Posts Tagged ‘DMA-Folk

Vit prátaðu við eitt umboð fyri danska útbreiðslufelagið hjá Eivør, Danacord. Hesin segði, at felagið fegnaðist almikið um heiðurslønirnar, ið Eivør hevði vunnið. Tí hetta kundi verða skumpið, ið sendi Eivør seinasta stigið út á danska marknaðin.   Hann greiddi frá, at sum nú er, er Eivør rættiliga kend, og næstan ordiliga kend í Danmark, [...]

Eivør var fantastisk

In: Ummæli

13 Mar 2006

Eivør Pállsdóttir hevði eina av bestu framførslunum nakrantíð á DMA-Folk, tá hon spældi seks løg á fýra ymiskum málum, við einum ómetaliga væl spælandi bólki.   DMA-Folk   Eivør hevði fingið heiðurin at lata DMA-Folk tiltakið upp við eini framførslu, sum man teljast millum tær bestu hjá henni. Eivør fór á pallin við bólki sínum. [...]

Meðan tað stóra DMA tiltakið heiðrar tí kommersiella, heiðrar lítla DMA tiltakið góðsku, hetta var skoðsmálið í  DMA-Folk fekk á stóru útvarpsstøðini P4. Um hetta er so, so er Eivør verulig góðska, tí hon vann tvær heiðurslønir á DMA-Folk leygarkvøldið.   DMA-Folk   Formaðurin í nevdini fyri DMA-Folk Peter Abrahamsen bjóðaði fólki vælkomnum Hann fegnaðist [...]

Tønderhallen 1 var á tremur við vælnøgdum áskoðarum leygarkvøldið, tá danski fólkatónleikaídnaðurin heiðraði síni bestu fólk. DMA-Folk   Meðan KB-Høllin í Keypmannahavn var karmur um stóra DMA tiltakið, heiðraði danski fólkatónleikarídnaðurin síni bestu listarfólk í Tønder Hallen 1 í Tønder. Eitt hanagleiv úr Týsklandi liggur hugnaligi lítli býurin Tønder. Kavarok og bítandi kuldi var hetta [...]

Leygarkvøldið kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá Eivør í Danmark, tá hon á DMA Folk hevur møguleika at vinna ikki færri enn seks heiðurslønir, m.a. besta danska songkvinna og besti danski artistur.   Eivør Pállsdóttir og fløgan Eivør eru í uppskoti til ikki færri enn seks heiðurslønir á Danish Music Awards Folk. Hon er í uppskoti [...]

Eg hevði trupult við at sannføra Eivør um, at hon veruliga var í uppskoti til seks heiðurslønir í Danish Music Awards Folk.   Danish Music Awards Folk   Tað var ein skelkað Eivør Pállsdóttur, ið eg fekk í hornið, tá eg ringdi til hana í Wien í gjárkvøldið og segði henni, at hon var í [...]

Eivør Pállsdóttir gjørdist í gjárkvøldið eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki, tá hon varð skotin upp til helvtina av heiðurslønunum til Danish Music Awards Folk.   Tá nøvnini á teimum, ið eru í uppskotið til Donsku fólkatónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almanankunngjørd, var navnið hjá Eivør Pállsdóttir nevnt sum uppskot til seks av [...]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Jólakalendarin 2012

See all polls and results