In: Ummæli
24 Feb 2013Í støðum var løtan gandakend, men alla tíðina hugnalig og vøkur, tá kirkuráðið í Kvívík og prestur Theodor Eli Dam Olsen bjóðaðu til Leonard Cohen kvøld í Kvívíkar kirkju nú fríggjakvøldið. Vit komu í kirkjuna næstan hálvan annan tíma áðrenn konsertina, tí vit vildu tryggja okkum pláss til hesa forkunnugu mentanaruppliving. Tað vísti seg [...]
In: Ummæli
26 Sep 2012Konsertin hjá Eivør í Norðurlandahúsinum herfyri var heilt øgiliga góð. Longu tá man kom inn í salin og sá fantastiska pallin, ið var gjørdur hugnaligur við proppfult av stovumøblum og lampum, var varhugin, at hetta fór at vera serliga gott. Tað bleiv konsertin, so sanniliga eisini, tað er tí at fegnast um, at Kringvarpið filmaði [...]
In: Hugleiðingar
13 Sep 2012Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum. Kaj Klein gav fyrr í ár út [...]
In: Ummæli
26 Aug 2012Tá eg hóskvøldið var farin oman í Sirkus, so var tað fyri at skilja fenomenið Jákup Eli, og eg má siga, at eftir konsertina kenni eg meg munandi ríkaðan, og eg haldi, at eg havi skilt, hvat tað er, sum er so feitt við unga sumbinginum við teimum ofta ágangandi sangunum. Eg skal viðganga [...]
In: Ummæli
5 Aug 2012Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar. Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin [...]
In: Ummæli
22 Jul 2012Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi. Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, [...]
In: Ummæli
15 Jun 2012Edvard Nyholm Debess hevur latið eina hugnaliga og persónliga fløgu úr hondum, og hóast hon er á markinum millum fjølbroytt og stílforvirra, so er heildarupplivingin góð. Nýggja fløgan er nummar “eg veit ikki hvat” í røðini av útgávum hjá Edvardi. Men tó kennist hon, sum ein debutfløga. Fyrst og fremst tí hetta er fyrsta [...]
In: Ummæli
5 Aug 2011Hanus er eitt av føstu innsløgunum á Summarfestivalinum, og aftur í ár, var trubadururin við sínum kassagittara boðin upp á stóra pallin á Vágsbøi. At skula hita fjøldina upp til rokkbrakið við D:A:D kann vera ein ræðandi uppgáva fyri ein mann við einum kassagittara, men tað tyktist ikki at nerva Hanus. Sum framførdi eitt trygt [...]
In: Ummæli
19 Jun 2011Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu. Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men [...]
Hetta er eitt meistaraverk! Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so