Posts Tagged ‘Fjarðafestivalur

VOX gott hóast alt

In: Ummæli

24 Aug 2007

Seinast á pallin hóskvøldið var VOX, sum hevði eina góða framførslu, hóast nakrir ljóðtrupulleikar vóru. Ummæli Seinast á pallin hóskvøldið kom gospelkórið VOX úr Eysturoynni. Tað var ikki meira enn at ungu, vøkru fólkini sóðust í mjørkanum, sum roykmaskinan blásti uppá innipallin í Kelduni hesa løtuna. Kórið sjálvt er átjan sangarar, og afturat sær høvdu […]

Lisa Frederiksberg lat pallin í Kelduni og sostatt allan Fjarðafestivalin upp, hetta er ein stór uppgáva, kanska ov stór fyri dámligu songkvinnunan av Strondum.   Lisa Frederiksberg av Strondum og bólkur hennara áttu heiðurin at lata Fjarðafestivalin upp. Tey løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva […]

Tað er altíð smittandi, tá listafólk á pallinum meina tað, og hjarta var við í framførsluni hjá hjúnunum Beintu og Inga. Ingi við kassagittara og Beinta við síni rødd, sum er heilt víst er betri enn meirilutin, fóru á pall framman fyri eini rættiliga stórari mannfjøld í Kelduni. Teirra inniligheit var stór, og tú vart […]

Vitin legði ikki skjól á hvør teirra uppgáva á Fjarðafestivalinum var, á stórskíggjanum aftan fyri bólkin var skipað fyri stórum felags karaoke. Fólk vórðu biðin um at stilla seg upp, og so sang allur salurin við í teimum báðum fyrstu løgunum, síðan sang bólkurin nøkur løg sjávur, og hetta var stak hugnaligt. Vitin er ein […]

Fleiri enn túsund áhoyrarar vóru komnir saman, tá Fjarðafestivalurin fór av bakkastokki við fleiri góðum framførslum, ið óvanliga góðum karmum.   Umrøða Fyrsta kvøldið á Fjarðafestivalinum var væleydnað við fleiri enn túsund áhoyrarunum, ið tyktust at hugna sær í teimum frálíku kørmunum, ið Keldan er. Hetta kvøldið var sambært Vinjardi Johansen, fyrireikarar fyrst og fremst […]

Magni er kontri

In: Ummæli

24 Aug 2007

Magni dámar at vera kontri, og Magni Christistiansen dugur at vera kontri, tí er tað eisini stuttligt at hoyra Magni Christiansen spæla kontri.   Ummæli Magni Christiansen var næstur á pallin í Kelduni, og hóast talan í stóran mun var um sama bólk, sum hevði spælt við Lisu Frederiksberg, so var bólkurin sum ein heilt […]

Í kvøld fer Fjarðafestivalurin 2007 av bakkastokki. Hetta er aðru ferð, at festivalurin í Skálabotni verður hildin, og við eini spennandi skrá við góðum blandi av útlendskum og føroyskum nøvnum vísir hesin festivalur, at vit eisini megna at skapa góðsku tiltøk við kristiligum tónleiki í Føroyum. Við amerikanska rokkbólkinum Pillar og svensku veteranunum Jerusalem á […]

Eini 2500 fólk vóru seinasta vikuskiftið í august 2006 vitni til tann allar fyrsta Fjarðafestivalin. Hetta gjørdist ein sera jalig uppliving, har góður tónleikur varð framførdur í góðum karmum. Tónlistarliga hæddarpunktið var fyri flest øll, tá høvuðsnavnið Tait fór á pall uttan fyri Kelduna. Tá bólkurin hjá fyrrverandi DC Talk oddamanninum, Michael Tait, spældi DC […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives