Posts Tagged ‘fólkatónleikur

Fantastiska innilig og rørandi framførsla her í Tøting við Holgar og Tórfríð. Karmarnir eru nærum fullkomnir, tá hugna og sál umræður, og júst hugni og sál merkti eisini framførsluna, tey bæði eru bjúti and the biist innan vágatónleik og rigga væl saman. Hann við sínum skitna útrykki og framúrskarandi løgum og tekstum og hon við […]

Teitur hevur givið eina sera vakra útgáva út, sum eg ummældi í Brunsj fyrr í dag. Eg má siga, at eg eri follin pladask fyri hesari fløguni. Story Music er eitt heilt ræðuliga sjarmerandi verk, og løgini eru útsett á ein so vakran máta, at sjálvt tað lítla eitt sindur skitna er yndigt. Men hetta […]

Kári Sverrisson er kanska mest sermerkta og í mínari fatan besta mannliga sangrøddin vit hava, eisini er hann ein frálíkur tónasmiðjur, sera egin og ein eminentur søgusigari.   Bendar Spónir eru nakrir av okkara mest spennandi og øðrvísi tónleikarum. Teir hava spælt saman, síðan teir vóru smádreingir. Eg minnist meg at hava hoyrt teir spælt […]

Fantastiska deiligt kvøld her í Kaffihúsinum. Beint nú siti egog bíði eftir, at Hanus Johansen aftur fer at spæla nøkur løg og aftur spæla seg beint inn í okkara hjørtu. Sum hann gjørdi fyrr í kvøld. Vinkonan, ið eg eri á konsert við (ein av teimum kvinnunum í burðardyggum aldri, ið valdu ikki at koma […]

Í støðum var løtan gandakend, men alla tíðina hugnalig og vøkur, tá kirkuráðið í Kvívík og prestur Theodor Eli Dam Olsen bjóðaðu til Leonard Cohen kvøld í Kvívíkar kirkju nú fríggjakvøldið.   Vit komu í kirkjuna næstan hálvan annan tíma áðrenn konsertina, tí vit vildu tryggja okkum pláss til hesa forkunnugu mentanaruppliving. Tað vísti seg […]

Konsertin hjá Eivør í Norðurlandahúsinum herfyri var heilt øgiliga góð. Longu  tá man kom inn í salin og sá fantastiska pallin, ið var gjørdur hugnaligur við proppfult av stovumøblum og lampum, var varhugin, at hetta fór at vera serliga gott. Tað bleiv konsertin, so sanniliga eisini, tað er tí at fegnast um, at Kringvarpið filmaði […]

Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum. Kaj Klein gav fyrr í ár út  […]

Tá eg hóskvøldið var farin oman í Sirkus, so var tað fyri at skilja fenomenið Jákup Eli, og eg má siga, at eftir konsertina kenni eg meg munandi ríkaðan, og eg haldi, at eg havi skilt, hvat tað er, sum er so feitt við unga sumbinginum við teimum ofta ágangandi sangunum.   Eg skal viðganga […]

Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar.   Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin […]

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.   Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives