Posts Tagged ‘gospel

Tað var ein hjartanemandi og vøkur konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart.   Russ Taff var stóra kristiliga navnið á ársins Summarfestivalskrá. Eins og undanfarin ár hevði Summarfestivalurin eitt sindur av lovsangi á festivalskránni, og við fløguni Faroe Islands í skjáttuni, var neyvan nakar ivi um, at Russ Taff var […]

Stóra og eksperimenterandi ljóðmyndin hjá T.O.S var uppaftur størri í kvøld, tá bólkurin við ikki færri enn fimm gestatónleikarum rokkaði eitt sindur av hita í vátu áskoðararnir. Bólkurin spældi løg av framúrskarandi debutfløguni og annað nýggjari tilfar, og upplivingin var hamrandi góð. Bárður á Lakjuni er ein serstakliga sjarmerandi ungur maður, ið er vorðin ein sterkur […]

Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell.   Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews – Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at […]

VOX gott hóast alt

In: Ummæli

24 Aug 2007

Seinast á pallin hóskvøldið var VOX, sum hevði eina góða framførslu, hóast nakrir ljóðtrupulleikar vóru. Ummæli Seinast á pallin hóskvøldið kom gospelkórið VOX úr Eysturoynni. Tað var ikki meira enn at ungu, vøkru fólkini sóðust í mjørkanum, sum roykmaskinan blásti uppá innipallin í Kelduni hesa løtuna. Kórið sjálvt er átjan sangarar, og afturat sær høvdu […]

Lisa Frederiksberg lat pallin í Kelduni og sostatt allan Fjarðafestivalin upp, hetta er ein stór uppgáva, kanska ov stór fyri dámligu songkvinnunan av Strondum.   Lisa Frederiksberg av Strondum og bólkur hennara áttu heiðurin at lata Fjarðafestivalin upp. Tey løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva […]

Vitin legði ikki skjól á hvør teirra uppgáva á Fjarðafestivalinum var, á stórskíggjanum aftan fyri bólkin var skipað fyri stórum felags karaoke. Fólk vórðu biðin um at stilla seg upp, og so sang allur salurin við í teimum báðum fyrstu løgunum, síðan sang bólkurin nøkur løg sjávur, og hetta var stak hugnaligt. Vitin er ein […]

Fleiri enn túsund áhoyrarar vóru komnir saman, tá Fjarðafestivalurin fór av bakkastokki við fleiri góðum framførslum, ið óvanliga góðum karmum.   Umrøða Fyrsta kvøldið á Fjarðafestivalinum var væleydnað við fleiri enn túsund áhoyrarunum, ið tyktust at hugna sær í teimum frálíku kørmunum, ið Keldan er. Hetta kvøldið var sambært Vinjardi Johansen, fyrireikarar fyrst og fremst […]

”Tíðin legg tínar veingir saman bert hesa stund”, sjáldan hava orðini hjá Poul F. Joensen, úr yrkingini ”Á kundi á tíðarhavi” virkað meira hóskandi, enn tá Hanus sang tey hóskvøldið.   Ummæli Donsku tónleikarættindafelagsskapirnir Koda og Gramex høvdu boðið Føroya fólki á fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra […]

Konsertin hjá Saruh Brendel var ikki millum størstu upplivingarnar á Summarfestivalinum, men týska songkvinnan var sera sjarmerandi.   Summarfestivalurin   Tað var týska Sarah Brendel, ið fekk heiðurin at lata stóra pallin á Summarfestivalinum upp. Ein stór uppgáva. Konsertin gjørdist ongantíð meira enn miðal hampað, og eg siti eftir við tankanum, kanska er Sarah Brendel […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives