum eru eftir nú, eru fýra ljótar og ein pen, tann úr Trinidad og Tobago er hyper deilig, hon skal bara vinna, haldi eg. Tann […]

Sonur Satan

In: Skaldskapur

3 Nov 1998

Umseting av Son of Satan úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski.   Eg var ellivu og báðir vinmennirnir, Hass og Morgan, vóru tólv, og tað var summar, eingin skúli, og vit sótu í grasinum í sólini, aftan fyri garaguna hjá pápa mínum, og royktu sigarettir.   “Lort,” segði eg.   Eg sat undir einum træi. […]

  Ja, her var eg aftur, tað tykist sum eg bara skrivi um náttina, men soleiðis er tað. Um kvøldarnar hyggi eg ofta eftir sjónvarpi. Tað eru serliga nakrar sendingar, sum mær dámar væl fyri tíðina, her er Robinson Ekspeditionen á TV3 ein av teimum, hetta er ein løgin sending, har tey senda nøkur heilt […]

Eg skal eftir Magnusi soni mínum um eina lítla løtu, hann er í barnagarði. Eg havi hann næstan helvtina av tíðini, og tað haldi eg vera fantastiska deiligt. Hann er í míni verð verðsins fittasti, men soleiðis munnu tey flestu foreldur hava tað við sínum børnum, og tað er jú skilligt, í flest øllum førðum. […]

Sporvognar

In: Skaldskapur

27 Sep 1998

Umseting av Street Cars úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski   Frank og eg vóru tólv ella trettan og tað var í niðurgangstíðini, einki serligt at gera uttan at tumla til strondina og aftur júst tað summarið. júst tað heystið og veturin vóru vit upptiknir av sporvognum.   ein túrur, minnist meg rætt kostaði 7 […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives