Posts Tagged ‘G! Festival

Infernal broyttu Gøtusand til eina stóra dansiveitslu, har fleiri túsund fólk hoppaðu og dansaðu í takt við glaða diskotónleikin. Talan var um eina seksutta og stuttliga konsert við nógvari orku og á tremur við fangandi poppløgum, tá Infernal fór á pallin á G! góðar tveir tímar eftir, at bólkurin skuldi havt spælt. Serliga løgini 10 […]

Fyrsti bólkurin á stóra pallinum niðri á sandinum í Syðrugøtu var norski Animal Alpha, bólkurin gav seg 100% og skapti eina frálíka konsert.   G!Festivalurin   Veðrið var gott í Gøtu, turt, stilt og vakurt, sandurin lá innballaður í mjørkadýnu, sum skapti eina gandakenda kenslu, og tætt við fullkomnar karmar til konsertina við Animal Alpha, […]

Framførslurnar hjá ávikavist SIC og Deja Vu náddu ongantíð tær hæddir, sum mong høvdu vónað og glett seg til. Hetta tí at ljóðgóðskan var ov vánalig, til at nakar kundi framføra haldgóðan tónleik.   Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam   G!Festivalurin   Meðan Deja Vu spældi fór streymurin tvær ferðir. Fyrru ferð gekk […]

Tað var ein veitsluskrýdd Eivør, ið helt 23 ára føðingardagin á Gøtusandi saman við nøkrum túsund áskoðarum, og her gjørdist talan um eina hugnaliga føðingardagsveitslu, har Eivør og vinfólki á pallinum undirhelt og varð undirhildið av áskoðarunum. G!Festival   Eivør kom á pallin til fagran føðingardagssang, tá nógvar túsund røddir sungu tillukku til tín fyri […]

Á dett lív!

In: Ummæli

19 Apr 2005

Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa. Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru […]

Í mínari verð hevur orðið festivalur merkt Roskilde festivalurin. Tað síðan 1996 tá eg fyrstu ferð vitjaði stóra danska festivalin. Tey næstu seks árini vitjaði eg trúfastur Dyreskuepladsen í Roskilde, men síðan 2001 havi eg ikki verið á festival – ikki fyrr enn í ár.   Í 2002 var eg á G. Ja, eg spældi […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives