Posts Tagged ‘Eivør

Mamman var errin

In: Samrøður

16 Apr 2007

Sædis, Mamma Eivør var errin av dóttur síni, tá vit fingu orð á hana í beint eftir framførsluna, ið kanska var tann besta unga gøtukvinnan hevur havt. Sædis greiddi frá, at hon hevði havt varhugan av, at hetta gott kundi gerast ordiliga gott, tí Eivør hevði sjálv verið øgiliga spent í døgunum upp til konsertina. […]

Við Teiti og Eivør er fokus byrjað at verða sett á føroyskan tónleik í altjóða høpi, ella í øllum førum í Íslandi og Danmark, og eg merki á mínum starvsfeløgunum, at teir eru byrjaðir at tosa um, hvat tað er, ið hendur har uppi, tí er hetta eitt sera óheppið tíðspunkt, at lata besta sýnisgluggan […]

Fyriskiparin av Nibe Festivalinum hevur seinnu árini havt nógvar føroyskar bólkar á skránni, og hann er ikki í iva, um stóra týdningin, ið Prix Føroyar hevur fyri marknaðarføring.   Eg haldi, at tað hevði verið øgiliga syrgiligt, um fyrireikararnir góvust við at skipa fyri Prix Føroyum, sigur Peter Møller Madsen, ið seinastu tríggjar Prix Føroyar […]

Tað var ein veitsluskrýdd Eivør, ið helt 23 ára føðingardagin á Gøtusandi saman við nøkrum túsund áskoðarum, og her gjørdist talan um eina hugnaliga føðingardagsveitslu, har Eivør og vinfólki á pallinum undirhelt og varð undirhildið av áskoðarunum. G!Festival   Eivør kom á pallin til fagran føðingardagssang, tá nógvar túsund røddir sungu tillukku til tín fyri […]

Í vikuskiftinum høvdu útvið 17 milliónir bretsk húsarhald møguleika at uppliva Eivør Pálsdóttir í bretskum sjónvarpi og fyrr í vikuni upplivdu danir songkvinnuna í TVSyd.   Alt fleiri fólk leggja í hesum døgum merki til tað, ið føroyingar hava vita síðan 1999, Eivør hevur eina fantastiska songrødd. Í síðstu viku var eitt langt innslag við […]

Vit prátaðu við eitt umboð fyri danska útbreiðslufelagið hjá Eivør, Danacord. Hesin segði, at felagið fegnaðist almikið um heiðurslønirnar, ið Eivør hevði vunnið. Tí hetta kundi verða skumpið, ið sendi Eivør seinasta stigið út á danska marknaðin.   Hann greiddi frá, at sum nú er, er Eivør rættiliga kend, og næstan ordiliga kend í Danmark, […]

Eivør var fantastisk

In: Ummæli

13 Mar 2006

Eivør Pállsdóttir hevði eina av bestu framførslunum nakrantíð á DMA-Folk, tá hon spældi seks løg á fýra ymiskum málum, við einum ómetaliga væl spælandi bólki.   DMA-Folk   Eivør hevði fingið heiðurin at lata DMA-Folk tiltakið upp við eini framførslu, sum man teljast millum tær bestu hjá henni. Eivør fór á pallin við bólki sínum. […]

Meðan tað stóra DMA tiltakið heiðrar tí kommersiella, heiðrar lítla DMA tiltakið góðsku, hetta var skoðsmálið í  DMA-Folk fekk á stóru útvarpsstøðini P4. Um hetta er so, so er Eivør verulig góðska, tí hon vann tvær heiðurslønir á DMA-Folk leygarkvøldið.   DMA-Folk   Formaðurin í nevdini fyri DMA-Folk Peter Abrahamsen bjóðaði fólki vælkomnum Hann fegnaðist […]

Tønderhallen 1 var á tremur við vælnøgdum áskoðarum leygarkvøldið, tá danski fólkatónleikaídnaðurin heiðraði síni bestu fólk. DMA-Folk   Meðan KB-Høllin í Keypmannahavn var karmur um stóra DMA tiltakið, heiðraði danski fólkatónleikarídnaðurin síni bestu listarfólk í Tønder Hallen 1 í Tønder. Eitt hanagleiv úr Týsklandi liggur hugnaligi lítli býurin Tønder. Kavarok og bítandi kuldi var hetta […]

Grækarismessuhaldið er eitt heilt serligt hátíðarhald fyri flestu føroyingar. Hetta er dagurin, ið sigur frá, at veturin endiliga er av. Klipp, klipp, klippini uttan fyri gluggan boða frá, at nú várar. Tjaldrið kemur við sínum eyðkenda ljóði og  við ljósu tíðini. Hetta hava vit valt at hátíðarhalda, tí umframt at vera tjóðfuglur okkara er tjaldrið […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives