Posts Tagged ‘Budam

Budam spældi sín kynsliga lødda fólkablús inniliga og væl, meðan Boys In A Band sangarin var somikið garrvillur, at hann fekk livurhøgg mitt í einum sangi. G!kaféin í Føroya Húsinum í Keypmannahavn var ein løgin uppliving. Hópin av fólki hevði leitað sær inn í Føroya Húsið í Keypmannahavn, tá Meginfelag Føroyska Studenta og G!Festivalurin skipaðu […]

Tað hevur leingi ljóðað, at Boys In A Band skulu spæla á Spot Festivalinum, men nú er tað almannakunngjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna. Eivør, ið var stóra høvuðsnavnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norðurlandahúsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at […]

Teir báðir Búi Dam og Dánjal á Neystabø eru millum frægastu føroysku tónleikararnar, og hava áður samstarvað um barnasjónleikin Ævintýrferðina. Hóskvøldið ætla teir av savnað føroyska tónleikalívið.   Í telduposti til føroyskar tónleikarar og tónleikaáhugaði kalla Búi og Dánjal til fund hósdagin kl. 20 í sjónleikarahúsinum í Havn. Ætlanin er at samla allar landsins tónleikarar, […]

Fyrstu úrslitini av Atlantic Music Event síggjast longu, Hacate Entertainment Group er longu farin undir at royna at selja føroyskan tónleik til útlendskar marknaðir. Longu nú er tónleikur hjá Budam, Sic, 200 og Marius sendur til USA og Grikkaland.   Ein av teimum útlendsku gestunum, ið fekk mest burtur úr Atlantic Music Event, var Sarah-Chanderia, […]

AME-Føroyar var ein frálíkur sýnisgluggi, men áskoðararnir sviku tiltakið. Nú tiltakið er farið afturum er tíð hjá fyrireikarunum at eftirmeta. Her eru bæði góð og minni góð ting at lýta aftur á. Hetta vikuskiftið hevur Havnin verið karmur um Atlantic Music Event. Eitt tiltak, sum hevur bjóðað áskoðarunum tað besta innan føroyskan tónleik og spennandi […]

Tvær smáar konsertir eru komnar afturat høvuðstiltøkunum í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið og fríggjakvøldið verða AME kvøld í Kagganum. Konsertirnar í Kagganum verða fyriskipaðar í sambandi við AME-Føroyar tiltakið í Norðurlandahúsinum, og gestir við AME-armbandi gjalda hálvan prís fyri at sleppa inn í Kaggan hesi kvøldini. Her verður talan um sera spennandi konsertir, við nøkrum av okkara […]

Búi Dam lat í ein tíma sín innara søguforteljara fáa fríar ræsur og úrslitið var ein bergtakandi uppliving   Meðan Budam í yvir ein tíma bergtók áhoyrararnir, fyltist Virkishúsið alsamt. Á sín heilt egna hátt vísti fyrrverandi Ivory, 200 og Deepend gittarleikarin Búi Dam sín innara søguforteljara – Hesin er inniligur og ógvisligur og tykist […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives