Posts Tagged ‘Boys in a Band

Pætur Zachariasson, sangari í Boys In A Band, helt, at teir kanska vóru fyrsti gøtubólkur, sum hevur spælt á Summarfestivalinum. Nú veit eg ikki hvør definitiónin av einum gøtubólki er, men hvussu er og ikki, so hava Boys In A Band í øllum førum gjørt eina ordiliga innrás í Klaksvík og vunnið nógv áskoðarahjørtu við […]

Síðan nógva regnið hóskvøldið hevði tað verið turt í Roskilde, heilt til Boys In A Band høvdu spælt hálvt annað lag. Tá fór at oysregna, og regnið hevði við sær, at teltið fyltist við krokandi gestum. Boys In A Band megnaði leygardagin nakað, ið heilt fáir føroyingar hava gjørt áður, at sleppa á almennu skránna […]

  Leygarkvøldið gjørdu føroyingar innrás á Christiania, yvir 300 føroyingar komu saman í frístaðnum í Keypmannahavn har føroyskur dansur, føroyskur tónleikur og ein íslendskur trubadurur vóru á skránni. Christiania er eitt óvanliga hugnaligt stað, ein frístaður mitt í Keypmannahavn har pláss er fyri teimum, ið ikki passa inn aðrastaðni, eitt stað har fólk ansar eftir […]

Budam spældi sín kynsliga lødda fólkablús inniliga og væl, meðan Boys In A Band sangarin var somikið garrvillur, at hann fekk livurhøgg mitt í einum sangi. G!kaféin í Føroya Húsinum í Keypmannahavn var ein løgin uppliving. Hópin av fólki hevði leitað sær inn í Føroya Húsið í Keypmannahavn, tá Meginfelag Føroyska Studenta og G!Festivalurin skipaðu […]

Tað hevur leingi ljóðað, at Boys In A Band skulu spæla á Spot Festivalinum, men nú er tað almannakunngjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna. Eivør, ið var stóra høvuðsnavnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norðurlandahúsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at […]

Føroya heitasta navn í løtuni Boys In A Band geva í morgin eina EP út, talan er um sera eksklusiva útgávu, sum bert kann keypast saman við atgongumerki til G!festivalin Tey sum í hesum døgum ogna sær eitt atgongumerki til G!Festivalin í handlinum hjá Kall í SMS, fáa eina eksklusiva fløgu við Boys In A […]

Sendingin Studio 4 á donsku útvarpsrásini P4 varpaði í gjár ljós á Atlantic Music Event, og á blómandi tónleikalívið í Føroyum eitt nú í Gøtu. Hvussu kann tað bera til, at fólk úr tónleikaídnaðinum frá nær og fjar, fara longu leiðina til 18. fjarskotnar og vindbardar oyggjar fyri at brúka eitt vikuskiftið har? Hetta var […]

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur í hálvt annað ár tíggjund ferðast kring Evropa frá tapi til tap. Onkran hendinga javnleik hevur liðið fingið, men satt at siga minnist eg ikki seinasta vunna dyst. Tó hevur liðið nærum altíð havt trúgvar fjepparar við sær. Tá stórar avbjóðingar eru á Svangaskarði ella Tórsvølli tysja áskoðararnir til, fyri at heppa […]

AME-Føroyar var ein frálíkur sýnisgluggi, men áskoðararnir sviku tiltakið. Nú tiltakið er farið afturum er tíð hjá fyrireikarunum at eftirmeta. Her eru bæði góð og minni góð ting at lýta aftur á. Hetta vikuskiftið hevur Havnin verið karmur um Atlantic Music Event. Eitt tiltak, sum hevur bjóðað áskoðarunum tað besta innan føroyskan tónleik og spennandi […]

Hóast Atlantic Music Event ikki var ein kapping, eins og Prix Føroyar, so var Boys In A Band stóri vinnarin av tiltakinum. Bólkurin skal spæla á trimum donskum festivalum í summar. Bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festival høvdu frammanundan boðað frá, at onkur luttakandi bólkur slapp at framføra á teirra festivali. Hóast Eysturoyarbólkurin við teimum […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives