Posts Tagged ‘Danskur tónleikur

Kennist eitt sindur løgið, her siti eg í Skagen, og fylgi við statusdagføringum og myndauploadum, hjá vinfólki, ið antin er í Vágsbotni ella ávegis til Voxbotn. Mín tummil er beinleiðis eymur av at trýsta á Like knøttin.   Ikki sørt, at eg havi eitt sindur av blandaðum kenslum. Tí samstundis, sum eg gleði meg til […]

Nú havi eg í meira enn eina viku gingið og ilskast. So nú skal eg hava hetta burturav mær:   – Undskyld mig, men fuck you Danmarks Radio!   Hetta hendir eftir, at eg var í Norðurlandahúsinum við synum og svigardóttir og tók móti Sveini Gaard Olsen, tá Danmarks Radio og beiggi Svein, Hatespeech legendan […]

Ná, so situr man her og bíðar fyri at vita hvør endar í X-Factor finaluni í ár. Øll fýra hava sungið tvey løg í kvøld og eitt í síðstu viku, og vit hava atkvøtt. Úrslitið av hesum kemur um eina løtu, og tað er longu givið, at verður føroyski luttakarin Sveinur Gaard Olsen ikki millum […]

Rokkmaskinan D:A:D lat ongan iva vera um, hvør bestemmar á Vágsbøi. Tá teir báðir Binzer brøðurnir, bassleikarin Stig Pedersen og Laust Sonne á trummum, spældu, so vit gloymdu regndroparnar. Sjálvt um eitt sindur av fólki var savnað á Vágsbøi, so var langt upp til tey 10.000 vitjandi, ið vóru væntaði í kvøld. Mest sannlíkt er […]

Shubidua og Summarfestivalurin passa sum fótur í hosu, tað var greitt á papírinum, og í kvøld er staðfest, at tað eisini heldur í praksis. Fólkakæri danski bólkurin  savnaði heilt nógv fólk á Vágsbøi, og lagið var ordiliga gott. Shubidua oystu í ríkt mát av stóra sangskattinum, og familjan Føroyar sang við løgini um Folkevognen, hvalin […]

The Dreams leveraðu eitt brak av einari konsert í FLAGS-tjaldinum, tað kókaði framman fyri pallinum frá fyrsta til síðsta lag. Teir løgdu fyri við løgum á enskum av nýggjastu fløguni “Revolt”, og tað vóru nógv løg av hesari fløguni, ið vóru á skránni. Hetta var gleðiligt og tyktist at dáma teimum nógvu fjepparunum, ið vóru […]

Fólkaveitslan, ið Summarfestivalurin er, er nú ordiliga byrjað. Nik og Jay og teirra vinir tendraðu veitsluknøttin og hildu eina sanna poppveitslu á Vágsbøi, har fólk sungu og dansaðu við til teirra lurtaravinarliga popp. Heilt nógv fólk var komið saman framman fyri pallin, tá Nik og Jay fóru á pallin sum høvuðsnavn á teirri rættiliga ungu […]

”Tíðin legg tínar veingir saman bert hesa stund”, sjáldan hava orðini hjá Poul F. Joensen, úr yrkingini ”Á kundi á tíðarhavi” virkað meira hóskandi, enn tá Hanus sang tey hóskvøldið.   Ummæli Donsku tónleikarættindafelagsskapirnir Koda og Gramex høvdu boðið Føroya fólki á fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra […]

90% av lesarunum á eb.dk meta at atkvøðuskipanin í Eurovision má broytast, eftir at Eysturevropa domineraði úrslitini í hálvfinaluni. Tað gjørdust tey eysturevropeisku londini, ið vórðu sigursharrar í Eurovision ella Melodi Grand Prix hálvfinaluni í gjárkvøldið. Níggju av teimum tíggju londunum, ið sungu seg í finaluna vóru úr Eysturevropa. Turkaland var einasta landið, ið kom […]

Koreografiin hjá danska Grand Prix vinnaranum DQ er somikið nógv broytt síðan donsku finaluna, at Vígdis Hentze Olsen og Linda Andrews eru vrakaðar áðrenn finaluna í Helsinki. Hóast føroyska songkvinnan Linda Andrews og føroyska dansarinnan Vígdis Hentze Olsen vóru við til at tryggja danska Eurovision vinnaranum DQ atgongd til stóru evropeisku finaluna í Helsinki, so […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives